Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2007 45 tíðindi blíðir og týðir og síðani sigldu teir inneftir – í stormi og sjóroki. Aftur ta ferðina var ógvuliga illsk­ ligt veður frá Lindesnes upp til Stavanger. Báturi var eisini farin at leka, tí seymurin í botninum var tærdur. Men alt spældi væl av kortini. Umframt hetta hevur Ólavur Hátún verið tvær ferðir í Hetlandi við Svín­ ingi, seinnu ferðina fyri tveimum árum síðani, tá Oyggjaleir vóru har. Tað var tá hann gjørdist sann­ førdur um, at tað líka so væl kundi lata seg gera at sigla allan teinin til Noregs heldur enn at flyta bátin við Norrönu. So tá juni mánaði í ár var hálvrunnin, løgdu Ólavur og kollfirðingurin Torbjørn Joensen frá landi í Havn. – Eg hevði fingið skyld­ mannin, Bjørn á Heygum, at kanna eftir í telduni, nær veðrið var til vildar, og so ein dagin segði hann, at nú var at fara. Men ólukkutíð, tá vit vóru komnir einar tjúgu fjórðingar úr landi ringdi konan og segði, at eg hevði gloymt klæðsekkin eftir, so vit noyddust at venda aftur, sigur Ólavur Hátún. Og teir fýra tímarnir, teir mistu har, gjørdu, at teir rendu seg í illveður, tá teir nærkaðust Yellsundinum. Bergen vakur Teir larraðu so suður til Ler­ wick, har teir bíðaðu eftir, at hann skuldi blíðka veðrið. Hann sá so út til at linka, og teir báðir løgdu á Norð­ sjógvin. ­ Men vit vóru nakað bráir. Vit høvdu lort veður allan vegin til Bergen so at siga. Tað er sjálvandi einki bragd at sigla um hav við einum nærum yvirdekkað­ um báti, í hvussu er ikki, tá hugsað verður um Ova Joen­ sen, sála, og tað hann útynti. Men veðrið blíðkaði ikki fyrr enn vit vótu einar 20 fjórðingar úr Bergen – men tá gjørdist eisini blanka stilli, sigur Ólavur Hátún. Tað upplivilsi og tann fan­ tastiska sjónin tað var at sigla inn í Bergen í stilli og sólskini, gloymir Ólavur ikki í bræði. Men teir høvdu rent seg í ein lítlan trupulleika. ­ Báturin var farin at leka, longu í Hetlandi, rokni eg við. Vit løgdu okkum at hvíla, tá vit vóru komnir til Bergen, og tá eg vaknaði morgunin eftir og steig á tiljuna, bleiv eg vátur upp um øklar. Har var einki ann­ að at gera enn at fáa hjálp, og tað endaði við, at báturin varð hivaður upp og fluttur til Veteranbátahavnina, sum teir kallaðu, greiðir Musikk­ skúlastjórin frá. Torbjørn Joensen, sum Ólavur rósar fyri góðan sjó­ mannsskap, metti beinan­ vegin, at báturin lak um stevnirørið, og tað vísti seg eisini, at pakkdósin var farin. Ta náttina svóvu teir um­ borð á bátinum, sum stóð á landi, og morgunin eftir fóru teir at vita, um teir fingu nakran at umvæla brekið. Illa gekst, til teir møttu einum manni á veg til bátin aftur. Hesin var hjálpsamur og fór inn á eina skrivstovu við teimum. Maðurin á skrivstovuni skuldi hjálpa, tað skuldi ikki standa á, og tað gekk meginparturin av einum hálvum degi, so var brekið umvælt. ­ Tá eg spurdi hann, hvat hetta kostaði, svaraði hann, at hann skuldi einki hava. Hann hjálpti okkum gleði­ liga. So tað skal eingin siga fyri mær, at norðmenn eru óblíðir, sigur Ólavur Hátún. Úr Bergen gekk leiðin síðani suðureftir, men veðrið var vánaligt og sýnið einki serligt. Komnir suður á Boknafjord blíðkaði hann tó, og frá Lindesnes suður til Kristianssand var gott veður. Eitt sindur kløkkir gjørd­ ust teir tó, tá báturin steðg­ aði upp beint sunnan fyri Lindesnes. ­ Tað vísti seg kortini, at teir høvdu skrúva oljutangan aftan fyri, tá teir umvældu pakkdósina og gloymt at skrúva frá aftur. So tað var ikki álvarsligari enn tað, sigur Ólavur Hátún. Skotland næstu ferð Á leiðini víðari suður móti Sandefjord eru fleiri ómerkt sker, og tí var tað ikki altíð líka lætt at sigla. Teir máttu nýta eyguni væl, men tá óslætt er í sjónum er nærum ógjørligt at siga, um eitt lítið brot er orsakað av ein­ um skeri ella ikki. Men væl gekk og teir fingu keipláss komnir suður til Tønsberg. Men har rung­ aði rock­tónleikurin frá øðrum bátum, so har var ikki sovandi um náttina. Á heimleiðini var skilið tað sama, tá teir løgdu inn í Kristianssand, so Ólavur heldur, at hetta er nakað, ið myndugleikarnir lata fara aftur við borðinum. Asker djúpt inni í Oslo­ fjørðinum var málið, og har høvdu teir nakrar sera góðar dagar, sjálvt um veðrið ikki var nakað at reypa av við nógvum regni. Men tað var sera hugtakandi at síggja bygdir og landsløg fram við norsku strondini, heldur Ólavur. Eisini eru norðmenn sera blíðir og fyrikomandi, og tað mann ofta hoyrir um norðmenn sum tað øvugta, er í hvussu er ikki nakað, sum Ólavur hevur merkt og upplivað. Tvørturímóti. Hann nevndi fleiri dømi um, júst hvussu blíðir og týðir norðmenn í veruleika­ num eru. Á heimleiðini var glopra­ regn allan vegin úr Oslo­ fjørðinum norður til Krist­ ianssand, men síðani var gott veður upp til Egersund. Eftir hetta var tað so sum so, men vindurin lá alla tíð­ ina inn aftaná, so tað bilti ikki. Teir høvdu undan allan vegin til Lerwick og víðari á Havnina, har teir komu síðsta fríggjadag, 6. juli. Men hóast Ólavur ikki er nakar ársungi longur, so hevur hann longu spælt sær við tankanum at gera ein túr aftur av sama slag. Eg var við seglbátinum hjá Bjørn á Heygum fyri nøkrum árum síðani í Skot­ landi, og tá sigldu vit eftir Caledonian kanalini. Tað kundi verið áhugavert at gjørt túrin aftur, men øvugta leið. Niður suður um Hebrid­ urnar, síðani gjøgnum Cale­ donian kanalina og upp aftur um Orkneyoyggjarnar og Hetland. Tað kundi verið áhugavert, heldur 76­ára gamli Ólavur Hátún, ið hev­ ur ein ferðahug sum fáur. Torbjørn Joensen til róðurs umborð á Svíningi Queen Elisabeth var á vitjan um somu tíð, sum Svíningur vitjaði norsku strendurnar Lindesnes er sunnasta punkt á Noregi, og tí náttúrliga prýtt við einum vita