fríggjadagur 13. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 133 - 13. juli 2007
nøvn
Føðingar
Í januar fekk Benjamin Vijay lítlusystur sína, sum er
fødd 21. november 2005 í India (Mombai) og eitur
Jóhanna Maria Geetali. Foreldur teirra eru Haldís
Ólavsdóttir og Óli Lisberg og tey búgva í Hoyvík.
1. juli fingu
Gunnvá Bjark
hamar og Hjalti
Thomsen,
Keypmannahavn,
eina dóttur. Hon
vigaði 3750gr og
var 53 cm long.
Tann 3. juli bleiv
Heiðrun stóra
systur. Tá Malan
Holm Erlingsson
& Niels Gunnar
Petersen, Tórs
havn, fingu eina
gentu, sum var
53 cm og vigaði
3450 gram.
25. juni fingu Maj-Britt og Erling Jacobsen, Gøtugjógv,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3975 gr.
6. juli fingu Erla Heinesen Højsted og Osvald Olsen,
Frederiksberg, ein son, hann var 53 cm langur og vigaði
3300 gr.
7. juli fingu Poula Bech, Tórshavn, og Hansmar Poulsen,
Toftum, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2950
gr.
7. juli fingu Durita Patti og Pauli Dahl, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3350 gr.
7. juli fingu Marjun Jakobsen og Sigmar Davidsen,
Argjum, ein son. Hann var 60 cm langur og vigaði 5250
gr.
8. juli fingu Akiko og Ragnar Waagstein, Kagawa
Japan, eina dóttur. Hon vigaði 2590 gr. og var 45,6 cm
long.
10. juli fingu Sunniva Østerø og Jan Ljósá, Strondum,
tvíburar. Onnur var 51 cm long og vigaði 2890 gr, hin
51 cm long og vigaði 2780 gr.
11. juli fingu Málfríð og Jacob Pauli Lamhauge,
Strondum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4000 gr.
Góða, elskaða Unn.
Ongantíð hevur sorgin verið
størri enn tann dagin, vit mistu
teg. Dagurin hjá okkum byrjaði
sum vanligt, men tín var longu
liðugur.
Tú hevði alt lívið framman
fyri tær, og visti hvat tú skuldi
brúka tað til. Tú gekk í
handilsskúla og hevði eitt ár
eftir.
Eisini
ætlaði
tú
í
bíbliuskúla í Onglandi, síðani
út í verðina sum trúboðari. Tú
elskaði familjuna hjá tær og
setti tey altíð í fremstu røð.
Tú dugdi væl í skúlanum og
arbeiddi hart. Eisini dugdi tú
væl at lurta og geva ráð, og tú
stóð fast við tað, sum tú trúði
uppá.
Tú var nakað fyri teg, tú
hugsaði øðrvísi enn aðrar 18
ára gamlar gentur. Til dømis
hugsaði tú um hvat var tað
enska orðið fyri »Vestara
áarbakka« og hví «at kunna«
ikki hevði nakran navnhátt á
enskum. Tú las bøkur so sum
»Á skatturin, skatturin« og
»Dávur í Tjørnuvík«.
Tú var sera opin og segði alt
akkurát sum tað var, so var tað
nakað, man vildi vita, og vildi
man hava eitt erligt svar, so
var bara at spyrja teg. Tú var
altíð glað, hjartagóð og klár at
geva eina hjálplandi hond. So
skjótt tú kom inn til eina av
okkara, føldi tú teg heima og
fór at gera kaffi.
Tú fekk altíð fólk at flenna.
Og var tað ikki við teimum
stuttligu tingunum, tú segði,
so var tað við teimum stuttligu
grimassunum, tú gjørdi. Tú
var ein sera góð vinkona og
tað besta menniskja.
Vit sita allar enn og bíða
eftir, at tú skal ringja ella koma
inn at práta eina løtu. Vit hava
øll tey góðu minnini um teg í
okkara hjørtum, og tað fyllir
okkum við gleði og kærleika,
sum eisini hjálpa okkum
gjøgnum hesa ringu tíð. Og tá
vit hugsa um teg, og tíðina vit
hava havt saman, er tað lættari
hjá okkum at kunna práta,
gráta og flenna saman.
Tað gongur ikki ein tími, har
vit ikki hugsa um teg og tíni,
ið eftir sita. Lívið er ikki tað
sama uttan teg og tað fer tað
ongantíð at verða aftur. Okkum
leingist ótrúliga nógv eftir tær,
og fara vit aldri at gloyma teg.
Takk fyri alt. Sov gott,
elskaði eingil, til vit síggjast
aftur. Vit elska teg.
Heilsan
Turið, Nora Maria, Vár, Sissal
og Hanna
Til minnis um okkara elskaðu vinkonu
Unn Hansdóttir
fødd 15. juli 1988 deyð 20. apríl 2007
I'm sorry for all the words
I'm sorry for all the words I didn't say
It's too late – cause now you've gone so far away
I feel like I'm lost – with nothing left but
shattered dreams
So lonely – I'm holding on to memories
But then I feel your love surrounding me
And it takes away the pain inside of me
I believe we'll be together.
We may be so far apart.
But I know that you'll always stay inside
my heart
Your spirit gives me hope to carry on
I understand that even though you're gone.
Life goes on, life goes on without you.
Another day – Another time and place
Somewhere, someway – we'll meet another day.
No matter how much we need you now
Heaven needed you more.
Lesið Sosialin - so eru tit við