Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 133 - 13. juli 2007 tíðindi Meðan glopraregn herjar stórar partar av heiminum, hava fólk í milliónatali einki vatn. Reyði Krossur ynskir nú at veita hesum fólkum eina hjálpandi hon. Føroyingar eru eisini við í hesum arbeiðinum Neyðhjálp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: – Ja, vit vilja eisini fegin gera nakað við henda stóra trupulleikan, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi. Eitt stig á hesi leið var ein serstakur marknaðardag­ ur, sum varð hildin í Havn í farna mánaði. Heitið á hes­ um degi var Vatnsdropin. Yvirskotið av tiltakinum verður brúkt til eitt átak, sum júst snýr seg um reint vatn. Ætlanin er at lata tey ungu í felagsskapinum fáa kunnleika til týdningin av vatni og hvussu átroðkandi reinføri er. – Seinni kunnu tey so fara at vitja onnur lond, og har hjálpa til við kunning og átøkum um vatn, saman við øðrum lokalum ungfólk­ um í Reyða Krossi, sigur Suni. 1 mia uttan vatn Hósdagurin 22. mars var helst ein vanligur hósdagur fyri flest øll fólk í Føroyum. Men fyri tey, ið arbeiða við at betra um umhvørvið var hetta ein serstakur dagur ­ Alheims Vatnsdagur. Endamálið við hesum degi er at fáa fólk at hugsa um tann týdningin, ið vatnið hevur fyri heimsins mongu fólkasløg. Støðan er rættiliga álvar­ som, tí mett verður at í minsta lagi 1 milliard av heimsins íbúgvum hava ikki atgongd til reint vatn. – Hetta merkir aftur, at hesi fólkini verða rakt av sjúkum, deyða og ósemjum, sigur Reyði Krossur. Fyri hesi fólkini, sum í roynd og veru telja 1/5 ella 1/6 av heimsins íbúgvum, sum haraftrat líva í fátækra­ dømi, er vatnið ein spurn­ ingur um lív ella deyða ­ sum oftast tað seinna! Mett verður, at á hvørjum ári doyggja umleið 4 mió menniskju av sjúkum, sum t.d. kolera og parasittum. Orsøkin er einfalt hon, at hesi fólkini, ið svara nærum til allar íbúgvar Danmarkar, hava ikki atgongd til reint drekkivatn. Tí hevur Reyði Krossur júst sett ein dag um árið, har víst verður á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa reint vatn til heimsins fátæku. Dálkað vatn drepur Í danska Reyða Krossi er vatn ein sera týðandi partur av nærum øllum hjálpar­ arbeiði úti í heimi. Júst vatn og sanitet eru partar av nærum øllum heilsuprogrammunum bæði í Asien og Afrika. – Hesi bæði, vatn og sani­ tetur, eru nær knýtt hvørt at øðrum. Tað er tí av størsta týdningi at vit læra fólk, hvussu ein kann sleppa und­ an dálkaðum vatni, sigur danin Knud Falk. Hann arbeiðir við van­ lukkufyribyrging í Reyða Krossi, har dentur verður lagdur á undirvísing í t.d. týdningin av at vaska sær hendurnar eftir vitjan á toi­ letti. Víst verður eisini á, hví tað er so umráðandi at byggja latrinurnar langt burtur frá staðnum har ein býr og etur. Eitt arbeiði, ið tekur tíð og fer at taka enn størri tíð í framtíðini, er arbeiðið at minka um avleiðingarnar av umhvørvisbroytingunum. Hetta arbeiði er serliga neyðugt fyri fólkini í heim­ sins fátækastu londum, tí hetta kann gerast tað upp­ aftur torførari fyri tey sum hava tørv á reinum vatni. Broytingarnar hava tað við sær, at nógv turr øki ger­ ast enn turrari. Tað minkar eisini um drekkivatnið, eins og tað fær avleiðingar fyri landbúnaðin, tí ov lítið vatn er til gróðurin. Bláikrossur hevur í longri tíð havt eitt átak sum er ætlað børnum. Her verður dentur lagdur á at geva børnunum ein rúsfrían og tryggan uppvøkstur. Hesum arbeiði fer 32 ára gamla Beinta Joensen úr Norðragøtu at standa fyri. - Hetta er eitt dreymastarv, sigur Beinta RúsevNi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Um góðar tríggjar vikur fer hon undir hetta átakið, sum vendir sær bæði til foreldrini og børn teirra. Miðað verður eftir at vísa á teir vandar sum kunnu raka børn, ið vaksa upp í heimum við rúsdrekka. Samstundis verður dentur lagdur á at gera foreldrini tilvitað um hesar vandar. ­ Børn læra best at síggja, hvørjir valmøguleikarnir eru um foreldrini lurta eftir teirra meiningum og teirra kenslum og veita teimum neyðugar avbjóðingar. ­ Við at skifta orð um avleiðingarnar av tí sum tey velja, stimbra foreldrini børnini og gera tey á tann hátt betur før at fóta sær í ungdóminum, sigur Arne Klyve, ið er norskur sálar­ frøðingur. Við hesum í hug hevur Blái Krossur í eitt áramál havt hetta átakið, sum Beinta nú fer at halda fram við sum fyribyrgingarráð­ gevi. Beinta sjálv er útlærd sum námsfrøðingur og hev­ ur arbeitt sum slík og sum varaleiðari á sambýlinum og bústovninum í Runavík. Umframt hetta hevur hon tikið eitt sálarrøktarskeið á bíbliuskúlanum í Børkop, og hevur hetta seinasta árið tikið yvirbygning sum diakon á Diakonihøjskolen í Århus, haðani hon fekk prógv í farna mánaði. Blái Krossur upplýsir, at Beinta hevur verið í praktik á eini Blákrosscafé í Århus í sambandi við lesnað sín. Um Beintu kann annars verða sagt, at hon er gift við Rúna Klein Joensen, og eiga tey tveir dreingir. Beinta skal kunna um rúsdrekkavandan Vatn er lív fyri milliónir Beint Joensen fekk sítt dreymastarv í Bláa Krossi, har hon skal kunna um vandan við rúsevnum Serliga í Afrika hevur vatnið avgerandi týdning. Uttan vatn er eingin gróður og einki lív