fríggjadagur 13. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 133 - 13. juli 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góði Tollak
Mamman vil so fegin skriva nøkur
orð um teg, men tað fellur mær so
svárt, og orðini finnast ikki.
Í minni mínum kennast árini
brádliga
so
stutt
síðani
tann
summarmorgun í 1988, tá íð tú kom
til verðina, og hetta síðsta árið hava
tankarnir ofta vent aftur til hetta
minnið.
Tú var ein fittur og vælskaptur
drongur, og í minari verð tann søtasti
av øllum, eingin var sum kundi
mátast við teg. Summarið var í besta
blóma, og eg gleddi meg til at koma
heim við tær og nýta teir síðstu
mánaðarnar av sumrinum saman við
tær og diddu.
Tú var ein deiligur drongur, treivst
væl og hevði gott mót upp á lívið.
Framtíðin sá lovandi út, og longu tá
hevði tú nógvar javnaldrar at verða
saman við, tí at nógv systkinabørn
vórðu fødd um sama tíðarskeið. Tit
vuksu upp saman og høvdu nógva
gleði av hvørjum øðrum, og saknurin
millum tey er óberandi stórur í dag.
Um trý ára aldurin var tú ofta
ávirkaður av sjúku, ofta innlagdur,
men altíð við gott mót, smílandi og
glaður, og hóast mótgang stóð tú
ongantíð aftan fyri onnur børn,
tvørturímóti.
Í 1994 fekst tú ein lítlabeiggja,
Róa, tit vóru sera tætt knýttir at
hvørjum øðrum, og sum árini gingu,
vóru tú, Birna og Rói óskiljandi.
Sjálvt um tit til tíðir vóru langt frá
hvørjum øðrum, høvdu tit samband
dagliga. Í 1995 fluttu vit til
Danmarkar. Hetta fall ikki í góða
jørð hjá tær at byrja við, tú hevði jú
alt tað, sum tú hevði brúk fyri á
Sandi, nógvar góðar vinir, og so nátt
úruna sum tú var so glaður fyri. Tað
gekk tó ikki long tíð, til tú hevði
funnið tær nógvar vinir í Danmark,
og títt lætta lyndi gjørdi, at tú hevði
skjótt og lætt við at falla til.
Eftir eitt ár í Danmark fluttu vit
aftur til Føroyar, vælvitandi um at
tað bert var fyri eina stutta tíð. Tú
byrjaði í Hoyvíkar skúla, og har fann
tú eisini nógvar góðar vinir, og vinar
lagið vardi við, eftir at tit vóru blivin
stór. Hetta árið í Føroyum búðu vit í
Onnugøtu í Hoyvik, har Birita
mostur búði, og eisini har knýtti tú
nógv vinarbond, bæði við børn og
vaksin, so tað fall tær ringt at skula
flyta aftur úr Føroyum eftir bert eitt
ár.
Sama árið flutti pápi tín úr
Føroyum til Skagen. Hetta var tú so
glaður fyri, og sjálvt um túrurin var
langur millum Keypmannahavn og
Skagen, feraðist tú so ofta sum tað
lat seg gera, har var tú tættari
sjólívinum, og øllum sum við tí
fylgir.
Tá ið tú skuldi byrja í 8. klassa,
vildi tú á eftirskúla á Bornholm.
Mamman helt, at tú kanska var ov
lítil til tað, men tú gavst ikki. Ein av
tínum bestu vinum skuldi byrja har,
og aftaná nógvar og drúgvar samtal
ur endaði tað við, at eg gav meg, og
tú slapp avstað. Hesa avgerð havi eg
ongantíð angrað. Tú elskaði at verða
har, og tey tvey árini tú var har, men
ti tú teg nógv í allar mátar. Tú var
nakrar ferðir við skúlanum á skíferiu,
sum tú dámdi væl.
Tað var altíð so stuttligt at vitja
teg, tí tú var altíð fúsur í at vísa
okkum
alt
sum
fór
fram
á
skúlanum.
Aftaná 9. klassa var tú í iva um,
hvat tú skuldi. Tú valdi at taka
trygdarskeið í 3 vikur og síðani út á
sigla. Babba skaffaði tær ein kjans
við Næraberg, og síðani við Atlantic
Navigatur, sum tú var sera glaður
fyri.
Nú her at enda renna tankarnir
aftur til seinasta summar, sum
byrjaði so gott. Eg minnist, hvussu
tú gleddi teg til, at vit skuldu koma
heim. Vit ringdu saman fleiri ferð
um dagin og planløgdu ymisk, vit
skuldu gera.
Eg havi ofta hugsað um allar tær
góðu løturnar, vit fingu saman hetta
summarið. Tær virkaðu meira inni
ligar enn nakrantíð. Vit høvdu
nógvar góðar samtalur, og tað
seinastu náttuna svóvu vit saman á
sofuni hjá ommuni og abbanum.
Dagin eftir skuldi tú til Havnar
við øllum syskinabørnunum, sum
endiliga vóru samlað. Tit vóru serli
ga tætt knýtt, og har sum tú var, var
tað altíð gleði og gaman, og einki
var óført. Tit høvdu nógvar planir
hetta summarið og serliga hetta
vikuskiftið, sum so brádliga endaði
áðrenn tað byrjaði.
Orð eru fátøk. Tíðin vit fingu
saman var so stutt, men alt sum vit
hava upplivað saman kann aldrin blí
va pláss fyri her. Minnini eru so
ómetaliga nógv, og eg goymi tey
væl.
Við hesum vil eg lýsa frið yvir
minnið um mín elskaða son, Tollak.
mamman
Til minnis um son mín Tollak
f. 31. juli 1988 d. 14. juli 2006
Dagurin
14. juli. Bonaventura, deyður í 1274. Hann var úr
Italiu og æt upprunaliga Giovanni Fidanza, men
halgisøgan sigur, at tað var sjálvur hin heilagi Frans,
sum gav honum navnið Bonaventura, ið merkir
eydnurík hending. Bonaventura varð seinni biskupur í
Albano, og hann gjørdist ein tann mætasti
lærumeistarin hjá katólsku kirkjuni í miðøld
15. juli. Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá,
at á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera
eftir boðum Jesu (matt. 28, 19). Tummas og
Bartolomeus fóru eystureftir, Símun og Matteus
suðureftir, Filippus og Judas Taddeus norðureftir og
hinir lærusveinarnir ymsar vegir. Søgan sigur eisini,
at áðrenn teir skiltust, settu teir saman ápostólsku
trúarjáttanina.
16. juli. Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður sagt
frá, at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð løgd
undir ótrúskap, men varð bjargað av profetinum
Dánjali. Súsonnuvísa varð kvøðin í brúardansi í
Føroyum. Navnið er hebráiskt og merkir lilja.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu,
tá kæri sonur og bróðir okkara
Kaj Anton Jacobsen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll, ið hava biðið og víst umsorgan og
hjálpsemi ta tíðina, ið Kaj var sjúkur.
Takk til øll skyldfólk og vinfólk fyri stuðul,
hjálp og troyst.
Takk til øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til
Krabbameinsfelagið.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara síðsta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Solveig og Harry
Sólrun, Alma, Eimee og Harry
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið