Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • 13. juli 2007 Vikuskifti 4 Poula Gregersen úr Gøtu er liðskipari hjá besta kvinnuliðnum hjá GÍ. Hon hevur spælt fótbólt í nógv ár, og hon er týðandi partur av GÍ liðnum, sum í løtuni liggur sum nummar trý í landskappingini og júst hevur tapt steypafinaluna. Virkin kvinna Poula Gregersen hevur nógv jørn í eldinum. Hon er júst byrjað í starvi hjá Eik deildini í Fulgafirði, har ið hon er kundaráðgevi. Poula situr eisini í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu. Umframt hetta venur hon tríggjar ferðir um vik­ una við besta kvinnuliðnum hjá GÍ og spælir dyst í vikuskiftinum. GÍ kvinnurnar hava eitt gott og ungt lið, og tær megnaðu at spæla seg í steypafinaluna, sum tær tó taptu móti KÍ, sum hava verið einaráðandi seinastu mongu árini. Poula er tó ikki nøgd við úrtøkuna higartil í ár. – Vit høvdu vónað betri. Vit ætlaðu at bjóða KÍ av í ár, men tað hevur ikki gingið so væl í landskappingini. Steypafinalan var jøvn, men kortini vunnu tær 3 – 0. Tað manglar tað síðsta hjá okkum, sigur Poula, sum tó ikki ivast í, at tær hava nóg góðar leikarar til at gera seg galdandi í oddinum. Føroyameistarar næsta ár – Vit hava nógvar ungar, og tær bestu á liðnum eru eisini ungar, so vit skuldu havt eina góða framtíð. Um tað gongur væl í ár, so kunnu vit kanska heintað B36 inn aftur á annað plássinum, og so fara vit at miðja móti føroya­ meistaraheitinum næsta ár, sigur hon. Poula hevur spælt fótbólt alt, hon kann minnast, og hon spældi fyrstu ferð við besta liðnum á heilt ungum aldri. Hon er sostatt ein av royndastu leikarunum á GÍ liðnum. Poula stillaði upp til bygdaráðs­ valið fyri Fólkaflokkin, og hon varð vald inn. Tað er ikki ókent í familjuni Gregersen at sita í bygdaráðnum. Pápin og abbin hjá Poulu hava eisini sitið í bygdaráðnum, so tað er um at gerast ein familjusiðvenja. – Tey manglaðu eina kvinnu á listan, og tey spurdu meg. Eg – Eg havi tíð til a Hetta sigur Poula Gregersen úr Gøtu, sum sanniliga kann sigast at hava nógv jørn í eldinum. Hon er júst byrjað í starvi sum kundaráðgevi hjá Eik Banka. Hon venur fótbólt tríggjar ferðir um vikuna og spælir dyst í vikuskiftinum. Hon situr í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu, og umframt hetta skal hon eisini finna tíð til sjeikin og rossini. Hon heldur tó ikki, at hetta er ov mikið … um kvinnur í politikki ­ Eg eri eingin reyðsokkur. At uppfordra kvinnum til at fara uppí politikk er gott, men tær, sum ætla sær, skulu bara stilla upp. Tað er keðiligt, at tær ikki eru fleiri, men tað er eingin forðing, at tú ert konufólk Poula um mat ­ Eg elski at eta. Eg eti alt. Ein fransbreyðflís við nógvum smøri og nógvum Nuggeline er tað besta Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo