fríggjadagur 13. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133- 13. juli 2007
15
nøvn
Sunnudagin fyllir Gudmund
Bjarnason Gudmundarson í
Hvalba, 80 ár.
Hann er sostatt føddur í
1927 og er sonur Onnu Bjar
nason og Jacob Meinhard
Poulsen á Skallanum í Hval
ba, og hann er elstur av seks
systkum.
Í 1951 giftust hann við
Petrinu, fødd Johansen, úr
Havn og tey búsettust á
Skallanum, har tey høvdu
bygt. Gudmund og Petrina
eiga fimm børn: Herluf,
sum doyði longu í 1974,
Gudny, Gisla, Øss og Trúg
va.
Longu 14 ára gamalur fór
Gudmund at arbeiða í kol
inum, líka til hann fór at
rógva út í Íslandi og arbeiddi
á flakavirki í Vestmanna
oyggjunum. Í 1960 bygdi
Gudmund bátin “Skalla
brøðir”, saman við bróðri
num, Pól. Báturin varð seld
ur aftur í 1965.
Í 1966 flutti Gudmund og
húski til Havnar, og eftir
tað arbeiddi hann í Íslandi í
fimm ár og síðani hjá E.
Phil & Søn.
Í 1976 fór hann at arbeiða
sum sjálvstøðugur grótlað
ari og har standa nógvir
varðar eftir hann, tí hann
hevur laðað rundanum bæði
Lágargarð, SMS, Trygging
ina, Dimmalætting og Før
oya Banka á Skála, fyri at
nevna nøkur av hansara
avrikum. Hann hevur eisini
laðað Yviri við Strond.
Hann gavst í 1998 og í
2001 flutti hann og Petrina
aftur til Hvalbiar at búgva.
Góði pappa: Hjartaliga til
lukku á áttati ára degnum.
Dagurin verður hildin sam
an við familjuni.
Børnini
Grótlaðarin í Hvalba áttati
Tíggju næmingar á Føroya Skjómansskúla tóku skiparaprógv í juli 1972, teir vóru: Harry M. Hansen, Egil E. Tofteaard, Fuglafjørður, Sofus Ejler Rubeksen, Tórshavn,
Marner J. Danielsen, Strendur, Eyðun Poulsen, Eiði, Rólant Poulsen, Eiði, Jens P.S. Hansen, Vinjard F. Joensen, Tórshavn, Jákup Lassin Nýggjagarð, Hvannasund,
og Andreas Gærdum Johansen, Klaksvík, (raðfylgjan er tilvildarlig). Ein næmingur vantar á myndini. Millum næmingarnar á aftara rað er eisini Carl Vang, lærari.
Fyri 35 árum síðani
Skiparaprógv í 1972
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór.