hósdagur 5. apríl 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 5. apríl 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Føroyameistarar
Eftir at finalurnar í FM-kappingini fyri lið
vórðu leiktar fyri góðari viku síðani, er nú
greitt, hvør kann rópa seg føroyameistara fyri
veturin 2000/01
BRIDGE
Arnbjørn Sivertsen
og Bogi Simonsen
Bólkur A (FM)
Finalurnar í FM kappingini fyri lið vóru í Klaksvík um
vikuskiftið. Kappingin í 1. deild var mest sum avgjørd
frammanundan. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevði í
innleiðandi umførunum lagt sjógv millum seg og hini
liðini, og í Klaksvík róðu teir trygt sigurin í land. Á
liðnum hjá Allani leiktu eisini Jóannes Mouritsen, Heðin
Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr. Tað kann
sigast, at teir vunnu kappingina suverent, hóast hon ikki
var avgjørd fyrr enn í seinasti dystinum móti
FARODANE, sum kundi gerast føroyameistari, um teir
vunnu 25-2. Hetta var kortini ein ov stórur biti fyri liðið
hjá FARODANE, sum tapti dystin 12-18. Liðið hjá Allani
vann sostatt allar sínar 13 dystir í FM kappingini í ár.
Tillukku allir samlir!
Úrslit
Símin Lassaberg — FARODANE
13 — 17
Carl Mikkelsen — Allan Dal-Christiansen
11 — 19
FARODANE — Carl Mikkelsen
25 — 00
Allan Dal-Christiansen — Símin Lassaberg 24 — 06
Símin Lassaberg — Carl Mikkelsen
18 — 12
Allan Dal-Christiansen — FARODANE
18 — 12
Endaliga støðan:
1. Allan Dal-Christiansen 173
2. FARODANE
144
3. Símin Lassaberg
123
4. Carl Mikkelsen
95
Bólkur B (uppflyting)
Í bólki B, har tey aftastu liðini í 1.deild og tey fremstu í
2.deild kappaðust um uppflyting, hendi tað, at bæði liðini
úr 2.deild fluttu upp.
Á vinnandi liðnum hjá Hanusi Bærentsen leiktu eisini
Ásla Weihe, Hallgerð Hansen, Steingrím Weihe, Georg
Egholm og Børge Egholm. Veteranar, ið gera eitt gleðiligt
come back í 1.deild komandi ár!
Á hinum liðnum, sum kom upp, vóru Jóna Grunnveit,
Jógvan Juel Rasmussen, Eyðun Jensen, Eyðun Joensen,
Øssur Winthereig og Høgni Hansen.
Úrslit
Gunnar Mouritsen — Oddmar Danielsen
25 — 03
Jóna Grunnveit — Hanus Bærentsen
15 — 15
Oddmar Danielsen — Jóna Grunnveit
21 — 09
Hanus Bærentsen — Gunnar Mouritsen
20 — 10
Gunnar Mouritsen — Jóna Grunnveit
09 — 21
Oddmar Danielsen — Hanus Bærentsen
02 — 25
Endaliga støðan:
1. Hanus Bærentsen
60
2. Jóna Grunnveit
45
3. Gunnar Mouritsen
44
4. Oddmar Danielsen
26
Bólkur C
Oyndfirðingarnir á liðnum hjá Halduri Ellingsgaard
vunnu C-raðið. Við á liðnum hjá Halduri vóru eisini
Jóannes Olsen, Oddfinn Olsen og Eirikur Joensen.
Eyðun Anthoniussen — Henny Egholm
21 — 09
Haldur Ellingsgaard — Gullkonto
23 — 07
Danny Transport — John Reid Skoralíð
23 — 07
Eyðun Anthoniussen — Haldur Ellingsgaard17 — 13
Henny Egholm — Danny Transport
25 — 00
John Reid Skoralíð — Gullkonto
07 — 23
Gullkonto — Eyðun Anthoniussen
18 — 12
Danny Transport — Haldur Ellingsgaard
04 — 25
Henny Egholm — John Reid Skoralíð
19 — 11
Endaliga støðan:
1. Haldur Ellingsgaard
61
2. Henny Egholm
53
3. Eyðun Anthoniussen
50
4. Gullkonto
48
5. Danny Transport
27
6. John Reid Skoralíð
25
Grand Prix kappingin
Sunnudagin var opin parakapping í Klaksvík. Spæld var
ein Mitcell kapping við 7 borðum. Úrslitini vóru hesi (trý
tey fremstu):
NS:
1. Carl Mikkelsen – Jógvan Ranghamar
155
2. Rói á Rógvu Joensen – Hans Jacob Petersen
152
3. Robert Langgaard – Eyðun Anthoniussen
130
EV:
Jóna Grunnveit – Hallberg Arnfríðsson
158
Heðin Mouritsen – Jóannes Mouritsen
141
Marjun Restorff – Jógvan Juel Rasmussen
136
Vit skulu síggja eitt av spølunum, sum varð spælt
fríggjakvøldið. Tað er Bogi Simonsen, liðskipari hjá
FARODANE, sum situr við róðrið.
N/-
Norðan
1073
J10943
J
10954
Vestan
Eystan
A9542
QJ86
6
AK8
KQ853
A942
87
KJ
Sunnan
K
Q752
1076
AQ632
NS: Rói á Rógvu Joensen — Símin Lassaberg
EV: Bogi Simonsen — Niels Nielsen
V
N
E
S
-
pass
1 rú
pass
1sp
pass
2 ut
pass
4 rú
pass
4 ut
pass
5 sp
pass
6 rú
pass
pass
pass
2ut meldið kann tykjast eitt sindur løgið, tá man hevur 4
lit við makkaranum í spaðara. Tey flestu av okkum høvdu
lest meldað 3 ella 4 sp. Men Bogi vildi á henda hátt hava
makkaran at vísa, um nakar áhugi var fyri slemmi. 4 rú hjá
Niels vísa slemmáhuga. 4 ut spyr eftir essum. 5 sp lovar
tvey ess av fimm (rú K er eitt ess) og trumf frúgv. Bogi
kundi nú tað sama meldað 6 sp, men fyri at verja fyri
einum útspæli í kleyvara gjøgnum KJ, valdi hann at melda
6 rú.
Útspælið var trumfur. Bogi tók trumf og hj AK, har hann
kastaði ein kleyvara á borðinum. Nú skuldi spaðaraliturin
loysast — spQ til kong og ess, og tá Bogi síðan klípti sp
10 gjøgnum Norðan, var kontraktin heima. Mótspælið
fekk bara fyri kl A.
Við hitt borðið spældi Eystan 6 sp, sum kundi farið
niður beinan vegin, um kleyvari kom út. Norðan valdi at
spæla singleton rútara út, men kontraktin fór hóast tað
niður, tá spælførarin gitti galið í spaðara.
FM fyri pør
7. apríl verður FM-semifinalan fyri pør leikt í Bridge-
húsinum í Havn. Byrjað verður at spæla fyrrapartin kl.
10.00. Tilmelding fer fram í Bridgehúsinum ella hjá
Marjun Restorff tel. 31 91 42 í seinasta lagi mikudagin 4.
apríl.
Teir fimm, sum vóru á liðnum, sum vann FM-kappingina fyri
lið: F.v. Allan Dal-Christiansen, Jóannes Mouritsen, Heðin
Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli (Balle) Mohr
Fríggjadagin verður
møguleiki at síggja
dystin hjá føroyska
landsliðnum móti
Russlandi á sjón-
varpsskíggja
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað mundi ivaleyst vera
mong, sum harmaðust, at
SvF ikki kundi senda bein-
leiðis, tá landslið okkara
fyri viku síðani dystaðist á
Luzjniki Stadion í Moskva.
Úrslitið var sum kunnugt
avbera gott, og hóast tapið
høvdu føroysku leikararnir
alla orsøk til at vera ernir av
avrikinum.
Føroyskir
sjónvarps-
hyggjarar hava havt møgu-
leika at sæð brot frá dystin-
um, men enn hevur so ikki
verið gjørligt at síggja allan
dystin. Hetta hevur 12.
maður nú tikið stig til, og
fríggjakvøldið
klokkan
20.00 verður B36-húsið
karmur um eina seinkaða
sýning av dystinum.
Formaðurin í 12. manni,
Regin Egholm, sigur, at tað
eru nógv fólk, sum hava
spurt seg fyri, um ikki
onkur møguleiki er at vísa
dystin. Víðari sigur hann, at
tað umvegis Ivan Moska-
lenko, sum í trý ár hevur
búð í Føroyum, hevur eydn-
ast at fingið fatur á einum
sjónbandi við dystinum, og
er tað hetta, sum klokkan
20.00 verður sett í video-
spælaran í B36.
Regin er sum vera man
fegin um hendan møguleik-
an, og vónar hann, at nógv
fólk verður at síggja í B36
húsinum.
Møguleiki at hyggja
Var tað brotsspak. Met sjálv/ur, tá dysturin millum Russland
og Føroyar verður sýndur í B36-húsinum fríggjakvøldið
FM kappingarnar hjá
yngru deildunum í
flogbólti vórðu av-
greiddar um viku-
skiftið
FLOGBÓLTUR
Tíðindaskriv
Um vikuskiftið hevur Flog-
bóltssamband Føroya skip-
að fyri føroyameistaraskap-
ið fyri yngru deildirnar, og
var luttøkan aftur í ár met.
Samanlagt hava 101 lið lut-
tikið í FM í ár fyri tær
yngru deildirnar, so hetta er
ein stór framgongd í mun
til fyri 3 árum síðani, tá
umleið 65 lið luttóku. Tann
stórsti bólkurin var aftur
hesaferð gentur 12 ár, har
íalt 29 lið vóru tilmeldað.
Sjúka darvaði
Men tíanverri møttu ikki øll
liðini, tí influensa herjar
millum føroyaska ung-
dómin í løtuni. Tað vóru tí
nøkur lið sum góvu avboð
og ikki møttu, og hetta
darvaði kappingini eitt
sindur, men tó ikki so nógv,
at hetta fekk álvarsligar
fylgjur.
Í tríggjar dagar
Kappingin var leikt í Havn
og leikt var frá fríggja-
kvøldi til sunnudag á íalt 9
vøllum og vinnararnir vóru
hesir í ymsu deildunum.
Tað skal viðmerkjast, at
aldurbólkurin 16 ár bert
luttók í eini steypakapping,
tí hesin aldursbólkurin hev-
ur luttikið í leypandi lands-
kapping alt árið. Tíverri
hava vit ikki myndir av hes-
um aldursbólkinum, men
viðmerkjast skal kortini, at
Gullið fór til Fleyr, sum í
finaluni vann á SÍa. Brons-
una í hesum bólki vann SÍb.
Annars hava vit myndir av
øllum hinum vinnarunum
her á síðuni.
Serliga innan yngru bólk-
arnar er leikliga gongdin í
stórari menning, og Flog-
bóltssambandið upplýsir, at
tað komandi ár verður lagd-
ur størri dentur á venjaraút-
búgvingina, og í hesum
sambandi er samarbeiði tik-
ið upp við Dansk Volleyball
Forbund eins og samstavið
við DGI heldur áfram.
Dreingir 12. Gull: Fleyr, Silvur: Mjølnir, Bronsa: SÍ
Dreingir 14, Gull: SÍ, Silvur: Mjølnir, Bronsa: TB
Dreingir 9, Gull: TB, Silvur: Fleyr, Bronsa: SÍ
Gentur 12, Gull: Mjølnir, Silvur: TB, Bronsa: Dráttur
Gentur 14, Gull: TB, Silvur: KÌF, Bronsa: SÍ
Gentur16 (steypavinnarar), Gull: KÍF, Silvur: Dráttur,
Bronsa: Fleyr
Gentur 9, Gull: TB b, Silvur: TB a, Bronsa: Fleyr
Kvinnuunglingar, Gull: TB, Silvur: KÍF, Bronsa: Fleyr
Mansunglingar, Gull: Fleyr, Silvur: Fram, Bronsa: Nøvan
FM- fyri yngri deildir