Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 133 - 13. juli 2007 lýsingar Greiður Grundfestur Tryggur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Profilurin Navn: Vinjard Johansen Aldur: 33 ár Bústaður: Saltangará Familjuviðurskifti: Giftur við Ann Mariu og vit eiga tvær gentur, Maria og Sólja Vi nj ar d Jo ha n s e n Eg arbeiði sum deildarleiðari á køksdeildini hjá 360°, og havi arbeitt í handilslívinum í uml. 11 ár. Frítíðina brúki eg fyrst og fremst til familjuna, umframt at eg eisini eri virkin í samkomulívinum í Kelduni í Skálafirði, har eg eri við í tónleikinum. Eg brenni fyri: • Fiskivinnuni: at sjómaðurin, sum setir lív sítt í váða, varðveitir skattafrádráttin og aðrar fyrimunir. • Vinnulívinum: at vinnulívið hevur bestu karmar at virka í, at ígongdsetarar verða stuðlaðir og nýggjar vinnur mennast, so vit fá ein sterkan og sunnan búskap. • Familjuni: at familjan verður vird høgt sum hjartað í samfelagnum. Eg stuðli Miðflokkinum, tí hann førir ein politikk sum røkir tey mál, eg havi nevnt omanfyri. Flokk­ urin ynskir at stuðla nýggjum ígongdsetarum, at fiskidagaskipanin, rentustuðulin til sethúsalán og frádrátturin í sjómannaskattinum verður varð­ veittur, og at familjan, sum er hornasteinurin í samfelagnum, verður vard. Sjálvandi velji eg eisini Miðflokkin, tí hann er ein­ asti flokkur á tingi, ið hevur ein greiðan og ein­ mæltan primer politikk, har kristnu grundvirðini verða vard sum tað vit byggja á. Visti tú at: • 95% av útflutninginum er fiskur • tað bert gingu 3 ár til toskurin kom aftur í nítiárunum • í bólki 3, (línuskip yvir 110 tons) eru 26 skip, og at pláss bert er fyri 19 K R E A . F O . TEL 47 80 80 Frá mánadegi 13. august verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Sí annars www.almannastovan.fo www.almannastovan.fo Avgreiðslutíðir í summar Frá 16. juli til 12. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl. 12 Starvsfólk til Avrokningardeildina Søkt verður eftir starvsfólki til Avrokningardeildina hjá Atlantic Airways. Starvið er eitt avloysarastarv, sum er tíðaravmarkað frá 15. august 2007 til 30. juni 2008. Arbeiðið umfatar: • Inntøpping og eftirkannan av ferðaseðlum • Uppgerð av avgjøldum v.m. • Avgreiða fyrispurningar um refunderingar v.m. • Innlesing av ymiskum dátum Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur, um tú: • hevur evni at greina og arbeiða til tølum • hevur analytisk evnir, og dugur at arbeiða struktureraðog effektivt • arbeiðir skipað og hevur hug at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi • trívist í einum virknum og jaligum umhvørvi • hevur góð samstarvsevni, er opin og virkisfús/ur • hevur innlit í dátagrunna - skipanir. Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum, og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum umhvørvi. Viðkomandi verður partur av okkara avrokningardeild, ið telur trý fólk. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tórhallur Halgaklett, Roknskaparleiðara, tlf. 341000 ella teldupost torhallur@atlantic.fo. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. juli 2007. Umsóknin skal sendast til Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin, Vága fl oghavn, 380 Sørvágur. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. 176 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, og árligi umsetningurin var 519 milliónir krónur í 2006. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo atlantic.fo Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01