fríggjadagur 13. juli 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 133 - 13. juli 2007 ]
Yvirkæru
nevndin
skal
savnast
Kæran frá Skála
um Kaplanovic-
málið er enn ikki
viðgjørd av nýggju
Yvirkærunevndini,
sum her fær sítt
fyrsta mál at taka
støðu til
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn hevur yvirkæru
nevndin ikki tikið støðu
til kæruna, sum Skála
sendi víðari, eftir at teir
av Aganevndini vórðu
dømdir at tapa dystin
móti B36. Yvirkæru
nevndin varð á fyrsta
sinni vald á aðalfundi
num hjá FSF seinast,
og hetta er fyrsta málið,
sum er sent nevndini.
Enn er nevndin ikki
skipað. Sjálvur eri eg
uttanlands í løtuni, og tí
havi eg als ikki sæð
málið, men eg eri tó
kunnaður
um
hetta,
sigur Jens Erik Magnus
sen, sum er ein av
limunum í nevndini.
Hann sigur, at sjálvur
verður hann aftur í
Føroyum
mánadagin,
og at hann tá fer at
hyggja
at
málinum.
Nær hetta so verður
viðgjørt av nevndini,
dugir hann tó ikki at
siga.
Tað er sjálvandi ein
trupulleiki, tá feriutíð
er,
men
talan
er
sjálvandi um eitt mál,
sum vit vilja viðgera,
so skjótt, sum tað ber
okkum til, sigur Jens
Erik.
Pozzato vann fyrsta fjallið
Fyrstu heyggirnir í Tour de France vórðu súkklaðir í gjár.
Tað gjørdi, at stóra høvuðsfeltið var væl og virðiliga skorið
niður, tá málstrikan nærkaðist, og her vóru tað so einir 20
súkklarar, sum kappaðust um etapusigurin. Á seinastu
metrunum eydnaðist italska Filippo Pozzato at stríða seg á
oddasessin, og soleiðis klintraði hann upp á triða plássið í
samlaðu støðuni, har Cancallara enn er fremstur.
Tvey mál til málverjan
Albert Sævarðsson, sum eitt skifti vardi málið hjá B68, skeyt
bæði málini, tá Njarðvík í íslendsku aðru deild herfyri vann
21 á Fjølnir. Albert hevur ofta áður roynt seg sum brots
sparksskjútti, og tað gjørdi hann eisini hjá B68 onkra ferðina.
Móti Fjølni skoraði hann fyrst til 10, og fýra minuttir fyri
leiklok var enn eina ferð tryggur úr ellivu metrum, soleiðis at
sigurin kundi vissast. Talan var um týdningarmiklan sigur hjá
Njarðvík, sum stríðist móti niðurflyting.
Eftir drúgvar
venjingar og
fyrireikingar eru
fimleikararnir nú á
veg til Isle of Man at
kappast á fimleika-
oyggjaleikunum, sum
byrja mánadagin 16.
juli
FIMlEIKur
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
Fyri tveimum árum síðani
vóru føroysku fimleikar
arnir stóru heiðursmerkja
hávarnir á oyggjaleikunum
í Hetlandi. Fimleikurin var
sum kunnugt ikki við á
oyggjaleikunum á Rodos í
ár, men hóast hetta vera
mongu fimleikararnir ikki
við sviðusoð.
Fimleikaoyggjaleikir
Tá ið tað fyri tveimum
árum síðani gjørdist greitt,
at fimleikur ikki var ein av
ítróttargreinunum,
sum
vóru við á oyggjaleikunum
á Rodos 2007, settust fólk
ikki hendur í favn. Ymisku
fimleikasambondini tosaðu
saman, og niðurstøðan var,
at fimleikararnir í øllum
førum ikki skuldu vera
noyddir at bíða heili fýra ár
ella uppaftur longri, áðrenn
tey fingu høvi at hittast
aftur í oyggjaleikahøpi. Tí
var avgjørt at skipa fyri
serligum
fimleikaoyggja
leikum. Upprunaliga var
ætlanin, at Føroyar skuldi
vera vertur, men tað gjørdist
skjótt greitt, at umstøður og
karmar ikki náddu at koma
upp á pláss til tíðina, og tí
tók Isle of Man yvir.
Góðar umstøður
Tað er ikki so langt síðani,
at Isle of Man var vertur
fyri oyggjaleikum, og tí var
hetta óivað ikki ein so
stórur biti hjá teimum at
gloypa. Summi av teimum,
sum
eru
í
føroyska
ferðalagnum, hava áður
verið á Isle of Man, og tey
lata stak væl at umstøðunum,
bæði til venjingar, kapping
ar og innivist.
Føroyska ferðalagið
Tilsamans vera 15 fólk í
føroyska
ferðalagnum.
Umframt fimleikarar og
venjarar
er
eisini
ein
fysioterapeutur
og
ein
ferðaleiðari við. Harafturat
eru fleiri foreldur og onnur
fimleikaáhugað, sum fara
við at stuðla og fylgja
kappingunum. Ferðalagið
fer til Danmarkar í dag og
víðari til Isle of Man
leygardagin.
Góðar vónir
Venjararnir
hava
góðar
vónir til fimleikararnar.
Eyvind Akraberg Hansen,
landsliðsvenjari hjá monnu
num,
hevur
áður
sagt
Sosialinum,
at
seinastu
oyggjaleikir vunnu teir eina
rúgvu av heiðursmerkjum,
og teir ætla sær ikki at seta
ferðina niður. Teir ætla sær
enntá at skriva føroyska
fimleikasøgu
og
vinna
liðkappingina
hjá
monnunum fyri fyrstu ferð.
Durita Knudsen, lands
liðsvenjari hjá kvinnunum,
væntar eisini, at kvinnurnar
fara at klára seg væl. Tær
hava gjørt stór framstig
seinastu tíðina, so nú verður
spennandi at vita, hvussu
leikur fer. Vit vita, at
kvinnurnar hjá Bermuda
eru ótrúliga stinnar, men vit
fara so í øllum førum at
gera
okkara
allarbesta,
sigur hon.
Sunnudagin sleppa fim
leikararnir at venja, og
sjálvar kappingarnar eru á
skránni mánadagin, miku
dagin
og
fríggjadagin.
Fimleikararnir fara síðani
til Danmarkar leygardagin,
og
verða
heima
aftur
sunnudagin 22. juli, vón
andi við nógvum heiður
smerkjum í viðførinum.
Fimleikarar á veg til
Isle of Man
Eftir trý góð hál á oyggjaleikum vóru føroysku fimleikararnir ikki við á Rhodos, har fimleikur
ikki var á skránni. Men vónir eru um heiðursmerki, nú fimleikaoyggjaleikir verða hildnir á Isle
of Man
savnsmynd
Føroysku landsliðini
Menn:
Rósing Dam, Fróði Mortensen, Høgni Øster, Gutti
Harryson og Øssur D. Eiriksfoss.
Kvinnur:
Kristina Toftegaard, Anita Knudsen, Silja Højgaard, Sonja
Joensen, Brim H. Hoydal og Elinborg T. Durhuus.
FAKTA