fríggjadagur 13. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 133- 13. juli 2007
Broyttir
strand
ferðslu
prísir
Løgtingið hevur játtað
5 mió kr. til lækkingar
í ferðaseðlaprísinum,
og koma príslækkingar
avleiddar av hesum í
gildi mánadagin, kom
andi. Príslækkingin um
fatar bert Oyggjaleiðir.
Í hesum eru eisini
roknaðir tveir dagar
um árið, har frítt verð
ur at sigla og koyra við
St r a nd fa r a sk ipu m
Landsins. Nær hesir
dagar verða, er ikki
fastlagt enn.
Í
høvuðsheitinum
merkir hetta, at ferða
seðlar fyri ferðafólk
lækka við uml. 50%,
og
ferðaseðlar
fyri
akfør lækka við uml.
22%.
Eisini hevur Strand
ferðslan broytt skipan,
soleiðis at ferðaseðil
bert verður rindaður
annan vegin. Hetta á
sama hátt, sum tá ferð
ast verður gjøgnum
undirsjóvartunlarnar.
Eisini
eru
aðrar
smærri broytingar og
tillagingar gjørdar, og
verður
tað
eitt
nú
møguleiki at keypa
mánaðarkort fyri per
sónbilar.
Á
Mykinesleiðini
verða
prísirnir
ikki
broyttir, av tí at tað so
at siga bert eru ferða
fólk, sum brúka farleið
ina. Tó ber til hjá
teimum, sum búgva á
oynni, ella hava tætt til
knýti til oynna, at fáa
eitt borgarakort, sum
gevur rætt til somu prís
ir sum á teimum styttri
leiðinum.
25 hval løgdu beinini við
Norðskála
Tað var á midnátt at
grindin legði beinini,
eftir eitt væleydnað
dráp. Lítla grindin var
annars ikki heilt so
nem at fáast við
GRIND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Grindin varð funnin út fyri
Tjørnuvík um 21tíðina í
gjárkvøldið. Mett var bein
anvegin, at grindin taldi
umleið 30 hval, og tá hon
hevði lagt beinini tríggjar
tímar seinni var greitt, at
hetta skotið ikki var heilt
av leið. Tí tá alt var talt
saman vísti tað seg, at talan
var um 25 hval.
Kavaði illa
Tað gekk ikki heilt sum
ætlað at reka grindina. Lítli
flokkurin av hvalum kavaði
illa, og tískil var ringt at
fáa rakstur á hana. Ikki var
gjørligt at reka hana inn á
Tjørnuvík, eins og gjørt
var við aðra grind fyrr í ár,
tá brimi var so ógvusligt
har.
Rákið
passaði
heldur
ikki heilt, og tí var neyðugt
at bíða eftir kyrrindum áðr
enn grindin kundi haldast
til við Norðskála. Men tað
var ikki bara sum at siga
tað at fáa lítla hvalaflokkin
at gera landgongd, so
hvalirnir komu inn í smærri
bólkum í fleiri umførum.
Sjálvt drápið gekk tó
ógvuliga væl.
Stórir hval
Eftir væleydnaða drápið
skuldi grindin fáast upp á
turt. Tá var tað, at kranin
streykaði eina løtu og tí
gekk hetta heldur ikki so
skjótt sum ætlað. Men upp
á turt komu teir so, og hóast
hvalirnir vóru fáir so vóru
teir kortini stórir. Hálvgum
seks í morgun var liðugt at
merkja, og sambært sýðslu
manninum gjørdist tað til
samans 201 skinn. Klokkan
tíggju komu seðlarnir út.
Talan var um rímiliga stórar hval, og tilsamans var talan um 201 skinn
Mynd: Sólgerð Andreassen
Kvinnan leyslatin
Ein kvinna, sum
fyri tveimum vikum
síðani varð handtikin
og varðhaldsfongslað,
eftir at hava stungið
ein mann varð í gjár
leyslatin
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kvinnan varð varðhalds
fongslað til í gjár, tá tað í
rættinum skuldi avgerast,
um
varðhaldsfongslingin
skuldi leingjast. Ákærin
ynskti, at varðhaldsfongs
lingin varð longd, men
hetta var avvíst og tískil
varð
kvinnan
leyslatin.
Ákærin hevur tó kært hesa
avgerð.
Kvinnan hevur annars
sitið varðhaldsfongslað síð
ani hon varð handtikin
leygarnáttina 30. juni. Hon
og maðurin, hon búði
saman við vóru farin til
hendurs, og endin var at
hon stakk mannin við
einum knívi. Løgreglan
kom á staðið og skilti
partarnar sundur.
Maðurin varð fluttur á
Landssjúkrahúsið, og har
varð staðfest, at støða
hansara stabil og at hann
var uttanfyri lívsvanda.
Tað var klokkan tíggju í
morgun, at seðlarnir komu út
Mynd: Hans Marius í Byrgi
Smyril økir túratalið
Frá mánadegnum komandi verður túratalið hjá Smyrli
um Suðuroyarfjørð økt úr 28 upp í 34 um vikuna.
Arbeitt hevur verið við nýggjari ferðaætlan í eina tíð,
og í hesum sambandi hevur verið tosað við ymsar
áhugabólkar. Hartil hevur manningin á strandfara
skipunum hoyringsfreist í slíkum málum, og tí eru
broytingarnar eisini viðgjørdar her, verður sagt á
sudurras.fo
-mørk
Laudruplýsing hjálpti
Seinastu tíðina hava sjónvarpslýsingar verið at sæð, har Michael
Laudrup hevur roynt at sannført danir um, at havragrýn frá Ota
eru rætti kosturin.
Og alt bendir á, at lýsingarnar hava havt ynsktu ávirkanina. Ota
kann nevnliga boða frá, at sølan av havragrýnum er økt við 16%
seinastu tíðina, og tað fegnast leiðslan sjálvandi um.
Vit hava ongan tíð áður merkt eina somikið stóra effekt frá eini
einstakari lýsing. Sølan var annars stagnerað seinastu tíðina, og tí
er ein somikið stórur vøkstur avgjørt nakað, sum vit fegnast um,
sigur Henrik Pasgaard, marknaðarleiðari hjá Ota, við Ritzau.
-mørk