Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 133 - 13. juli 2007 Va s k i f ó l k til Føroya Handilsskúla í Tórshavn Vaskifólk til Føroya Handilsskúla í Tórshavn at byrjað 15. august 2007 Søkt verður eftir vaskifólki 18 tímar um vikuna. Vaskað verður í tíðarbilinum kl. 15.00 til 17.30. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til Zacharias Johansen, húsavørð tlf. 224693. Løn sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag. Skrivlig umsókn, at senda til : Føroya Handilsskúla Postsmoga 177 110 Tórshavn lýsingar P/F Normek søkir eftir skrivstovufólki til at byrja 1. august Arbeiði umfatar bókhald, lønarskipan, og tele­ fon móttøku. Førleikar tínir: Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøgu/r Løn: Lønin verður ásett eftir avtalu. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og ummælum til: P/F Normek Tróndagøta 63 FO­512 Norðragøta og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. Juli 2007. Vilt tú vita meira kanst tú ringja á 582002, Erling Jacobsen Tvingsilssøla yvir úTróðrarbáT Eftir áheitan frá Jóhan J. Lamhauge, advokati, Advokatfelagið við Strond 4, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260, verður hildin tving­ silssøla týsdagin, tann 4. september 2007, kl. 10.00, á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, (AS 2­16/2007) yvir útróðrarbátin »M/b norðoyingur« ið Sp/f Norðoyggjafelagið undir konkurs er eigari av. Báturin hevur kenningsbókstavir OW 2073, og havnakenningsbókstavir KG 56. Báturin hevur fiskiloyvi í bólki 4A, og hevur í inniverandi fiskiári fingið tillutað 30 fiskidagar á landleiðini. Báturin er smíðaður úr eik, bygdur í Rødvig í Danmark í 1973 og heimahoyrandi í Klaksvík. Báturin er merktur 21.2 brt. Báturin verður seldur við tilhoyrandi útgerð, so sum tilhoyrandi nautiskari útgerð, línuspæli v.m. Fyrireikandi fundur verður hildin á Dómaraskriv­ stovuni týsdagin, 7. august 2007, kl. 10.30. Einhvør, ið heldur seg hava rættindi yvir bátinum ella møguligari útgerð, verður biðin um at møta. Avrit av tvingsilssølutreytum kunnu fáast við at venda sær til advokat Jóhan L. Lamhauge. Skjøl í sambandi við tvingsilssøluna liggja frammi til skoðan á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn. Føroya Fútarættur, tann 13. juli 2007 Lærarar Lýst verður eftir 2 lærarum til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna avlopstímar og niðursetta tíð. Tað eina starvið er fulla tíð, og hitt er uml. 12 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður sett í september. Søkt verður eftir lærarum sum m.a.: • Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarir skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans • Eru fús at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum. • Eru við til áhaldandi at menna skúlan. • Duga at samstarva. • Kunnu átaka sær: ábyrgd av bókasavni, ítrótt/ svimjing, danskt, enskt, heimstaðarlæru og telduundirvísing. Allar lærugreinar eru hjá 1. – 5. flokki. Førleikakrøv: Tey, ið sett verða, skulu helst hava læraraút­ búgving. Starvið verður lønt eftir avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18,1 – 27,4. Umsóknir: Umsóknir við viðmælum, avrit av prógvum o.ø. skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. juli. kl. 12.00. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Kristian Højsted á telefon 361623 ella 252854. Sands Skúli N. Finsensg. 23 • 100 Tórshavn • tlf. 31 22 25 Okkum tørvar fleiri starvsfólk Til handil okkara í miðbýnum søknast vit eftir 2 fólkum at arbeiða 1/2 tíð. Til handil okkara í sms er eisini tørvur á 2 fólkum 1/2 tíð. Vinarliga støkk inn á gólvið við eini umsøkn. Meira fæst at vita um størvini við at ringja 312225 í miðbýnum og í SMS tlf 315656 Starvsfólk søkist Søkt verður eftir pizzakokki og køkshjálp til at arbeiða í Pizza+ og Kondittarínum sum skjótast. Áhugað kunnu ringja tlf. 28 45 45