fríggjadagur 13. juli 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 133 - 13. juli 2007
tíðindi
Andersen Beding á
Strondum hevur nógv
ár á baki. - Vit hava
í roynd og veru eitt
sera víttfevnt tilboð
til bátaeigarar, sigur
arbeiðsformaðurin,
Johan Andersen
SkipaSmíð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: At tað veruliga
er so sum Johan sigur,
prógvar ein stutt vitjan á
bedingini ein vakran dag í
farna mánaði.
Uppi á sjálvari sleipistøð
ini stóðu tveir bátar og við
bryggjuna lá ein annar. All
ir hava teir tørv á nøkrum
av tænastunum, sum arbeiðs
fólkið hevur at bjóða.
Teir átaka sær alt arbeiði
innan jarn, træ og glastrevju,
og ynskja haraftrat at vera
ein álítandi partnari hjá før
oysku fiskivinnuni.
– Her er nóg mikið at
gera. Mesta arbeiðið sum
vit gera eru kortini umvæl
ingar.
– Og tað vísir seg tíbetur
soleiðis, at tað altíð eru skip
og bátar, sum hava tørv á tí,
sigur Johan við Sosialin.
Í løtuni eru sjey mans til
arbeiðis. Hetta vísir seg at
vera
sera
hóskandi
til
arbeiðsgongdina og tørvin
á sleipistøðini.
Bátar og bátabrýr
Tveir av bátunum, sum
vóru í hondunum á arbeiðs
monnunum henda dagin,
skuldu skifta motorin út.
Annar teirra stóð á bedingini
og hin lá við bryggju.
Ein stuttleikabátur var
eisini tikin upp. Hann hevði
tørv á ymiskum umvæling
um, millum annað mátti
stevnirørið har afturi skift
ast út, tí tað var brotið.
Hinvegin so kann ein stað
festa, at talið av skipum á
Strondum hevur verið mink
andi tey seinnu árini.
Hetta hevur sum vera
man eisini havt ávirkan á
virksemið hjá Andersen
Beding.
Henda dagin vit vitjaðu á
bedingini vóru teir eisini í
ferð við eitt heilt annað
arbeiði, ið ikki beinleiðis
hevur við skip og bátar at
gera.
Sjóvar kommuna ætlar at
geva
smábátunum
betri
umstøður til atløgu, og hava
tí bílagt sær fleiri bátabrúgv
ar.
Henda dagin sóust menn
standa og sveisa nøkur
hongsl á hesar, áðrenn tær
verða lagdar út.
Ein beding fyri allar bátar
- Her er nokk at gera, sigur Johan Andersen
Mynd: Høgni Thomsen
- Vit átaka okkum alt arbeiði innan jarn, træ og glastrevju, sigur Johan
Mynd: Høgni Thomsen