Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • 13. juli 2007 Vikuskifti 22 Háttvirda samkoma. Tá ið eg setti meg niður at skriva hesa røðu, kom eg at hugsa um, um eg skuldi skriva tvær røður. Vit búgva jú í Føroyum – og eingin veit hvussu veðrið fer at verða. Skal eg skriva eina røðu og kalla hana:”Nú er regn og summar um alt Føroya land” – ella “Nú er sól og summar um alt Føroya land”? Nei. Best er at skriva bert eina røðu – soleiðis mitt í millum – og at vóna, at tað verður sól og summar. Vit liva nú í tí vakrastu tíð, vit kunnu hava í Føroyum. Her er summar – her er ljós – við hvørt eitt sindur av hita – ofta mjørki – og við hvørt eitt lítið ælstroyggj – eitt sindur av regni – men framm um alt er tað ljóst. Bert ein lítil skýmlig løta um midnátt – og so verður aftur ljóst – og sólin kagar yvir Oyrafjall og sendir sínar strálir yvir á Borðoyalandi. Háfjall stendur so stolt í bakandi sól – og tikist siga við okkum eins og ein vøkur, ung kvinna, tá ið hon hevur lati seg í – og er klár at fara í býin: ” Eri eg ikki vøkur”?? Jú. Ljós og gleði hoyra saman. Tað tykist okkum nógv lættari at liva. Tað tykist, sum um vit gleðast yvir tað minsta – og sjálvt um ikki alt gongur akkurat eftir vild, ja, so er tað skjótari og lættari at koma yvir, tá ið ljós og summar er. Tó. Menniskja er so løgið. Í tí vakrasta veðri – við sól og summari – kunnu vit knappliga koma at hugsa um, hvussu vakurt tað kann verða um jóltíð. Myrkur og nógvar ljósperur. Stjørnuklárt – blunkandi stjørnur á himmalhválvinum. Vakurt kavaveður. Spakuliga dalandi kavaflykrur. Jólatrøð og jólagávur. Jólagás og kanska jólagløgg. Men so er “myndin” burtur – og vit gleðast um summarið og ta ljósu tíð. Skvaldur Flestu okkara halda, at tann ljósa tíð er alt ov stutt – og tað gongur alt ov skjótt mót myrkari tíðum, og longu á ólavsøku verður sagt at tað fríggingarmyrkt. Men tað var eisini stuttligt. Eisini at minnast aftur á. Tá man var ungur og lotur, var farin á ólavsøku og hevði lokkað eina fitta, vakra, unga gentu inn í plantasjuna og gekk og helt í hondina á henni og spákaði saman við henni millum trøini og kanska hugsaði um sangin” Eitt sunnukvøld í plantaguni”. Jú. Alt hevur sína tíð. Ja, sum tað stendur í brúðarvísuni: ”Ein er tíð at dansa”. Hvat er at røða um ein tílíkan summardag? Hvat kann fáa fólk at lurta? Og hvat hugsa fólk um í hesum døgum? Jú. Eitt, sum politikara duga væl, er at koma við “svadum” , ið sambært orðabókina eitur á føroyskum at skvaldra – skvaldur ella orðavavstur – sovorðið sum teir siga alla tíðina, í teirru trúgv, at vit fara nokk at trúgva tí. Eitt skvaldur er hettar: Bankin er okkara banki – vit eiga øll bankan. Ja, go’morin, harra øksaskaft. Veit ikki hvussu tit hava tað – men eg havi í hvussu so er ongantíð følt, at eg eigi nakran banka, hóast teir hava fingið hvørt klovið oyra, eg havi fingið frá danska statinum heim til Føroyar síðan 1. juli 1970, tá ið eg var liðugur við mína útbúgving í Danmark. Og framvegis fáa, nú eg fái danska pensión. Tað hevði nyttað lítið at farið út í bankan og sagt, at eg vil hava tað, sum politikkarnir siga eg eigi, út, við tað sama. Bankafólkini høvdu hugt uppá ein – og hugsa: “Hasin er gagg – okkurt er galið í ovastu hædd”. Og nú teir fara at selja bankan, má eigaraforholdið neyvan broytast tað stóra. Jú. Hjá teimum sum keypa. Hevur tú keypt partabrøv fyri 100.000,- krónir – so er bara at seta seg á reyvina og bíðja eftir til tær 100 verða til 200.000,- krónur. Her fer at halta hjá teimum, sum er ímóti at vit fáa blokkstuðul úr Danmark, har tey siga, at tað er ósunt fyri eitt samfelag at fáa pengar fyri onkið at gera. Men er tað ikki júst tað, sum er við at henda? Ring eftir politinum Eitt annað skvaldur er: Fiskiríkidømi við Føroyar er fólksins ogn. Enn eina ferð. “Go’morin, harra øksaskaft”. Er tað ikki teir, ið fiska fiskin, ið eiga fiskin? Rokni við, at tað hevði nyttað lítið at fari norð á Kósabrúnna, tá ið ein útróðrarbátur leggur at og sagt við útróðrarmenninar: “Hey, tú, eg eigi líka nógv sum tú í hasum fiskinum. Blaka mær eina hýsugreipu og eina longulivur uppá land, so eg fái tað, eg eigi”. Aftur her hevði bilað við realitetssansinum – og kundi hent, at útróðrarmennirnir høvdu ringt til mítt gamla arbeiðspláss, har eg var í 37 ár – og sagt, at vit hava ein mann her norði, sum er “plimm” í høvdinum. So tit, politikarar. Gevist at koma við skvaldri – og sigi heldur sannleikan fyri fólki. Nú eitt kvøldið fyri ikki so langari tíð síðan visti Dagur og Vika at siga frá, hvussu nógvar milliardir og milliónin, “vit” Verið góð við landið og verjið ríkidømið Røða Jógvan Ósá josa@post.olivant.fo