Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133- 13. juli 2007 35 lýsingar Varaskúlastjóri Starvið sum varaskúlastóri í Miðvágs-Sandavágs skúla verður lýst leyst til setana frá 1. august 2007. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við hann, starvsfólk og samstarvspartar skúlans annars skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðslu og virksemi skúlans • dugir at samstarva, er virkisfúsur og fyrikomandi • er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum og taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlastjórans • leggur dent á stundvísi, nærlagni, fakliga og námsfrøðiliga menning. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans og saman við honum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið sett/ur verður, er tænastumannasettut lærari framman- undan. Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juli 2006 kl. 16. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlastjórans á tlf 33 23 18 - 21 88 20 teldupostur mss@skulin.fo. www.skulin.fo/mss MiðvágS-SaNdavágS SkúLi Frá Havnar Handverkarafelag Vegna summarfrí er skrivstova felagsins stongd frá og við mánadegnum 23. juli 2007. Opið verður aftur mánadagin 20. august 2007. Eru átrokandi mál í hesum tíðarskeiðið, kann ringjast á fartlf. 234802. Heimasíða: www.handverk.fo Teldupostur: handverk@handverk.fo Fax: 354801 Havnar Handverkarafelag Sjúrðargøta 20 · Box 203 · FO-110 Tórshavn Størv innan MVG á Miðøkinum eru leys at søkja Er hetta nakað ið tú hevur hug at royna, so verða størvini sett 1. sept. ella so skjótt sum tilber. Vit eru ein livandi stovnur við støðugum broytingum, sum skal tillaga seg lógarbroytinum og um­ støðum annars. Tí er neyðugt, at tú, ið settur verður tolir broytingar í starvsinnihaldinum um tað skuldi gjørt neyðugt. Vit ímynda okkum at tú hevur hægri útbúgving sum HD ella aðra líknandi, hevur góð samstarvsevnir, skapar úrslit og gert títt til at skapa arbeiðsgleði. Skuldi tú havt HH, skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, so ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • málsviðgerð • ummæla kærur Vit bjóða: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeidsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum • flekstíð Setanartreytir: Setanarøkið er Miðøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráð­ num. Løn­ og setanarviðurskiftir, sum eru treyt­ að av starvsroyndum, starvsinnihald og útbúgv­ ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn við avriti av prógvi og upplýsinum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstova Føroya, Miðøki Postboks 2151 FO­ 160 Argir Stílað: Vilhjálmur Gregoriussen, økisstjóra Umsóknarfreist: 17. august 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Eyðun Joensen, deildarleiðara ella Vilhjálm Gre­ goriussen, økistjóra á tlf. 352600 Toll- og Skattstova Føroya Hús í Trongisvági til sølu! Húsini liggja á grundøki uppá 1000 fermetrar í sera góðum umhvørvi, tætt við ítróttarhøll, skúla og barnagarð. Húsið sjálvt er 150 fermetrar til støddar í hvørjari hædd, har kjallarin mest sum er ráur, tó við 24 fermetra stórum kamari + hjall og fýrrúm. Ovara hæddin er innrættað við 3 kømurum og 1 stórum hjúnarrúmi við altan, køki, stórari stovu - 1 baðirúm og 1 wc, útigangi og vaskirúmi. Garður/stakit er runt um húsið. Urtagarðurin vendur ímóti høvuðsvegnum. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Nærri fæst at vita við at ringja á telefon 225841. Almanna- og Heilsumálaráðið Avmarkað avgreiðsla í summarfrítíðini Almanna- og heilsumálaráðið fer í summarfrítíðini frá 16. juli - 3. august 2007 bert at avgreiða tey mest neyðugu og átrokandi málini. Hetta tíðarskeiðið verður avgreiðslan avmarkað, soleiðis at telefonin og avgreiðslan eru opin millum kl. 10-12 allar gerandisdagar. Avgreiðslan virkar aftur sum vanligt frá mánadegnum 6. august 2007. EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 40 50 TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO Lýsing eftir pedagogi til Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 1 pedagogi 30 tímar til at byrja 15. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Talan er um varðaleiðarastarv. Vípan er ein barnagarður við børnum í aldrinum frá 2-8 ár. Eftir summarfritíðina fer Vípan at taka ímóti børnum frá 2-8 ár. Hettar er fyrsta árið, Vípan fer at taka í móti frítíðarskúlabørnum og vøggu- stovubørnum. Stovan har tú kemur at arbeiða er ein barna- garðsstova við børnum frá 2-5 ár. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30-17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • har náttúran hevur stóran leiklut í gerandis- degnum og har spæl fyllir nógv • har virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • við opinleika og einum jaligum hugburði • við broytingum har tú hevur tína ávirkan Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Um pedagogur ikki søkjur, verður hjálparfólk sett í starvið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avrit av prógvum og við- mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi 27.07. 2007 Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg-vipan@post.olivant.fo