Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • 13. juli 2007 Vikuskifti 16 oyggjaleikir Hálvt marathon var á skránni longu fyrsta kappingardagin. Tað var mest sum ov nógv av tí góða hjá føroysku luttakarunum, men um málið komu tey. Eisini hóast hetta skilliga tók sera hart upp á Rigmor N. Arge her á myndini og Guttorm Sørensen Høgni Øster hevur áður umboðað Føroyar í fimleiki á oyggjaleikum. Hesa ferð valdi hann tó at royna seg í fjallasúkklling og cross-country. Báðu ferðirnar fullførdi hann kappingarnar, og hetta var eisini málið. Nú gongur leiðin so til fimleikaoyggjaleikirnar saman við fimleikalandsliðnum Judo er kampsportur, har adrenalinið veruliga sleppur at renna runt. Her er Ragnar við Streym púrasta uppgearaður, eftir at hann hevur falt mótstøðumann á vegnum móti finaluni Hóast tey ikki vunnu heiðursmerki, so vann unga føroyska borðtennislandsliðið sær virðismiklar royndir. Royndir, sum ætlandi skulu menna liðið móti tindunum aftur um nøkur ár. Her er tað Ragnar Egilsson, sum roynir seg