fríggjadagur 13. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti 19
Dreymurin kann gerðast veruleiki: Tú
kanst búgva í marglæti í erva og dríva
handilsvirksemi í neðra – alt á einum
stað.
Fyrsta fatanin
Gongur tú í virknu handilsgøtuni, fært
tú straks varhugan av, at her er talan
um eina serstaka ogn. Tú sært ein sera
snøggan og væl bygdan bygning út til
vegin. Tað er óivað handilin, tú fyrst
fært eyga á, men lat teg ikki tøla. Har
er mikið meira, enn tú fatar við fyrsta
eygnakasti, og tá tú fert upp í íbúðina,
fært tú ein rættiligan hvøkk, at nakað
so vakurt kann liggja mitt í “gomlu”
Havnini.
Handilin
Alt er sera opið, ljóst og snøgt. Handilin
er rúmligur, aftanfyri er skrivstova
og hvíldarrúm, og tú kanst fara út á
terassuna at njóta ein kaffimunn, tá ið
tú hevur ein steðg.
Íbúðin – inni og úti
Tá tú kemur uppá, er ein sera snøgg
og íbúð, har alt er nýtt. Stílurin er
sera snøggur og strammur – sum tikin
úr BoBedre. Tú kanst fara út á ovaru
terassuna at eta, hugna tær og njóta
frálíka útsýnið yvir gomlu Havnina. Her
er lætt at njóta lívið. Í hjúnarúminum er
egið wc, og í stóra alrúminum við stovu,
borðstovu og køki er lætt at innrætta
seg fjálgt og hugnaligt, tí har eru skot
og horn og nakað av skrálofti.
Kjallarin
Í kjallaranum er egin inngongd, har tú
kanst sleppa til við vørubili. Tú eigur
plássið niðanfyri, og pláss er til uml.
4 bilar fram við húsinum. Annars er
fýrrúm, wc, trappuuppgongd, eitt minni
og eitt stórt goymslurúm.
Innrætting
Í miðhæddini er inngongd, handilshøli,
millumgongd, verkstaður, køkur /
skrivstova / stova / garderoba / starvs
fólkarúm. Sjálvstøðug inngongd og
durur til ovaru hædd og møguleiki fyri
at ganga upp innan er eisini. Í erva
er trappuuppgongd, gongd, baðirúm
/ vaskirúm, hjúnarrúm við egnum
wc og útgongd til terassu við útsýni
yvir býin, køkur / alrúm / borðstova
/ stova, kamar / stova. Í niðastu
hædd er inngongd, goymslurúm,
fýrrúm, stórt goymslurúm, wc,
trappuuppgongd.
Niðurstøða
Talan er um eina heilt serstaka ogn,
ið stendur út til høvuðshandilsgøtu
í miðbýnum í Havn, og sum í erva
hevur frálíkt útsýni yvir gomlu
Havnina og Vestaruvág. Útsýnið er
heilt einastandandi, og tú kanst fara
út í øllum hæddum at njóta veðrið.
Bygningurin er innrættaður av nýggjum
og kann væl nýtast til mong ymisk
endamál og mangt ymiskt (handilsligt)
virksemi. Møguleiki er fyri at byggja
eina fulla hædd afturat.
Snøggur handil og marglætisíbúð
Fakta
Dr. Jakobsensgøta 9, Tórshavn
Byggiár: 1987 & 2007
Hæddir: 3
Gólvvídd: 370 fermetrar
Grundøki: 205 fermetrar
Prísuppskot: 8.000.000,00