fríggjadagur 13. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti
14
oyggjaleikir
Oyggjaleikir í
Besta føroyska oyggjaleikalúrtøkan nakran tíð kom til høldar í ringast fyriskipaðu oyggjaleikunum nakrantíð. Við 24 gullmerkjum stóðu Føroyar
næst ovast á listanum, tá samlaða heiðursmerkjabýtið varð talt saman, og tí gjørdist talan um nógvar ógloymandi løtur í mongu hitastigunum á
griksku feriuoynni. Myndamður okkara, Álvur Haraldsen, fangaði nógvar av løtunum í linsuni, og á hesum síðum hava vit valt nakrar teirra út.
Eingin yvir og eingin við
síðuna. Føroyska
kvinnustafettin gjørdi
fullkomuliga bart í
svimjihylinum, har tær
settu nýtt oyggjaleikamet
á øllum stafett-teinunum
hjá kvinnunum
Finalan varð tapt, men tað merkti ikki at alt var tapt. Og hóast kossurin ikki varð gyltur
hesaferð, so mundi Jóhan Petur á Stongum fegnast um stuðulin, sum varð veittur
honum og liðnum til tað seinasta
Fittur var hann. Lítla reinsdjórið, Rhodelios, sum var
maskottur á oyggjaleikunum. Hjá føroyingunum mundi
tað vera ríkiliga heitt, hóast fólk vóru nakin yvir beltið,
men Rhodelios tóktist tó stórtrívast í sólini, sum hann
eisini er uppkallaður eftir