hósdagur 12. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 132 - 12. juli 2007
tíðindi
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv lív var í Sørvági, tá
vit vitjaðu har upp undir
vestanstevnuna. Menn hjá
landsverk asfalteraðu runt í
bygdini fyri at fáa vegirnar
klárar, og so gingu tíggjutals
ung fólk runt umkring og
fríðkaðu um bygdini.
Nøkur
teirra
vóru
á
Stakka mitt í bygdini, har
setanin, midnáttarrøðan og
fólkafundurin vera á skrán
ni. Hesi ungu gjørdu klárt
til vestanstevnuna, og vit
fingu eitt prát við fýra
teirra.
Gleða seg til
stevnuna
Jóan Pauli, Vivian, Guðrun
og Vinnie vóru júst í ferð
við at lúka eitt sindur í
moldini og blómunum, sum
er á Stakka, tá vit fóru at
práta við tey. Vit spurdu tey,
hvat tað var, sum tey høvdu
gjørt runt í bygdini.
Vit hava mest verið í
hesum umráðnum, har vit
hava lokið, rakað og málað.
Tað eru tó onnur av teimum,
sum hava gjørt onnur ting
runt í bygdini. M.a. hava vit
ruddað sandin og ánna.
Tey fýra siga seg annars
gleða seg avbera nógv til
stevnuna,
sum
byrjar
fríggjadagin.
Ja, tað er heilt vist, at vit
gleða okkum. Her er nógv
spennandi at royna, og vit
fara bestemt ikki at keða
okkum, siga tey fýra sum
við ein munn.
Tá vit spurdu tey, hvat
tey ætlaðu sær at gera á
vestanstevnu,
vóru
svarini
nakað
ymisk,
men tey vóru øll samd
um, at av tí at har var so
nógv at fara til, so høvdu
tey
nógv
at
royna
komandi dagarnar.
30 ung hava
fríðkað um
bygdina
Síðstu tvær vikurnar hava á leið 30 ung fólk hava verið í arbeiði hjá Sørvágs kommunu, har
tey hava fríðkað um bygdini upp undir vestanstevnu
Mynd: Teitur Joensen
- Vit hava roynt at
fingið onnur ting
inn í skránna í mun
til undanfarin ár.
Ætlanin er at gera
vestanstevnuna meira
forvitnisliga og til
allar aldursbólkar.
Hetta sigur ein
av limunum í
vestanstevnunevndini,
Gitta av Kák
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið fer sætti og
næstseinasti FMróðurin á
árinum av bakkastokki á
vestanstevnu, sum verður
hildin í Sørvági í ár. Í hesum
róðrinum er ein sera stórur
møguleiki fyri, at fleiri FM
vinnarar fara at vera funnir.
Vestanstevnan er tó so
øgiliga nógv meir enn bara
kappróður og FMvinnarar.
Vit hava tikið eitt prát við
Gittu av Kák, sum situr í
vestanstevnunevndini, har
vit hava spurt hana um teir
møguleikar, sum vestan
stevnan hevur at bjóða
gestunum.
Vilja raka breitt
Vit hava roynt at fingið
onnur ting inn í skránna í
mun til undanfarin ár. Her
er ætlanin serliga at gera
vestanstevnuna
meira
forvitnisliga, soleiðis at hon
eisini rakar allar aldurs
bólkar, sigur Gitta av Kák.
Og tað er einki at ivast í,
at fyriskipararnir hava gjørt
nógv fyri at fáa júst henda
partin at rigga. Har eru
nevniliga nógv ymisk tiltøk
á skránni til fólk í øllum
aldursbólkum.
Um vit m.a. taka dansin
sum dømi, so hava vit valt
at leggja dansin hjá teimum
ungu fríggjakvøldið, har
Holgar & Villmenn fara at
spæla
í
Sørvágs
bio.
Leygarkvøldið verður so
dansur fyri ein heldur eldri
aldursbólk, tá Bridge fer at
spæla. Hesin dansurin er
eisini í Sørvágs bio, og
aldursmarkið er 18 ár.
Sunnukvøldið fara Finnbogi
og Jógvan at spæla í
Sørvágs bio, og hetta er so
fyri tey eldru, sigur Gitta.
So eisini her hava vit
roynt at havt nakað fyri øll.
Annars
verður
eisini
renning á skránni leygar
dagin, har bæði kvinnur og
menn í øllum aldursbólkum
kunnu taka lut. Kappingin
er fyri børnum frá sjey ára
aldri og heilt upp til
veteranarnar.
Tiltøk á Stakka
Sørvágs kommunu hevur
síðsti tíðina fríðka rættiliga
nógv um í bygdini, og
serliga eitt stað er blivið
sera vakurt. Her er talan um
staðið á Stakka, sum liggur
mitt í bygdini stutt oman
fyri
fótbóltsvøllin.
Her
verður vestanstevna m.a.
sett.
Ja, har er blivið sera
vakurt og deiligt á Stakka,
Vilja hava
Gitta av Kák, sum er í vestanstevnunevndini,
sigur, at nevndin hevur lagt seg eftir at hava
tiltøk fyri allar aldursbólkar, soleiðis at øll
kunnu føla seg vælkomin á vestanstevnu
Mynd: Teitur Joensen
Sørvágs kommuna hevur í løtuni nógv ung fólk í arbeiði,
sum hava ruddað, málað, lúkað og rakað fyri at fríðka
um til Vestanstevnuna