Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133- 13. juli 2007 33 lýsingar Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo Klinikkassistentavloysari til Barnatannrøktina Søkt verður eftir avloysara fyri klinikkassistent til Barnatannrøktina at arbeiða 28 tímar um vikuna á skúlatannlæknastovuni í Kollafirði og Tórshavn. Setunarviðurskifti: Starvið verður sett 1. sept. 2007 ella skjótast til ber sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í 3. lønarflokki. Meiri fæst at vita við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, tlf. 302525, fax 302529 ella teldupost: sigrid@torshavn.fo Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. august 2007. Reingerðarfólk til Tannlæknastovuna Søkt verður eftir fólki til reingerð at arbeiða 4 tímar um dagin at byrja 14. august ella skjótast til ber. Um áhugi er fyri tí, ber til at býta starvið millum tvey fólk. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu, att. Tannlæknastovan, Postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. august 2007. Meiri fæst at vita við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra á tlf. 282525 ella teldupost: sigrid@torshavn.fo Reingerðarfólk til Býarbókasavnið Søkt verður eftir fólki til reingerð at arbeiða 17 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 30. juli 2007. Merkið umsóknina „Reingerð á bókasavninum“. Meira fæst at vita við at venda sær til Onnu Brimnes, býarbókavørð, telefon 302030. Starvsfólk til Badmintonhøllina Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna og einum hjálparfólki at arbeiða 23 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir einum reingerðarfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna. Størvini verða sett frá 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Størvini sum pedagogur og hjálparfólk verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum reingerðarfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Vaglið, boks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. juli 2007. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Guðrun S. Hansen, leiðara, tlf. 222868. Tórshavnar kommuna Leys størv Lýst verður eftir fólki til avbjóðandi starv á Norðurøkinum at byrja 1. august ella skjótast til ber. Vit vænta at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand Merc ella líknandi. Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam­ starvsevnir, ert nærlagdur, fyrikomandi og arbeiðssamur. Hevur tú HH, skrivstovuútbúgving ella líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta­ og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru­ og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóða: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum • flextíð Setanartreytir: Setanarøkið er Norðurøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Løn­ og setanar­ viðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgv­ ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn vid avriti av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstovu Føroya, Norðurøki Postboks 2151 · FO­160 Argir Stílað: Ingolf Lamhauge, økisstjóri. Umsóknarfreist: 16. juli 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Elsu Brimvík, deildarleiðara ella Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjar­ málaráðnum, hvørs upp­ gáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávika­ víst Saltangará/Klaksvík, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Norðurøkinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 35 starvsfólk. www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo Áarvegur 5 · Tel 31 37 20 Cheap monday buksur ymisk snið Kjallarin einans 440,- Harra- og damu­bu­ksu­r Keypið ringarnar í Klokkuni og verið við í lutakastinum um ringar ella skreyt fyri kr. 20.000,- Vitja www.lovedesign.dk og les meira. Internet