hósdagur 5. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 67 - 5. apríl 2001
23
gult cyan magenta svart
VIÐMERKINGAR
Ása Olsen
Tórshavn
Í hesum døgum verður
nógv tosað um loysing,
blokkin og ta negativu
hesin blokkur hevur á okk-
ara samfelag.
Støða okkara er heilt
einkult tann, at tann danska
grundlógin er galdandi fyri
Føroyar. Síðani hava vit
heimastýrislógina og stýris-
skipanarlógina.
Í heimastýrislógini er tað
nakað, ið verður kallað A
og B mál, og er hettar mál,
ið ávikavist eru yvirtikin
ella kunnu yvirtakast og
mál, ið ikki kunnu yvir-
takast.
Tá vit yvirtaka eitt mál,
merkir tað, at danska
stjórnin útdeligerar við-
komandi mál til okkum at
umsita, og fyri at fíggja
hesa umsiting, fylgir ein
upphædd við ( blokkurin).
Í 1998 varð fyrispurning-
ur settur fram til ríkisum-
boðið, fyri at vita, um
okkara yvirtøka av undir-
grundini eisini var ein
deligatión, og varð svarið
ja.
Hvat merkir hettar, og
hvønn týdning hevur tað
fyri okkum?
So leingi vit eru í tí
ríkisrættarligu støðu við
Danmark vit eru í dag, so
kann danska stjórnin til
eina og hvørja tíð fara inn
og annulera alt, ið eitur
delegatión soleiðis, at vit
eru í somu støðu sum
eitthvørt amt í Danmark.
Eitt ið undrar meg er, at
tá fólk byrja at tosa um
loysing og sjálvstýri, so er
tað næstan ongin, ið tosar
um hesi viðurskiftir, men
tosið snýr seg bert um,
áramálið fyri, hvussu leingi
vit fáa blokkin.
Vit kunnu fáa allan tann
blokk vit vilja, og senda
hann retur til Danmark,
men gevur hettar okkum
meiri sjálvstýrið?
Um vit skulu tryggja
okkum soleiðis, at danska
stjórnin ikki kann fara inn,
og taka av alla deligatión av
teimum málum, vit hava
yvirtikið, so má antin
grundlógin broytast, ella
mugu vit fáa eina grundlóg
fyri Føroyar.
Fyrst tá hettar er hent,
kunnu vit byrja at tosa um,
at stýra í egnum landi.
Ríkisrættarliga støða Føroya
Jenis av Rana,
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Triði, ið ringdi í viðtaluna
hendan kalda vetrarmorg-
un, var ikki sjúkur, hann
ringdi at takka fyri uppskot
Miðfloksins, sum sjón-
varpið hevði greitt frá
kvøldið fyri, uppskotið um
hjálp til teirra, ið mistu
sethús síni í kreppuárunum,
og sum enn sita eftir við
skuld uttan nakra tilsvar-
andi ogn.
Hesin var ikki fyrsti, ið
ringdi í hesum sambandi,
heldur ikki hin seinasti.
Runt um úr oyggjunum, úr
Danmørk og úr Noregi
hava tey ringt fyri at spyrja,
um ikki -og nær- myndug-
leikanir
fara
at
veita
sjálvsøgdu hjálpina, nær
túrur teirra verður í røðini (
aftaná bankar, vinnulív og
tey við stóru bankabókun-
um).
12 tímar seinni
Sama kvøldið, áleið kl.
20.14 fingu hesi eina for-
nemma heilsan. Via sjón-
varpsstudio fingu tey at
vita, at tey onga hjálp
kunnu vænta, tí tey “vil
ikke betale”. Stutt og greið
heilsan frá øðrum stjóran-
um úr tí banka, sum hesi,
saman við øllum øðrum
føroyingum,
fyri fáum
árum síðani guldu til og
bjargaðu við milliarda
krónutali.
Evangeliið eftir matteus
kap. 18, ørindi 23- og
fram.
Hví omanfyrinevnda bíbl-
iubrot rann mær í huga,
kann hvør einstakur lesari
meta um , men tað sigur frá
kongi, ið skuldi halda
roknskap við tænarar sínar,
og:
.......tá hann fór at gera
upp, var ein, ið skyldaði
honum 10.000 talentir (
áleið kr. 42 millión í okk-
ara pengum, siga bíbliu-
kønir), førdur fram fyri
hann. Og við tað at hann
einki átti at rinda við, beyð
harri hansara, at hann og
kona og børn hansara og
alt, ið hann átti, skuldi
seljast, og at rindast skuldi.
Tá fall tænarin niður fyri
honum, bønaði hann og
segði: “Harri, hav tol við
mær, so skal eg gjalda tær
tað alt!” Tá tykti Harranum
hjá hesum tænara hjarta-
liga synd í honum, hann
gav hann leysan og gav
honum skuldina eftir. Men
táið hesin sami tænarin fór
út, hitti hann ein samtæn-
ara sín, sum skyldaði
honum 100 denarar ( áleið
kr. 65 í okkara pengum,
siga bíbliukønir). Hann
legði tá hond á hann, tók
um kvørkrar hansara og
segði:” rinda tað, ið tú
skyldar!” Tá fall hesin
samtænari hansrar niður
fyri honum, bað hann og
segði:” Hav tol við mær, so
skal eg gjalda tær!” Men
hann vildi ikki, men fór og
læt hann seta fastan, inntil
hann rindaði tað, sum hann
skyldaði.
Ein av uppgávum
Miðfloksins!
Eg eri samdur við løgting-
manni, sum metti atferð
bankastjórans sum eina
greiða ábending um, at
Miðflokkurin er á rættari
kós! Frá stovnan hava vit
ført fram og lovað at verða
á varðhaldi og at vera
verja teirra veiku. Hóast í
andstøðu meta vit okkum at
hava røkt lovaðu uppgáv-
una. Úr rúgvuni kunnu vit
sum dømi nevna, tá vit
fingu broytt lóg, sum vildi
givið djóralæknum ótarnað
loyvi til genmanipulatión,
at royndirnar at førða
okkum inn í ES eru vorðnar
alment kendar, og at í løtuni
verður kannað, um ætlanin
er, at eisini føroyingar,
saman við grønlendingum,
verða fyrstu offrini, um
stríð skuldi brostið á mill-
um stórveldini. Og at um-
boðsmaðurin loksins, eftir
20 ára tos, verður veruleiki,
eigur flokkurin æruna fyri.
At so ein bankastjóri ikki
skilir “Jenus af Rana og
dem i Midflokken”- ja, tað
kunnu vit saktans liva við.
p.s. Annars siga mon, vit
hava tosa við, ið hava
“samrást” við bankan, at
tey kenna seg als ikki aftur
í sjónvarpssjófrágreiðing
bankastjórans.
Fríggjamorgunin h. 2. mars áleið kl. 08.15
Theodor Joensen
Eg mundi dottið úr stólin-
um týskvøldið av nøkrum
úttalilsum hjá Føroya Løg-
manni.
Hann hevur fingið ilt í
búkin av einum vinnuframa
grunni hjá nøkrum komm-
unum í norðstreymi. Hann
segði at tað almenna skal
ikki taka skatt frá borgar-
unum til at seta í vinnulív-
ið. Hetta kann ljóða ógvu-
liga skilagott, men um vit
hyggja at nøkrum konkret-
um avgerðum hjá sitandi
landstýri, og fyrrverandi
landstýrum eisini, sæðst at
her er ikki samanhang mill-
um úttalilsini hjá Løg-
manni og førdan politikk.
Kommunalur vinnustuðul
Eg vil nevna eitt dømi um
vælvirkandi kommunalan
vinnulívs stuðul. Runavíkar
Kommuna hevur við stór-
um hegni skapt vinnulívin-
um í kommununi framúr
góðar karmar at virka und-
ir. Kommunan hevur stuðla
við at byggja bygningar og
havnir sum vinnuvirkir
kunnu húsast í. Harvið hevur
kommunan brúkt skattgjald-
arans pening til vinnulív, og
eg vænti at borgararnir í
kommununi hava notið, og
framvegis fara at njóta, gott
av hesum mong ár fram, av tí
fjølbroytta virksemi sum av
hesi orsøk heldur til í komm-
ununi.
Landsins vinnustuðul
Hyggja vit haraftur ímóti at
landstýrisins dispositiónum
á stuðulsøkinum, ja so fer
av álvara at leka millum
teori og praksis hjá løg-
manni. Eg vil nevna nøkur
fá dømi, og samstundis
heita á føroya journalistar
at taka táttin upp og grava
meiri í hesum viðurskift-
um.
Strandferðslan
Taka vit fyrst strandferðsl-
una, ella rættari Farmaleið-
ir, er tað almenn vitan, at
farmaleiðir í áravís hevur
dumpa flutningsprísir í
kapping við privatar flutn-
ingsfyritøkur. Hetta er gjørt
við almennum pengum og
hevur gjøgnum farin ár
koppað mongum privatum
flutningsfelagi.
Føroya Tele
Næsta dømið er Føroya Tele.
Teir hava sum Telefonverk
Føroya Løgtings, við al-
mennum peningi, lagt káplar
úr Tjørnuvík til Akraberg.
Nú er so vent í holuni og
fyritøkan er "privatiserað" til
eitt alment partafelag. Sjálv-
andi fáa teir allar káplarnar
og bygningar, sum vit skatt-
gjaldarar hava goldið, fluttar
til ogn hjá "partafelagnum".
Beinanvegin monopolið
var avtikið, komu onnur
feløg og bjóðaðu tænastur á
teleøkinum. Trupuleikin er
bara at feløg í kapping við
almenna Føroya Tele máa
gjalda FT fyri at samskifta
umvegis kaðalnetið hjá
Føroya Tele (les Føroya
Fólki).
Hetta
svarar
til
at
Strandferðslan fær allar
vegirnar forerandi, og so
bjóðar øllum flutningsfe-
løgum at kappast "í fríðari
kapping" - bara tey fyrst
gjalda fyri at koyra á veg-
unum hjá Strandferðsluni.
Atlantic Airways
Triðja dømið um lands-
stýrisins vinnulívs stuðul er
Atlantsflog. Her er Lands-
stýrið eigari av fyritøkuni og
við almennum (les Før-oya
Fólks) pengum í kapping við
privat vinnulív. Atlantsflog
rekur tyrlutænastuna fyri
Landstýrið, og sleppur mær-
vitandi at behalda møguligt
yvirskot av hesari flúgving.
Eg veit ikki neyvt hvussu
hetta verður avroknað, men
eg havi m.a. sjálvur verið við
tyrluni ein túr uppi í Gása-
dali við einum køluskápi.
Hetta var eykatúrur sum
ivaleyst verður goldin av
landskassanum. Hent at
hava landskassan sum kunda
og eigara, og so sleppa
sjálvur at avgera nær tað er
neyðugt við einum eykatúri.
Feskasta
dømið
um
almennan vinnustuðul til
Atlantsflog er uppskotið
sum
Jørgen
Niclasen
(fólkaflokkurin)
fekk
ígjøgnum herfyri. Har fekk
Atlantsflog ein blanko kekk
frá landstýrinum til keyp og
rakstur av einari nýggjari
tyrlu í 10 ár. Avtalan er m.a.
soleiðis skrúva saman, at
Atlantsflog skal ikki hava
hall av hesi tyrluni, og
skuldi tað hent at yvirskot
var, ja so sleppur Atlants-
flog at behalda helvtina av
hesum. Tað sum eg vænti
fer at henda, er at Magni
Arge fær budgetterað hegn-
isliga, soleiðis at landstýrið
flytir Atlantsflog t.d. 15
milliónir til rakstur av
nýggju tyrluni næsta ár. Tá
so árið er liðugt, og tyrlan
kanska hevur flogið nakrar
eykatúrar við farmi fyri
verandi tyrlu (køliskáp til
Gásadal, máling til Koltur
o.s.v.), ja so kemur Magni
Arge í bløðini við stórtíð-
indum, at seinasta ár høvdu
vit 4 milliónir í avlopi av
nýggju tyrluni, og Atlants-
flog kann bera landskass-
anum 2 milliónir aftur -
Føroya fólk hevur tá tíverri
langtsíðani
gloymt
at
landskassin hevur goldið
hesar pengarnar út áðrenn,
so tað sum veruliga er hent,
er at Atlantsflog hevur
fingið eina gávu uppá 2
milliónir - livst so spyrst.
Morala
Fá landskassan burtur frá
øllum vinnulívs íblanding-
um, og lat kommunurnar,
undir skipaðum viðurskift-
um, seta sínar vinnuframa-
grunnar á stovn. Tað kann
t.d. við lóg avmarkast,
hvussu stóran part hesir
vinnuframagrunnar í mesta
lagi kunnu eiga í einum
felag. Hesir vinnuframa-
grunnar kunnu gera tað
møguligt við meiri fjøl-
broyttum vinnulívi í lokal-
umhvørvinum, til gagn fyri
nærumhvørvið og alt landið.
Føroya journalistar: Havi
høvdið við til arbeiðis og
fylgið við hvat hendir í
samfelagnum. Latið ikki
politikarar sleppa avstað
við einumhvørjum úttalilsi
uttan mótspæl.
Anfinn Kallsberg og almennur/kommunalur vinnustuðul
VIÐMERKINGAR
Jorun Simonsen
Lørdag den 31. marts
var jeg til den årlige
oppvisning med barn fra
Havnar Fimleikarfelag.
Jeg har ikke sett noen
gymnastikkopvisning i
det hele tatt, siden jeg
holdt opp med å under-
vise i Fimleikarfelagið.
Derfor var jeg litt spent
etter å få vite, hvordan
gymnastikken har ut-
viklet seg i de 17 årene,
som er gått. Bortsett fra
at det var deilig å se
barna og to barnebarn
også, må jeg si at det er
synd, man ikke er kom-
met lenger i måten å
tenke oppvisning på,
med småbarn. Selve
oppvisningen var tem-
melig ujevn, synes jeg.
De beste var vel alle
de små, som vekslet
mellem kaos og orden,
ved å løpe fritt inimell-
om, og så få bundne
oppgaver i ringene, som
lå strødd over hele
gulvet.
Noen halvstore jenter
hadde en serie, som det
virket som om deres
kropper ikke var modne
til å gjøre. Det virket
helt galt på meg, at de
beveget seg sånn.
Jeg er også i tvivl om,
hvorvidt
4-åringene
hadde noe å gjøre i den
trampolinen. Det finnes
mindre trampettet til den
aldersgruppe, hvor de
får noe helt annet og
riktigere utav hoppene.
De var utrolig søte, etter
hoppene, hvor de gav sig
til og danse etter Pippi
Langstrømpe-musikk på
den store matten.
De
som
krøp
på
maven
imellom
to
benker, og plutselig op-
daget at hodet kunne
komme opp mellem
ringene, virket utrolig
spontane og komiske
hver gang man så et lite
hode komme opp. Det
var ikke noe de hadde
trenet seg til på forhånd,
og derfor ble det så
morsomt. Og mølle, fritt
på det store gulvet, etter
en vellykket øvelse på
matten, og små vesener,
som vinket glade til for-
eldre og hele menneske-
massen,
som
hadde
kikket akkurat på dem.
Nei, de små hadde meg-
et af spontaniteten til-
bake ennå.
Men alle de marsjene,
som brølte ut av høyt-
talerne
imellem,
så
høyttaleren
nesten
sprakk av bare ulyd, de
virket ikke godt sammen
med så små barn.
Det minnet meg om
den verste Preusser-
disiplin. Jeg trodde ikke
man
kunne
få
den
uhyggefølelsen i år 2001
på »fredelige Færøy-
ene«. Og noen av de
stores stive innmarsjer,
hvor tærne skulle i
gulvet først, og hendene
og armene oppførte seg
som på tredukker. Det
forsterket min sterke
fornemmelse av militær-
disiplin.
Og hvorfor skal 4-
åringer ha svarte bukser
og hvit T-shirt på? Det
koster ikke mer å tenke
litt i farver, og barn
elsker dem.
Og hvorfor skal man
bruke så lang tid på ut-
marsjen? Kanskje for at
barna så tidlig som mu-
lig skal overta de voks-
nes kjedelige vurdering
av verdier, såsom evin-
lange
utdelinger
av
premier og slik?
Dermed ble oppvis-
ningen altfor lang. Man
kunne kanskje også slått
flere hold sammen, på
det store gulvet, uten at
det gjorde noe. Man ser
jo helst mest på sine
egne
barn. Og
som
nevnt, gjøre noe radikalt
med inn- og utmarsj-
erne.
Man behøver nød-
vendigvis ikke å gjøre
tingene på samme måte,
som man alltid har gjort!
Kanskje finnes det
1000 andre og bedre
løsninger?
Fra barne-
oppvisningen
på Nabb 2001
Dánjal J. Hansen
Offshore, Venezuela 26/3
Í Sosialinum týsdagin 20.
mars, verður endurgivið frá
framsøgurøðuni sum Jógv-
an við Keldu helt í løgting-
inum í samband við full-
veldisætlanina. Nógv føgur
orð um frælsisneistan, sum,
hóðast hann hevur veri
ójavnur til styrki gjøgnum
tíðirnar, altíð hevur verið til
og nu brennir bjartari enn
nakrantíð. Við vanda fyri at
gera Jógvani órætt um so er
at hann ikki er rætt end-
urgivin, má eg siga at har er
okkurt sum fær meg at ivast
í hvussu bjørt glæman er
hjá Jógvani sjálvum. Tað
ber tó ikki til út fra blað-
greinini, at gera nakrar ser-
ligar viðmerkingar til røð-
una hjá Jógvani, men tað
sum ber eitt sindur uppfyri
hjá mær er tað, sum hann er
endurgivin fyri at siga um
tiltakið, ið Unga Tjóðveldið
skipaði fyri á Vaglinum
herfyri. Hann kallar hesi
fólkini “óføroysk” og at-
burð teirra “lítið virðilig-
an”. Í Týskalandi fyri góð-
ari hálvari øld síðan var eitt
stýri, sum kallaði tey sum
funnust at fyri “ótýsk”.
Uttan at gera fleiri sama-
nberingar har, vildi eg
ynskt at tað at kalla tey sum
ein er ósamdur við fyri
“óføroysk” var “óføroyskt”.
Annars var upprunin til
tiltakið á Vaglinum, tað
lokabragd og skýmaskota-
virksemi, ið sambandssinn-
aði vongurin í Fólkaflokk-
inum, sum Jógvan kanska
sjalvur er eitt sindur í parti
við, framdi, tá ið hann tók
kvørkratak á fullveldisætl-
anini, hetta meðan tað besta
av loysingarsinnaða vong-
inum, Rúna Sivertsen og
Jógvan a Lækjuni, vóru á
amerikuferð. At Løgmaður
gjørdi av at fara til Ong-
lands meðan djúp stjórnar-
kreppa var í landinum
gjørdi ikki støðuna betri.
Um Høgni Hoydal ikki
hevði staðið so stinnur og
hildi tørn til tey bæði, Rúna
Sivertsen og Jógvan á
Lækjuni, komu heim aftur,
hevði Jógvan við Keldu
ikki havt nakra framsøgu-
røðu hendan dagin, hetta tí
fullveldisætlanin, øll sum
hon var, var farin fyri
bakka.
Uttan mun til um ein er
samdur ella ósamdur við
atfinningum og mótmæl-
um, kann tað ikki vera
“óvirðiligt”, opið og alment
at finnast at og mótmæla tí,
sum ein heldur verða
skeivt. Tað krevur dirvi at
stilla seg í skotlinjuna og
siga sina hugsan har sum
øll kunnu hoyra, fata ella
misfata orðini og venda
teimum ímóti tær.
Lokabrøgd og skýma-
skotavirksemi
haraftur-
ímóti, tey eru óvirðilig. Eg
vildi ynskt at tey eisini voru
“óføroysk”.
Tey flestu okkara, loys-
ingarsinnað eins og meiri
sambandssinnað, eru góð
við okkara land og okkara
folk. Ongin okkara er
minni føroyskur enn nakar
annar.
Víðari verður Jógvan við
Keldu endurgivin fyri at
siga at um hatta var fólki
sum vit skulu taka sjálv-
stýrið við, so er soðið tunt í
fullveldisgrýtuni. Jógvan
man vita at Unga Tjóð-
veldið man vera naka nær
kjarnan í loysingarrørsluni
og at Tjóðveldisflokkurin
umboðar ein fjórðapart av
veljarafjøldini
sambært
hagtølunum hja Fynd. Hesi
somu hagtøl geva Fólka-
flokkinum stuðul frá minni
enn einum fimtaparti av
samlaðu
veljarafjøldini.
Harafturat er Fólkaflokk-
urin, sambært teimum sum
sigast at hava skil fyri
slíkum, býttur upp í partar
og fraktiónir eftir fleiri
ásum. So um bert tey sum
eru samd við Jógvani eru
“føroysk” og “virðilig”
verdur soði av sonnum tunt,
helst bara ein 5% vatnugur
upploysingur.
Møguleikar
Møguleikar er yvirskriftin
til oddagreinina í Sosia-
inum leygardagin 23. mars
2001, har greinskrivarin
vísir á nakrar møguleikar
fyri einari breiðari semju í
fullveldistilgongdini.
Greinin vísir á møguleikar
fyri semjum og ørðum sam-
gongumøguleikum, alt gott
um tað. Tað sum odda-
greinin hevur til felags við
framsøgurøðuna hjá Jógv-
ani við Keldu er at báðir
leggja eftir Tjóðveldis-
flokkinum og formanni
hansara fyri at hava hand-
fari fullveldisgongdina so
óstortsliga, og báðir tykjast
at hava gloymt, at orsøkin
til at vit hava eitt kjak í dag
um fullveldi, er luttøka
floksins í samgonguni og
serliga
íblásturin
frá
núverandi formanni flok-
sins.
Hugsa
sær
eina
áheitan á Sambandsflokkin
fyri trimum árum síðani um
at benda kósina meira á
sjálvstýrisleið fyri ikki at
missa “sambandið” við
politiska veruleikan!! Ørt.
Men hendan leygardagin
23.
Mars
2001
heitir
oddagreinskrivarin á Sam-
bandsflokkin um at gerast
meira sjálvstýrissinnaðan
fyri ikki at detta púra
burturímillum í føroyskum
politikki. Tað livandi kjak,
sum í dag gongur um
sjálvbjargni og sjálvræði,
hevði als ikki verið til uttan
tann íblástur, ið menn sum
Høgni Hoydal hava givið.
Sambandsflokkurin og fyri
ein part Javnaðarflokkurin
høvdu als ongan áhuga í
evninum fyri trimum árum
síðani. Í dag siga teir seg
hava tey røttu svarini uppá
allar ríkisrættarligar spurn-
ingar. Hví siga teir tað? Jú!
teir eru kroystir av politiska
veruleikanum í dag. Fyri
nøkrum fáum árum síðan
bannaði Edmund Joensen
øllum tosi um broytingar í
rísfelagsskapinum og Javn-
aðarflokkurin rýmdi stutt
eftir úr teirri samgonguni.
Sjálvstýrislógin hjá Javn-
aðarflokkinum hevur ligi
og sivja í mølposanum
síðani. Tað var Tjóðveldis-
flokkurin, sum í verandi
samgonguskjalinum fekk
lív í kjakið, og tað er
treiskni Høgna Hoydals,
sum ger, at vit framvegis
hava eitt fullveldismál, at
Javnaðarflokkurin nú at
enda hevur tikið støðu til
ríkisfelagsskapin
og
at
Sambandsflokkurin kanska
verður noyddur til at gera
onkrar broytingar. Hevur
gongdin
í
fullveldis-
málinum verið óstortslig?
Tað kann gott vera. Hava
mistøk verið gjørd? Onki at
ivast í. Men kjakið er
livandi og glæman lýsir
bjart. Og tá er ikki onki
komi burturúr.
Hatur
Oddagreinskrivarin í So-
sialinum 23 mars heldur
uppá at tjóðveldisfólk hata
javnaðarfólk. Eg meini tað.
Teir ringastu fótbólts-
hooligans
í
ávikavist
Manchester og Liverpool
hata ivaleyst hvør annan.
Teir viðgongdu protestant-
isku og katólsku hernaðar-
ligu bólkarnir I Norðurír-
landi hata helst hvønn
annan og naka nógv av
hatri man vera ímillum
ísraelar og palestinar. Eins
og so nógvir aðrir sjómenn
havi eg í mínum starvi veri
í nøkrum av heimsins bú-
skaparligu skýmaskotum,
har hatur millum trúðar-
bólkar, ættarbólkar, rík og
fátøk og mótsetningar ann-
ars av ymsum slag, gera
gerandisdagin hjá fólkinum
sera truplan og búskapar-
ligan og sosialan framburð
ómøguligan. At tjóðveldis-
fólk skulu hata javnaðar-
fólk er reinur heilaspuni.
Lat okkum nú ikki púrasta
missa tamarhaldi á lutføll-
unum. Okkara fólk hevur
tíbetur langtsíðani mist alla
traditión fyri hatri og
kríggi, og ongin orsøk er til
at droyma okkum aftur til
teir dagarnar, tá ið ósemjur
vórðu avgjørdar við blank-
um stáli. Dialogurin fer
framhaldandi at vera okk-
ara amboð. At hann summ-
ar tíðir gerst hvassari enn
væl er, mugu vit so óiva
liva við.
Tjóðveldisflokkurin og
Javnaðarflokkurin
hava
verið djúpt ósamdir um
fullveldismálið, og nógv
tjóðveldisfólk munnu hava
andstygd fyri tí leikluti, ið
Javnaðarflokkurin átók sær
sum høvuðspapageykur hjá
danska javnaðarflokkinum
og donsku stjórnini.
Í hesum døgum tykist
sum Javnaður og Tjóðveldi
kunnu semjast um onkur av
prinsippunum I fullveldis-
tilgongdini. Sleppir Javn-
aðarflokkurin papageyka-
leiklutinum er kanska ikki
so nógv eftir av ósemjum
og
ósambæriligheitum.
Men hatur??? Tak teg
saman, maður.
Óføroyskt?
Sosialurin - 311820
Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
Vit hava BH í
støddum úr 65 til 110
cm í ummáli, og frá
AA til H skál.
Stóra bringu
ella lítla?
Ert tú ein av
teimum 80%, ið
ganga í skeivari
BH-stødd?
Støkk so inn á
gólvið hjá okkum
og vit hjálpa tær at
finna júst tína
stødd.