Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133- 13. juli 2007 31 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað vildi verið spell, um eg bert tók tvey ár fyri síðani at steðga Jógvan Martin Olsen Lyngby spælari til Amager Fremad Amager, sum her fyri gjørdi sáttmála við seks nýggjar spæl­ arar, skrivaði í gjár­ kvøldið undir sáttmála við enn ein spælara. Talan er um Morten Juul Hansen, sum í gjár varð loystur úr sínum sáttmála við Lyngby, sum komandi ár spælir í superliguni. Hetta hevur fingið felagið at seta nýggj krøv til venjingartíðir hjá spæl­ arunum, og hetta fekk »Gummi«, sum Morten verður róptur, ikki at sampakka við gerandis­ dagin annars. Morten Juul Hansen spældir vanliga á mið­ vøllinum. Í Lyngby spældi hann 166 dystir á besta liðnum hjá felagnum, og skeyt hann 23 mál í hesum. -mørk Fabregas vil ongan veg Tað hevur ljóðað, at Real Madrid vil hava fatur á spanska stór­ talentinum hjá Arsenal, Cesc Fabregas. Nú sigur Fabregas, at tosað hevur verið við spanska stórfelagið, men at hann ikki ætlar sær nakran veg. ­ Eg eri takksamur mótvegis Real Madrid, og tað er ein æra, at eitt slíkt felag vil hava meg. Men eftir at Henry er farin til Barcelona, vildi eg ikki eisini fara. Hetta er nakað, sum eg havi tosað við Arsene Wenger um, og mín støða er greið. Eg eri bara 20 ár, og í løtuni vil eg bara njóta fótbóltin og royna at betra meg annars, sigur Cesc Fabregas, sum barnaárini spældi í Barcelona. -mørk - Sjálvur havi eg lært at sálda frá, men fyri baklandið hevur ágangurin móti mær til tíðir verið ógvuliga harður. Men sjálvur haldi eg, at tendensirnir seinastu tíðina hava verið góðir. Og tí vildi tað verið spell, um eg skuldi steðgað eftir bara tveimum árum, sigur Jógvan Martin Olsen. Fríggjadag tann 13. skrivaðu hann og FSF undir nýggjan tvey-ára sáttmála Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen verður eisini føroysikur lands­ liðsvenjari í fótbólti kom­ andi HM­undankapping. Tað varð staðfest í FSF­ húsinum, har tíðindafundur varð hildin í morgun. Í sáttmálanum, sum partarnir skrivaðu undir í gjør, varð avtalað, at partarnir á sumri 2007 skuldu tosað um framhaldandi samstarv. Eisini hóast sáttmálin ikki gongur út fyrr enn komandi summar. ­ Vit ivaðust onga løtu í, at vit vildu hava Jógvan Martin at halda fram, og tað vóru boðini, sum vit góvu honum. Og eftir 2­3 daga umhugsunartíð vendi Jógvan Martin eisini aftur við positvari útmelding, og so gingu samráðingarnar rættiliga væl, sigur Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF. Hann vil ikki upplýsa fíggjarliga partin av sátt­ málanum, men tó verður sagt somikið, sum at hesin liggur á sama støði, sum undanfarni sáttmálin. Harður ágangur Sum landsliðsvenjari hevur Jógvan Martin upplivað, at talan ikki altíð er um ein dans á rósum. Fyrstu tíðina – serliga eftir 6­0 tapini fyri Georgia og Skotlandi – var ágangurin móti venjaranum øgiligur. Og til tíðir eisini rættiliga persónligur. Men hevði onkur vænta, at hetta fekk venjaran at bakka, so fór viðkomandi skeivur í hesum. ­ Sjálvandi visti eg av, tá eg skrivaði undir, at hetta var ein útsettur postur. Árið 2006 gjørdist eisini rættiliga óvanligt, skilt soleiðis, at vit høvdu nógvar skaðar, sum gjørdu mítt arbeiði nógv truplari. ­ Sjálvur havi eg lært at sálda frá í hesum, men fyri baklandið hava atfinning­ arnar til tíðir tikið fast. Nú tosað varð um nýggjan sáttmála. Reisti hetta so ikki spurningin, hvørt tað var stríðið vert. Og um tað ikki vildi lættari og friðar­ ligari, um tú fann tær venjarastarv í einum føroy­ skum felag? ­ Eg havi havt fyri­ spurningar frá feløgum. Men hóast talan á lands­ liðnum er um bæði góðar og minni góðar upplivingar við landsliðnum, so trívist eg í hesum. Leisturin heldur fram Og trivnaðurin kemst helst eisini av, at landsliðsvenjarin framvegis metir seg hava nakað at geva. ­ Í mun til 2007, so hava arbeiðsumstøðurnar verið meira normalar í 2007. Mín filosofi hevur frá byrjan verið, at vit skulu arbeiða við at flyta spælið longur fram á vøllin. Og eg haldi avgjørt, at tendensurin hevur verið tann rætti seinastu dystirnar. ­ Talan er tí um eina prosess, sum er ígongd, og tí haldi eg, at tað vildi verið spell, um eg bert tók tvey ár fyri síðani at steðga, segði Jógvan Martin Olsen. Fram til 2010 Hvørki landsliðsnevndin ella venjarin sjálvur ivaðust í, at tað var at leingja samstarvið við tveimum árum. Her eru Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini, Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, Óli Holm, FSF-forseti og Ísak Mikladal, aðalskrivari Mynd: Jákup Mørk