hósdagur 12. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2007
27
tíðindi
øll við
Gjørt nýggjan drátt
Sørvingar hava rættiliga fyrireikað seg til sætta FM-róðurin
í ár. Teir hava nevniliga gjørt ein nýggjan drátt, so tað verður
lættari hjá kappróðrarfólkunum at fáa bátarnar í land
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sætti og næstseinasti kappróður á árinum verður á skránni leygardagin, og
her er als ikki óhugsandi, at fleiri FM-vinnarar fara at vera funnir. Og
sørvingar hava so sanniliga gjørt sítt til at fríðka um fjørðin og bygdini, har
teir so eisini hava gjørt klárt til komandi kappróðurin.
Kommunan hevur nevniliga gjørt ein spildurnýggjan drátt úti á endanum á
keiini, so tað verður lættari hjá kappróðrarfólkunum at draga bátarnar í
land. Drátturin er bæði stórur og breiður, og eingin ivi er um, at hetta fer at
lætta um hjá helst útlúgvaðu kappróðrarfólkunum.
Vakra økið mitt í bygdini
Neyst og onkur smærri hús mitt í Sørvági eru fyri stuttum
síðani brotin niður. Úrslitið av hesum er vakra staðið
á Stakka, sum m.a. fer at vera karmur um setanina,
midnáttarsamkomuna og fólkafundin
VESTANSTEVNA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mitt í Sørvági er eitt sera vakurt øki við hvítum smásteynum og vøkrum
blómum rundan um. Hetta staðið verður nevnt á Stakka, men staðið hevur
ikki altíð verið so vakurt, sum tað er blivið nú.
Fyri ikki so langari tíð síðani stóðu nøkur gomul hús og neyst á staðnum,
og hesi blivu ikki nýtt serliga nógv. So bleiv gjørt av at bróta hetta niður og
gera tað til eitt lítið savningsstað, sum tað er blivið til í dag, og hetta kemur
eisini til stóran gagn fyri vestanstevnuni um vikuskiftið.
Nógv ymisk tiltøk vera nevniliga á skránni á Stakka. Leygardaginkl. 14.00
– beint áðrenn kappróðurin – verður stevnan sett á Stakka, og tað er Mina
Reinert, sum fer at seta stevnuna. Leygarkvøldið verður so
midnáttarsamkoman á skránni við sangi og øllum tí, sum har til hoyrir. Og
her fer Magni Arge, stjóri á Atlantsflog at bera fram røðu.
Sunnudagin verður ein fólkafundur á skránni, sum eisini verður á Stakka,
og tað serliga við hesum fundi er, at Petra Joensen úr Gásadali fer at hava
fundin. So økið á Stakka er ikki bert gjørt fyri at fríðka um bygdina. Hetta
økið verður nevniliga í allar hægstu grad nýtt í samband við sjálva
stevnuna.
Men tá setan, midnáttarsamkoma og fólkafundur ikki er á skránni, so er
økið eisini gott at hugna sær í saman við familju, vinum og kenningum á
vestanstevnu. Økið er ikki bara vakurt og hugnaligt. Tað liggur eisini sera
væl fyri mitt í vikuni, og sum skilst á fólki í Sørvági, so er hetta besta
staðið í bygdini hvat viðvíkur veður og vindi.
og fleiri góð tiltøk fara
eisini at vera á skránni har.
Beint áðrenn kappróðurin
leygardagin
fer
Mina
Reinert at seta stevnuna á
Stakka, og leygarkvøldið
verður midnáttarsamkoman
eisini á skránni her. Sunnu-
dagin verður harafturat eitt
stuttligt tiltak á staðnum.
Tá verður ein sokallaður
fólkafundur, og tað er Petra
Joensen úr Gásadali, sum
fer at hava fundin, sigur
Gitta.
Trøllapætur í
skúlagarðinum
Leygarkvøldið kunnu børn
úr øllum Føroyum føla seg
vælkomin niðan í skúla-
garðin í Sørvági, tí tá fer
Trøllapætur nevniliga at
undirhalda.
- Vit hava fingið Trølla-
pætur at koma ein túr á
vestanstevnu í ár, og hann
fer at undirhalda í skúla-
gaðrinum kl. 19.00 leygar-
kvøldið. Tá Trøllapætur er
liðugur á pallinum, fer
Brandur Enni at spæla
nøkur løg. Til allar síðst
fara Boys in a Band at
undirhalda á pallinum í
skúlagarðinum, sigur Gitta
av Kák.
Tað vera tó eisini onnur
spennandi tiltøk á skránni
leygardagin umframt kapp-
róðurin.
Millum
annað
verður ein forvitnisligur
fótbóltsdystur á skránni
niðri á vøllinum kl. 18.00,
tá Sambaboys, sum er eitt
samansett lið av brasiliu-
monnunum, fer at spæla
ímóti einum samansettum
liði av leikarum úr Vágum.
Indianarabýur
til børnini
Tað er ikki heilt vist, at
Boys in a Band verður
síðstu bólkurin, sum fer at
undirhalda í skúlagarðinum
leygarkvøldið. Um veðrið
er til vildar, so er ætlanin at
hava ein stóran dans í
skúlagarðinum
fyri
tey
ungu, og tá vera tað aftur
Holgar & Villmenn, sum
fara at spæla. Hetta er tó
bert, um veðrið er til vildar.
Ananrs verður eisini nógv
spennandi og hugnaligt á
skránni
niðri
við
fótbóltsvøllin sunnudagin,
sigur Gitta av Kák.
- Vit hava roynt at gera
okkurt spennandi niðri við
vøllin sunnudagin. M.a. er
ein
indianarabýur
fyri
børnini,
har
ponyríðing
verður á skránni, tey kunnu
grava
eftir
gulli,
fáa
andlitsmáling, og so vera
eisini ymsar kappingar á
skránni. Harafturat verður
vestanstevnukaffi við eini
stórari
køkukapping
á
skránni í SÍ-húsinum, og á
økinum
oman
fyri
fótbóltsvøllin
fer
MC-
felagið
at
vísa
fram
motorsúkklur.
Hetta er bert ein stuttur
samandráttur av tí, sum er á
skránni. Vestanstevnan hev-
ur nevniliga nógv annað at
bjóða, og um fólk eru
áhugaði, so er at fara ein túr
vestur.
Sørvágs kommuna hevur gjørt nýggjan drátt uttarlaga á keiini fyri at bøta um
umstøðurnar hjá kappróðrarfólkunum at koma í land aftur
Mynd: Teitur Joensen
Vakra staðið á Stakka í
Sørvági verður karmur
um bæði setanina,
midnáttarsamkomuna
og fólkafundin
Mynd: Teitur Joensen