Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 133 • 13. juli 2007 … um veðrið Tey flestu kundu ynskt sær betur veður í Føroyum, men veðrið er nú einaferð, sum tað er. Mær dámar best at verða heima um summarið, tí tá er veðrið hampuliga gott. Hinvegin hava føroyingar gott av at sleppa uttanlands um veturin, tí veturin kann verða langur og strævin at koma ígjøgnum. … um miðlar Eg fylgi væl við í øllum miðlunum. Eg lesi bløðini, lurti í útvarpi og hyggi í sjónvarpi. Eg fylgi ikki bara við í føroyskum miðlunum, mær dámar eisini væl at hyggja eftir útlendskum sjónvarpsrásum – til dømis DR1 og DR2. Eg hyggi eftir tíðindum, aktuellum sendingum, dokumentarsendingum og eisini eftir vísunda- og náttúrusendingum. Edmund frá, tá ið vit eru farnir út um garðin sunnast í økinum. – Ringasta ættin her er útsynningur-sunnan, og tí hava vit gjørt hendan garðin, her tað er mest ábært. Høgættirnar eru eisini strævnar fyri trøini, – Størstu fíggindarnar ímóti trøunum eru vindur og væta. Tú mást plantað soleiðis, at tú fært lívd fyri trøunum, og tú mást eisini drena jørðina væl, so at hon verður góð at seta trøini niður í. Ahorn nýggja skotið á stammuni Vit spáka oman um garðin, og Edmund greiðir frá teimum ymsu trøunum, sum tey hava plantað. Niðanfyri eru nógv grantrø, men hóast tey kundu hildið jól í nógv ár við trøunum úr teirra egna garði, so fáa grantrøini frið at standa. – Eg rokni við, at vit hava plantað millum 4 og 5.000 trø. Øll trøini koma sjálvsagt ikki fyri seg, men her eru nógv trø tilsamans. Vit hava mest av rósutrøum, grantrøum, furutrøum, lerki, rønn, men tað eru eisini nógv onnur sløg av trøum. Norðan fyri húsini eru trø sett niður fyri kortum, og har hava Edmund og Edfríð fyri fyrstu plantað ahorn. – Ahorn er at finna í Havn. Trøini hava staðið í meira enn hundrað ár hjá Ríkisumboðnum og løgtinginum, og tað eru fræ, sum eru komin harfrá, sum eru endað her í garðinum. Ahorn livir í langa tíð, so tað ber rólig til at siga, at hetta er ein langtíðaríløga, men onkur fær helst gleði av hesum trøunum um hálvtrýss ella hundrað ár, sigur Edmund. Baks fyrstu árini Garðurin við teimum mongu trøunum er ikki komin av ongum. Edmund og Edfríð hava gingið undan í einum drúgvum arbeiði at planta og fáa trøini at vaksa. – Fyrstu árini vóru tey strævnastu. Eg og Edfríð lógu við afturpartinum hægst og leitaðu eftir trøum í garðinum. Vit høvdu ikki sett træpinnar niður, har vit høvdu plantað trø, og vit skuldu bókstaviliga finna trøini aftur í grasinum, tá ið vit skuldu sláa og royta gras, greiðir Edmund frá. – Vit hava fingið góða hjálp frá familju og vinum, tá ið vit hava plantað, men vit hava eisini sjálvi brúkt sera nógv tíð til trøini. Nú trøini eru vaksin nógv, er tað blivið nógv lættari at halda havan, men tað er sjálvandi nógv at halda viðlíka. Grasið skal sláast fleiri ferðir um árið, og tað er eitt sindur at fara um. Men við einum góðum plenuklippara ber tað væl til, og so fáa vit nógv ókeypis motión eisini, sigur Edmund. Fekk luft í garðinum Edmund Joensen var byrjaður at stákast í garðinum, tá ið hann gjørdist løgmaður í 1994. So meðan heit politisk mál vóru ovast á dagskránni, og bankakreppan veruliga rakti føroyska samfelagið, brúkti Edmund eisini nakað av tíð í garðinum hjá sær. Onkur, sum er komin fram við garðinum hjá Edmund miðskeiðs í 90’unum, veit at siga frá, at Edmund var í klædningi og gummistivlum onkra ferðina, tá ið hann gav trøunum vatn – Tað var gott at kunna fara út í garðin at stákast onkra løtuna, tá ið tað leikaði harðast á í politiska lívinum í 90’unum, sigur Edmund. Starvið hjá Edmund er framvegis í politikkinum. Síðani 2002 hevur hann verið løgtingsformaður, og tí brúkar hann nógva tíð millum politikarar í Havn. – Tað kemur fyri, at vit tosa eitt sindum trø í løgtinginum. Maria, sum starvast í kantinuni, veit eina rúgvu um trø, so vit práta ofta um garðar og trø, sigur Edmund. Tá ið hann fyri trimum árum síðani rundaði tey seksti árini, fekk hann tvey trø í føðingar- dagsgávu frá Javnaðarflokkinum. – Eg havi sagt við Kristian Magnussen, at tá ið eg haldi, at javnaðarmenn skikka sær illa, so fari eg út í havan og risti í trøini frá Javnaðarflokkinum, sigur Edmund flennandi. - Fyrstu árini vóru tey strævnastu. Eg og Edfríð lógu við afturpartinum hægst og leitaðu eftir trøum í garðinum. Vit høvdu ikki sett træpinnar niður, har vit høvdu plantað trø, og vit skuldu bókstaviliga finna trøini aftur í grasinum, tá ið vit skuldu sláa og royta gras, sigur Edmund Joensen. Mynd: Sunva Lassen