fríggjadagur 13. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti
7
garðinum, áðrenn eg fekk áhuga
fyri tí. Eg var so nógv upptikin av
øllum øðrum, eg gav mær ikki
stundir til at fara út í havan, sigur
Edmund.
Konan, Edfríð, tekur undir við
hesum.
– Fyri 20 árum hevði eg ikki
trúð, at Edmund skuldi fara at
broytast so nógv. Hann hevði so
nógv annað at takast við, at hann
vísti ikki áhuga fyri trøunum, men
har er nógv broytt, sigur Edfríð.
Tá ið Edmund kom upp í leikin,
gjørdu hann og konan av at fara
í holt við tað stóra økið, sum tey
áttu rundan um húsini hjá sær.
Økið var tað 4.000 fermetrar, og
seinni hava tey keypt afturat, so
at økið rundan um húsini er 6.000
fermetrar stórt.
– Onkur vildi sagt, at tá ið eg
kom upp í, so skuldi tað vera
so ógvusligt, sigur Edmund við
einum smíli.
Lívd og dren
avgerandi
Fyrsta uppgávan var at drena
økið væl, at velta moldini, og so
annars at gera klárt til at planta
trø.
– Hetta økið er eitt gamalt
torvpláss hjá fólki á Oyri og
Norðskála, so tað skuldi eitt
sindur av arbeiði til fyri at fáa
jørðina góða at planta í. Vit hava
leitt vatn burtur, velt moldina væl,
og tí er gjørligt at fáa trø at vaksa
her. Onkrastaðni hava vit eisini
koyrt knústar skeljar í moldina,
sigur Edmund.
– Vit hava ráðført okkum nógv
við Skógrøkt Landsins, tí tey vita
væl um trø, og hvat kann klára
seg í føroyska veðurlagnum.
Hann gongur undan, meðan
vit gera ein túr runt í garðinum,
og hann finnir væl røttu leiðirnar
millum trøini, yvir um ánna, út
um garðin, og so innaftur. Hann
veit, hvat trøini kunnu stinga eitt
sindur, og hvar tað er best, at
klúgva upp um garðin.
– Vit hava plantað rósutrø
uttast, tí tey klára eitt sindur
av hvørjum og kunnu skapa lívd
fyri øðrum trøum innanfyri. Her
sunnanfyri hava vit eisini gjørt ein
garð fyri tveimum árum síðani,
og hann hjálpir eisini væl til at
skapa lívd fyri trøunum, greiðir
➘
størstu fíggindarnir
… um ítrótt
Eg fylgi við í ítrótti sum vanlig fólk
gera. Sjálvandi havi eg serligan
áhuga fyri lokala ítróttinum her
í økinum – EB/Streymi, Hvassa
og øðrum. Eg fari eisini onkuntíð
til landsdyst, og nú er tað so
snilt, at tú fært fylgt við einum
fótbóltsdysti við einum oyrasnigli,
meðan tú slært gras.
… um politikarar
Politikarar eru hampafólk og vanlig skilafólk,
men tað er munur á einum politikara, sum
hevur mikrofonina frammanfyri sær, og
einum politikara, sum tú møtir á kaffistovuni í
løgtinginum. Í kaffirúminum eru teir allarflestu
hjartans vinir, men verður mikrofonin tendrað,
so kemur eldur í.
Navn: Edmund Joensen
Føddur: 19. september 1944
Kona: Edfríð Joensen av Norðskála
Bústaður: Oyrabakki
Løgtingsmaður síðani 1988
Løgmaður 1994-1998
Fólkatingsmaður 1994-1998
Løgtingsformaður síðani 2002
Fakta
- Hetta økið er eitt gamalt torvpláss hjá fólki á Oyri og
Norðskála, so tað skuldi eitt sindur av arbeiði til fyri at
fáa jørðina góða at planta í, sigur Edmund Joensen um
stóra garðin á Oyrabakka. Mynd: Sunva Lassen