Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 133 - 13. juli 2007 - Vit eru um at drukna í vælvild frá politikarum, men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, beinanvegin vit eru farin úr eygunum á teimum, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum. Á útoyggjastevnu í Fugloy í morgin, fara tey enn einaferð at umrøða støðuna hjá okkara minstu oyggjum Útoyggjastevna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit hava nógv hugskot um, hvussu vit kunnu yvir- liva. Men vit hava ongar pengar. Soleiðis ger Óla Jákup úr Dímun, formaður í Út- oyggjafelagnum, støðuna hjá okkara minstu oyggjum, upp Í morgin fara tey at hava útoyggjastevnu í Fugloy. Har skal felagið hava aðal- fund, men afturat tí, skipa fugloyingar fyri eini rúgvu av tiltøkum, bæði við hoppi- borgum og ymsum spølum fyri børn og fyri framsýn- ingum, sangi og føroyskum og enskum dansi fyri tey vaksnu. Har vóna tey sjálvsagt at síggja so nógv fólk, sum gjørligt, tí øll eru hjartaliga vælkomin. Formaðurin sigur, at tað eru ongi serlig mál á skránni í morgin, men givið er, at tey fara at tosa um støðuna, sum útoyggjar eru í. Óhugaligt Hann heldur ikki, at støðan er so nógv versnað hetta seinasta árið, síðani seinastu útoyggjastevnu. Hinvegin heldur hann avgjørt heldur ikki, at støð- an er batnað. Annars heldur hann skuldi hann mett eftir teirri vælvild, útoyggjarnar hava, skuldi ikki skorta upp á til- tøk, sum kundu ment hesi útjaðaraplássini. – Tá ið vit siga andlit til andlits við politikararnar, er ongin endi á vælvildini. Men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, alt fyri eitt, vit eru farin úr eygunum á teimum aftur. – Vit hava havt ógvuliga nógvar fundir við teimum, men tað kemur ótrúliga lítið burturúr, so tað er ikki ser- liga hugaligt og tað ger arbeiðið serliga møtimikið, sigur formaðurin. – Tað mest positiva, vit kunnu siga, er, at Kalsoy- ingar hava fingið munandi betri samband og tað hava tey verið ómetaliga fegin um. Hann heldur, at støðan í Kalsoy er prógv um, hvussu stóran týdning eitt gott ferðasamband hevur, tí í Kalsoy fáa tey nú bilar út í oynna, ikki minst oljubilar, so tað er ein øgiligur lætti. Men hann heldur, at tað er eisini neyðugt at bøta um ferðasambandið til aðrar útoyggjar eisini, men tað verður alla tíðina gjørt til ein spurning um pengar. Hugskot tróta ikki Og júst pengar eru eitt lykla- orð, skal tað eydnast at varð- veita útoyggjar. Men tað mugu vera al- mennir pengar, tí peninga- stovnarnir vilja ikki fíggja vinnulig átøk á útoyggj. – Á ráðstevnu í Norður- landahúsinum fyrr í ár, gjørdi Bjarni Olsen, stjóri í Eik, púra greitt, at tað verð- ur altso ikki við teirra luttøku í nakað serligt mát, at vinnulív í útoyggj verður ment. – Trupulleikin er, at tað er ongin trygd í vinnubygn- ingum á útoyggj og tí er pantið í bygningunum held- ur onki vert, skuldi tað ging- ið galið, og tá verður vágin hjá peningastovnunum ov stórur. Óla Jákup úr Dímun sig- ur, at sostatt skal peningurin, sum skal fíggja vinnulig átøk á útoyggj, verða ser- stakliga vágafúsur. – Tí verður tað bara við almennum pengum, at út- oyggjarnar kunnu mennast, sigur hann. Hann leggur afturat, at er vilji hjá tí almenna at stuðla tiltøkum á útoyggj, er bara at smoyggja upp um armar, tí hugskotini tróta ikki. Áður hevur verið umrøtt í Sosialinum, at svínoyingar ætla at byggja til ferðavinnu og at Fugloyingar arbeiða við ætlanum um at byggja eitt fjølbýli við skúla, barna- garði, eldrasambýli og gist- ingarhúsi til ferðafólk. Og fyri at taka hansara egnu útoyggj, Stóru Dímun, eru eisini ætlanir um vinnu- lig átøk. – Í Dímun hava vit arbeitt við tankanum um at gera eitt virkishús, har tað ber til at fletta og hagreiða fugl undir heilsufrøðiliga góð- kendum umstøðum. – Men tað er greitt, at eitt slíkt hús verður ikki bygt við fígging úr peningastovn- unum. Tí hava arbeiða tey eftir einum leisti, har virkishúsið verður ein sjálvsognarstovn- ur, sum landið fíggjar, men so at sjálvur raksturin hvílir í sær sjálvum. – Eydnast hetta í Stóru Dímun, kann hesin leisturin brúkast sum fyrimynd fyri líknandi virkishúsum í øðr- um útoyggjum. Hann heldur, at hetta kundi eggja fólki á útoyggj til at gjørt meiri burturúr at virka vørur úr seyði og fugli fyri at virðisøkt rávøruna meiri og sostatt fingið meiri burturúr. Í lýsing aðrastaðni í blað- num er fullfíggjað skrá fyri útoyggjastevnuna í Fugloy og har verður eisini greitt frá, hvussu ferðasambandið í og úr Fugloy í sambandi við stevnuna. Nógv hugskot men ongar pengar -Vit hava fingið at vita, at peningastovnarnir vilja ikki vera við til at fíggja vinnulig átøk av týdningi á útoyggj, tí vágin er ov stórur. Tí mugu politikarar traðka til og tá ið vit tosa við teir, er ongin endi á vælvildini. Men beinanvegin, vit eru farin úr eygunum á teimum, er alt gloymt, sigur Óla Jákup úr Dìmun, formaður í Útoyggjafelagnum Á útoyggjastevnu í Fugloy í morgin er nógv á skránni, bæði til børn og vaksin, og gott ferðasamband verður út í oynna í hesum sambandi MyTravel á svartalista ES-nevndin fyri flogferðslu hevur svartlistað eitt flogfelag, sum stóra ferðaskrivstovan, MyTravel, hevur gjørt nýtslu av. Garuda Indonesia hevur nevnliga flogfør, sum eru í somikið vánaligum standi, at tey eru lívshættislig, verður sagt. MyTravel hevur gjørt nýtslu av felagnum, men Torben Andersen, kunningarstjóri í MyTravel, sigur við danska Erhvervsbladet, at tey alt fyri eitt vilja strika Garuda av listanum yvir flogfør, sum tey gera nýtslu av. Ullin tikin í august Allan august mánað skipar ullavirkið, Sirri, fyri ullamóttøku. Hendan verður skipað saman við Postverkinum, sum hevur átikið sær uppgávuna at skipa fyri flutningi frá ullaeigarunum og suður til Vágs. Sekkirnir skulu latast inn á posthúsið, ella posthúsið avtalar at heinta teir hjá sendaranum. Sekkirnir skulu verða snørdir og bera spjaldur við navni, bústaði og telefonnummari hjá sendara. Frá Sirri verður sagt, at prísurin, sum tey lata, er 8 kr. fyri kilo í býti fyri vørur. Hartil letur Royndarstøðin 4 kr. í stuðuli fyri hvørt kilo.