Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • 13. juli 2007 Vikuskifti 6 Flestu føroyingar seta Edmund Joensen í samband við politikk. Onnur vita eisini, at løgtingsformaðurin í nógv ár hevur verið íðin bridge-spælari, og so vita nógv fólk eisini um tíðina hjá honum á Skelja- og Rækjuvirkinum á Oyri. Hinvegin eru tað helst færri fólk sum vita, at Edmund Joensen hevur ein brennandi áhuga fyri trøum og trævøkstri. Edmund og konan Edfríð hava plantað milum 4000 og 5000 trø í garðinum hjá sær, sum er 6.000 fermetrar til støddar. Hundraðtals grantrø, rósutrø, furutrø, pílur, rønn og onnur trø eru at finna í garðinum beint sunnan fyri brúnna um Streymin, og har hava hjúnini á Oyrabakka brúkt óteljandi tímar seinastu 15 árini til at seta trø niður og fáa tey at vaksa. Úrslitið er ein hugtakandi og stórsligin garður við stórari grønari fløtu, nógvum trøum, áum, eini krógv og nógvum fugla- lívi. Eitt satt paradís fyri familjuna í lýggjum summarveðri. – Vit hava brúkt sera nógv tíð í garðinum, men tað hevur eisini verið eitt stórt umskifti, síðani trøini rættiliga komu fyri seg, og tað bleiv betur lívd í garðinum. Abba- og ommubørnini dáma væl at koma her, og so skjótt sum veðrið er gott, so fara vit út um, sigur Edmund Joensen. Fekk áhuga fyri trøum Tað var í 1992, at áhugin fyri trøum var blivin so mikið stórur, at Edmund sjálvur fór at blanda seg upp í arbeiði í garðinum á Oyrabakka. – Tað er konan, sum fekk meg at fáa áhuga fyri trøum. Hon hevði arbeitt nógv í tí lítla Vindur og væta eru s Edmund um fartelefonir Fartelefonin er eitt týdningarmikið amboð, og eg havi slitið fleiri telefonir upp. Eg havi altíð telefonina hjá mær, hóast eg ikki altíð fái tikið hana. Telefonin hevur eisini tilknýti til arbeiðið hjá mær, og eg vil gjarna hava fingurin á pulsinum. … um føroyskan mat Mær dámar best føroyskan mat. Vit eta nógvan fisk, og mær dámar sera væl fisk. Og so er tað eisini allur hin føroyski maturin, sum passar til ymisku árstíðirnar. Eg vil ikki taka nakan ávísan mat fram um annan, men kann bara siga, at mær dámar væl allan føroyskan mat. – Tú mást plantað soleiðis, at tú fært skapt lívd fyri trøunum, og tú mást eisini drena jørðina væl, so at hon verður góð at seta trøini niður í, sigur løgtingsfor­ maðurin, Edmund Joensen, sum gongur høgt upp í garðin hjá sær á Oyrabakka. Hann og konan hava plantað millum fýra og fimm túsund trø í garðinum uttan um húsini hjá teimum Reportasja Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo