Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 133 - 13. juli 2007 Fyrr í hesi vikuni vitjaði Edward Fuglø á prentsmiðjuni í Eysturríki, sum skal prenta nýggju frímerkini, ið hann hevur teknað Frímerki Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Østerreichische Staatsdruke­ rei, sum hevur meira enn 200 ár á baki, skal prenta nýggja frímerkjaarkið, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur teknað. Fyrr í vikuni vitjaði Edward á prentsmiðjuni, sum liggur í Wien, og har skuldi hann góðkenna upp­ setingina og forprentið av frímerkjaarkinum, sum Post­ verk Føroya skal geva út. Við á ferðini var eisini Svan­ bjørg Manai, ið er leiðari á Frímerkjadeildini. Edward Fuglø er nærlagd­ ur, og har skal einki vera, sum kann verða at seta fing­ urin á, eftir at frímerkið er prentað. Edward hevur teknað nógv frímerki til Postverk Føroya, og eina árið var eitt av hansara frímerkjum nummar tvey í eini kapping millum øll tey vakrastu frí­ merkini í Europa. Eftir at hava kannað upp­ setingina og forprenti gjølla, var prentið góðkent, og nýggja frímerkið kemur út í heyst. Edward vitjaði á prentsmiðjuni »Tá eg var liðug í skúlanum, søkti eg lærupláss nógvastaðni, men eg valdi Føroya Banka, og tað eri eg glað fyri« – Anita Knudsen Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Føroya Banka. Sum fyrsti børsskrásetti bankin í Føroyum er Føroya Banki eitt nýmótans arbeiðspláss, ið virkar eftir altjóða virkisháttum. Visión Bankans er at vera leiðandi banki í Føroyum og altjóða at veita kundum útvaldar fíggjar- tænastur. Missiónin er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá kundunum at fullnýta síni evnir og sínar møguleikar. Í Bankanum arbeiða vit eftir hesum virðum: dugnasemi, eldhuga og framsøkni. Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú vera ein av okkum? Umsóknarfreistin er 1. august. Les meira á www.foroya.fo Hjá okkum fært tú eina lønandi útbúgving Edward Fuglø og Svanbjørg Manai kanna, um alt er í lagi við nýggja frímerkjaarkinum, sum Edward hevur teknað til Postverk Føroya Mynd: Dávur Winther