hósdagur 5. apríl 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 67 - 5. apríl 2001
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Fyri fyrstu ferð hevur
ÍSB skipað fyri
borðtenniskapping
ÍSB
Tíðindaskriv
Hóskvøldið 29. mars skip-
aðu ÍSB og høvuðsstuðul
tess, Føroya Lívstrygging,
á fyrsta sinni fyri FM-
kapping í borðtennis.
12 luttakarar vóru við í
kappingini, og kappast varð
í trimum bólkum. Rørslu-
og menningartarnað kapp-
aðust hvør sær. Støðið í
kappingini var rættiliga
høgt, og eftir kappingina
segði Egga Jenen, formað-
ur í ÍSB, at um leikararnir
halda áfram, so er ikki
óhugsandi, at ÍSB fer at
taka lut í norðurlanda-
meistarakapping í borð-
tennis um eitt ella tvey ár.
Úrslitini í kappingini
vórðu annars hesi.
Nr. 67 • hósdagur • 5. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hesir vunnu heiðursmerki í bólki trý, rørslutarnaðir menn: Haldur Hansen, Jónsvein Petersen og Atli Skaalum
Flogbóltssamband-
ið ferð komandi
leygarkvøld 7. Apríl
at skipa fyri stórari
Gallaveitslu í Havn
fyri leikarum,
nevndum og
øðrum
FLOGBÓLTUR
Tíðindaskriv
Ætlanin var ikki at skipa
fyri hesum í ár, men
nógv hava heitt á FBF
um at skipa fyri hesum,
og hetta verður nú
gjøgnumført.
Á skránni verður mill-
um annað val av besta:
- Álopsleikara
- Blokkleikara
- Verjuleikara
- Hevara
Eisini verða ársins leik-
arar og ársins stjørnu-
skot kosin. Hesi fáa
steyp til ognar.
Tað verða meistara-
deildarleikararnir
hjá
ymsu feløgunum, sum
skulu
atkvøða
um,
hvørjir teir einstøku
leikararnir vera.
Góður matur verður til
matna við trimum rætt-
um eins og morgun-
matur verður seinni út á
náttina, eftir at dansurin
er byrjaður.
Hetta er fyrstu ferð at
hetta tiltak verður roynt
innan
flogbóltin,
og
vónandi verur hetta eins
væleydna sum veitslur-
nar hjá hondbóltinum og
fótbóltinum.
Borðtennis hjá ÍSB
Bólkur eitt
navn
heimstaður
stig
Jógvan Jákup Høj
Tórshavn
14
Jákup Eli Joensen
Sumba
10
Júst í túni
Toftir
8
Jørgen á Vollanum
Miðvágur
6
Theodor Esmar Hansen
Kollafjørður
2
Øssur Guðmundsson
Tórshavn
2
Bólkur tvey
Unn Mortensen
Tvøroyri
12
Jana Sørensen
Tórshavn
2
Bólkur trý
Jónsvein Petersen
Haldarsvík
10
Atli Skaalum
Tórshavn
8
Haldur Hansen
Runavík
6
Dánial Jákp Djurhuus
Strendur
0
Eftyir at tað leingi
hevur sæð svart út,
eydnaðist tað lok-
sins hjá almennu
donsku rásunum at
fáa rættindi at
senda HM-fótbólt
komandi summar
SOFAFÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir langar og drúgvar
samráðingar, eydnaðist
tað týsdagin teimum
báðu donsku rásunum,
TV2 og DR at tryggja
sær rættindini til at
senda frá komandi HM-
kapping í fótbólti.
Tað
hevur
annars
leingi ligið í luftini, at
tað ikki fór at eydnast
teimum báðu stóru rás-
unum at fáa rættindini,
hóast eitt ES-direktiv
ásetur, at ítróttahending-
ar av stórum tjóðskapar-
ligum týdningi skulu
kunnu síggjast av øllum
landsins íbúgvum. Hetta
hevði nevnliga merkt, at
tær báðar støðirnar bert
høvdu fingið rætt til at
sent teir dystir, har Dan-
mark spælir, umframt
seinastu umførini í HM-
kappingini.
Avtalan, sum nú er
fingin í lag, er gjørd í
samstarvi við svenska
STV og norska NRK.
Hetta merkir so sam-
stundis, at vit í Føroyum
fáa møguleikan at fylgja
við, tá farið verður
ígongd við HM-kapp-
ingina, tí SVF fær sam-
sent
við
tær
báðar
donsku rásirnar.
HM-fótbóltur
á skíggjan
Hondbóltsleikarar í
Vestmanna hava nóg
mikið at fegnast um,
tá kappingarárið er
lagt aftur um bak, og
veitslurnar til hetta
endamál tróta heldur
ikki
GALLAVEITSLA
Jákup Mørk
Tað eru nú tvey ár liðin,
síðani fyrstas gallaveitslan
fyri hondbóltinum varð
hildin, og einki er at ivast í,
at hetta hevur verið eitt væl
eydnað tiltak.
Ikki bara hevur hetta ver-
ið ein afturvendandi táttur
síðani fyrstu veitsluna, men
eisini hava aðrar ítrótta-
greinar tikið táttin upp, sum
eitt slag av endabresti fyri
kappingarárið.
Í Vestmanna
Tí er sjálvsagt, at galla-
veitslan aftur verður í ár,
men í mun til undanfarin ár
verður hon í ár hildin í
Vestmanna, har føroya-
meistararnir
hjá
bæði
monnum og kvinnum halda
til.
Umframt, at veitslan líka
sum markerar endan á
kappingarárinum, er hetta
eisini staðið, har ársins
leikarar, venjarar og dóm-
arar verða avdúkaði. Und-
anfarin ár hevur hetta verið
gjørt eftir einari atkvøðu-
greiðslu millum leikarar-
nar, men í ár er hendan
mannagongd broytt nakað.
Hesa ferð verða tað fimm
umboð fyri fjølmiðlararnar,
sum saman við venjarunum
hjá ymsu feløgunum og
einum leikara úr hvørjum
liði, sum skulu gera av,
hvørji kunnu rópa seg
ársins, tá kappingarárið er
lagt væl og virðiliga aftur
um bak.
Íalt skulu 15 virðislønir
latast, og eru hesi: Ársins
leikari, - málskjútti, - mál-
verji, - verjuleikari, - venj-
ari, - áleypari og – stjørnu-
skot. Fyri hesar bólkar er
galdandi, at kvinnur og
menn verða kosin hvør sær.
Seinasta virðislønin verður
latin til ársins dómarapar.
Gallaveitslan verður hild-
in mikudagin komandi, og
roknast kann við, at hópin
av leikarum, venjarum og
dómarum fara at nýta høvi
til at takka hvørjum øðrum
fyri kappingarárið, sum um
tríggjar dagar er av.
Gallaveitsla
í flogbólti
Hondbóltsveitsla í Vestmanna
Mitsubishi, ið eru
kendir sum slóð-
brótarar innan
bensinmotorar við
beinleiðis innspræn-
ing, hava nú eisini
gjørt ein nýggjan
turbodiesel motor við
commonrail tøkni
BILAR
Magnus Gunnarsson
Mitsubishi Carisma DI-D
hevur nýggja turbodiesel
motorin. DI-D stendur fyri
Direct Injection Diesel, og
fáast við ávikavist 102 hk
og 115 hk. Hesir motorar
eru sera orkusparandi og
trekkja væl. Tað er ein
nútímans motortøknifrøði
ið skilir DI-D motorin frá
vanliga dieselmotorinum,
við mekaniskari innspræn-
ing uppá 150 bar. Hetta er
ein fult elektronisk inn-
spræningsskipan, sum ger
tað møguligt at stýra inn-
spræningartíðini
og
mongdini av brennievni
heilt neyvt. Nýggja skipan-
in arbeiðir við einum trýsti
uppá 1800 bar í einum
felags føðirøri, ið er meira
enn 10 ferðir so nógv sum í
vanliga dieselmotorinum.
Ríkiligt av kraft
Fyrimunurin
við
høga
trýstinum er, at støvingin af
brennievninum verður so
fín, at drívmegin og orku-
sparingin verður munandi
betri. Motorurin við 102 hk
hevur so góðan snúnings-
mátt, at ikki er neyðugt at
skifta gear so ofta sum
annars. Bilurin er kvikur,
trekkir væl og hevur ríkiligt
av kraft til yvirhálingar.
Mánadagin kom
fyrsti Mercedes-Benz
C av nýggja modell-
inum til landið. Hetta
er ein sera væl út-
gjørdur Mercedes C
220 CDI, í Elegance
útgávuni
BILAR
Magnus Gunnarsson
Eftir at hava arbeitt í fýra ár
og gjørt íløgur uppá millum
11 og 12 milliardir, hevur
tað eydnast at gera nakað
av tí besta, sum komið frá
Mercedes verksmiðjuni í
Stuttgart. Hóast bilurin
minnir um forgangaran, er
hetta ein heilt nýggjur bilur,
ið er rúmligari innan og
hevur størri viðførisrúm.
Ein onnur broyting til tað
betra, er at bilurin nú hevur
tannstongstýring, sum ger
at hann er sera góður og
stúttur at koyra.
Væl útgjørdur
Tríggjar útgávur eru at
velja ímillum, Classic, Ele-
gance og Avantgarde, og
listin yvir útgerðina er
næstan óendaligur. Stan-
dard útgerðin er til dømis
ABS bremsur, ARS anti-
spinn, BAS bremsuassi-
stent, APS elektronisk sta-
bilitetskipan, el-síðurútar,
kassa til fyrstuhjálp, sjey
hátalarar. Umframt airbag
framman og í síðunum,
hevur hann eisini windows
airbags, ið verja høvdið við
ein síðusamanstoyt.
ÚT AT KOYRA
Ford íløgur
í Norra
Ford setur eina milli-
ard krónur í norsku
el-bilaverksmiðjuna
Think. Framleiðslan
verður framhaldandi
í Aurskog, uttanfyri
Oslo. Næsta ár kem-
ur ein størri Think
bilur til amerikanska
marknaðin.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Ísfrían
framrút
Amerikanska
fyri-
tøkan Torvec, er í
ferð við at gera ein
framrút, sum ikki
frystur til um náttina.
Teir siga at veikt sta-
tiskt elektrisitet ger at
rúturin frystur. Á ein
næstan
ósjónligan
hátt, ber til at nev-
tralisera løðingina, so
rúturin ikki frystur.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Chrysler
við undir-
skoti
Tað koma at ganga
upp til fýra ár, áðrenn
kreppurakta Chrysler
bilverksmiðjan kem-
ur at geva pengar,
sigur
Daimler
Chrysler
stjórin,
Jürgen Schrempp. Í
ár verður undirskotið
umleið 10 milliardir
krónur.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Mitsubishi Carisma DI-D
Mitsubishi Carisma 1.9 DI-D
Motorurin
4 syl. 1,9 litur 102 hk
0-100 km/t
11,9 sek
Oljunýtsla
8,2 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
447,5 cm
Breidd
171,0 cm
Hædd
140,5 cm
Eginvekt
1275 kg
Totalvekt
1800 kg
Prísur
kr. 207.500,-
Mercedes-Benz C 220 CDI
Mercedes C 220 CDI
Motorurin
4 syl. 2,l litur 143 hk
0-100 km/t
10,3 sek
Oljunýtsla
16,1 km/l
Dekkkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
452,6 cm
Breidd
172,8 cm
Hædd
142,7 cm
Eginvekt
1520 kg
Totalvekt
2000 kg
Viðførisrúm
455 litrar
Tríggjar útgávur eru at velja ímillum, Classic, Elegance og Avantgarde, og listin yvir útgerðina
er næstan óendaligur
Mynd: Jens K. Vang
Mitsubishi kemur nú við nýggjum dieselmotori