hósdagur 12. juli 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 132 - 12. juli 2007
tíðindi
Fyri fjórðu ferð
hevur Ólavur Hátún
verið uttanlands við
10-mannafarinum
»Svíningi«, men í mun
til fyrru ferðirnar
valdi hann hesaferð
at sigla allan vegin úr
Føroyum til Noregs
og aftur
FERÐAHUGUR
Leo Poulsen
Myndir: Ólavur Hátún
– Eg havi altíð verið sera
hugtikin av føroyska báti
num. Eg eri uppvaksin í
Svínoy at kalla undir liðini
á besta bátabyggjara í Før
oyum, Poul Johannes Poul
sen úr Svínoy. Faðir hansara
var úr Mikladali, so tað er
haðani, at kunsturin at
smíða bát stavar.
Tað sigur Ólavur Hátún,
nú hann er komin aftur av
drúgvari útferð. Og hetta er
ikki tann vanliga útferðin,
tú ger niðan á onkran hissini
heyg ella út í eina av
smærru oyggjunum í Føroy
um. Nei, hetta er útferð við
lít.
– Tað byrjaði upprunaliga
rættiliga tilvildarligt. Hugsi
tað var í 1992, at Smyril
Line lýsti við, at ein kundi
fáa
bátin
fluttan
við
Norrönu til Noregs fyri lítið
og lætt, so eg meldaði meg
til beinanvegin, sigur Ólav
ur Hátún.
Hetta tiltakið var kortini
ikki nøkur avgjørd succes,
tí »Svíningur« var einasti
bátur, sum skipið flutti tað
árið.
Men Ólavur og familjan
høvdu ein fínan túr, og tað
gav hug og áræði at royna
hetta aftur. Og tað gjørdi
kórleiðarin longu árið eftir,
tá hann og sonurin fóru yvir
til Noregs aftur. Frá Bergen
sigldu teir suður um Sta
vanger suður til Lindesnes
og hagani hildu teir leiðina
tvørtur um Skagerak móti
Hanstholm.
Á hesum túrinum høvdu
teir bara kumpass at dúva
upp á, men væl var rakt.
Síðani gjøgnum Limfjørðin
til Århus og síðani í summ
arhús á Norðursælandi. Eft
ir ein steðg har, gekk leiðin
eystur til Keypmannnahavn
at sigla í kanalunum har
áðrenn leiðin lá norður í
svenska skergarðin.
Á leiðini aftur til Bergen
rendu teir seg í óveður, sum
teir máttu baksa seg ígjøg
num heilt frá Lindesnes
upp til Stavanger, tí á teirri
leiðini er eingin skergarður
at verja móti havalduni.
Hetland gav hugskot
Aftur í 2002 legði Ólavur
Hátún til brots, hesaferð til
Hanstholm. Síðani gjøgnum
Limfjørðin og eystur gjøg
num Oyrasund upp við
svensku eysturstrondini til
Nem. Hagani upp gjøgnum
Götakanalina til Vänern og
Vättern, størstu vøtn í Svø
ríki, ið eru sum høv at sigla
ígjøgnum.
Seinni gekk leiðin longur
upp í Svøríki til Dalslands
kanalina, sum teir sigldu
upp eftir.
– Tá upplivdu vit toruveð
ur sum ongantíð áður ella
síðani. Vit vóru rættiliga
heitir um oyruni, tí vit vistu
ikki hvat var til ráðar at
taka, antin at liggja mitt úti
á kanalini, ella søkja inn til
áarbakkan, sigur Ólavur
Hátún.
Ta ferðina valdu teir at
flyta bátin á trailara til Hold
en uttast í Oslofjørðinum
Norðmenn bæði
Teir báðir Torbjørn Joensen og Ólavur Hátún framman fyri Svíningin, sum liggur so prúður millum fínar seglbátar í Asker í Noregi
Her sigla teir tætt framvið einum
boripalli í Norðsjónum