fríggjadagur 13. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 133- 13. juli 2007
Her á landi, eins og
í meginpartinum
av framkomna
heiminum, er
fríggjadagur tann 13.
eitt fyribrigdi, ið øll
kenna. Men hvussu
er hendan pátrúgvin
uppstaðin? Og er tað
veruliga so, at dagurin
er óheppin?
PÁTRÚGV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Paraskevidekatriafobi!
Tað er heitið fyri fólk,
sum hava ein órímiligan
ótta fyri fríggjadegi tann
13. So vita vit tað.
Men tað er á ongan hátt
ókent, ikki at byrja nakað
ein fríggjadag, og teir eru
mangir skiparar, ið ikki fara
avstað
ein
fríggjadag.
Spurningurin er bara, hvar
hetta stavar frá.
Í »British Medical Jour
nal« stóð í 1993 at lesa um
eina kanning, nevnd »Is
Friday the 13th Bad for
Your
Health?«
Hon
viðgjørdi úrslitið av eini
kanning,
sum
sammetti
farðsluóhapp í mun til
ferðsluna máld fríggjadag
tann 6. og fríggjadag tann
13. yvir nøkur ár. Tað vísti
seg, at á máldu økjunum
vóru munandi fleiri óhapp
við innleggingum á sjúkra
húsum til fylgju tann 13.
enn tann 6. – og tað sjálvt
um ferðslan tann 13. ofta
var minni enn annars, júst tí
fólk lótu bilin standa tann
dagin orsakað av pátrúnni.
Munurin kom heilt upp í
52%.
Sjálvandi skal hetta takast
sum tað er, tí eingin einstøk
vísindalig kanning er nóg
gott grundarlag at byggja
eina teori uppá.
Sætti dagurin í vikuni og
talið 13 hava bæði ringt orð
á sær, og tá so hesi falla
saman eina til tríggjar ferðir
um árið, er tað nakað, ið
ávirkar mong. Onkur vil
vera við, at hetta er mest
útbreidda
pátrúgvin
av
øllum. Onkur hættar sær
ikki til arbeiðis ein slíkan
dag; og mong aftra seg við
at giftast tann dagin.
Mett verður, at eini 8%
av øllum vesturlendingum
hava paraskevidekatriafobi.
Flestu halda, at hetta er ein
aldargomul pátrúgv, men
eingin kann siga við vissu
hvussu gomul hon er.
13: Dusin djevulsins
Tað merkir óhepni, at 13
fólk sita til borðs.Turkar
líktust so illa á talið 13, at
tað púrasta varð tikið burtur
úr orðabókum teirra. Fleiri
býir hava onga 13. Street
ella 13. Avenue, og mong
høghús hava onga 13.
hædd.
Eisini verður sagt, at
hevur tú 13 bókstavir í
navni
tínum,
hevur
tú
»djevulsins hepni«. Nevnast
kunnu Jack the Ripper,
Charles Manson, Jeffrey
Dahmer, Theodore Bundy
og Albert De Salvo. Og tað
eru 13 trøllkonur í eini
samling.
Hví talið 13 er vorðið
óeydnistal hjá monnum, er
ikki heilt víst, men tað
finnast ein ørgrynna av
frágreiðingum um, hví so
er.
Flestu
meta
hetta
fyribrigdi at vera aldar
gamalt, og ein teori gongur
út uppá, at menn tíðliga í
tíðini bert kundu telja á
tíggju fingrum og tveimum
beinum, altso upp í 12. 13
– ella tað, sum lá omanfyri
12 – var fyri teimum eitt
loyndarmál. Ein kann so
bara spyrja seg sjálvan, um
upprunamenn ikki høvdu
tær.
Hvussu var og ikki, vóru
tað ikki øll upprunafólk,
sum mettu 13 vera óeydnis
tal. Kinesarar hildu talið
vera heppi og tað sama var
galdandi fyri egyptar á
Farao’sa døgum.
Hjá gomlu egyptunum
var lívið ein sálarlig ferð,
sum fór fram í stigum, 12 í
tali, har hitt 13. var deyðin.
Ikki deyðin sum endin og
rotanin av likaminum, men
sum byrjanin til æviga lívið
og tískil nakað, ið øll tráaðu
eftir. Sjálvt um egyptiska
civilisatiónin fall, yvirlivdi
trúgvin upp á 13talið, til
hon at enda broyttist til
ræðslu fyri deyðanum.
Ein onnur teori er, at
patriarkalar religiónir hava
við vilja gjørt 13 til eitt
óeydnistal,
tí
talið
av
gudinnutilbiðandi mentan
um var hildið høgt í metum.
Talið samsvarar við lunara
(menstruella) syklusin í
einum
ári
(13x28=364
dagar).
Gomlu hinduarnir í eystri
hildu, at tað var óheppi hjá
13 at savnast nakrastaðni,
til dømis til borðs, og tað
sama var, so løgið tað
annars ljóðar, galdandi í
norðurlendskari mytologi.
Søgan er henda:
Tólv gudar vóru bodnir
til gildi í Valhøll. Loki, óndi
gudurin, var við vilja ikki
boðin við. Men hann kom
kortini og harvið gjørdist
talið til 13. Loka líkt skapti
hann ófrið og fekk Hod,
blinda vetrargudin, at leggja
á Baldur hin góða, sum var
væl
lýddur
av
hinum
gudunum. Hod tók eitt spjót
av mistilteini, sum Loki gav
honum, og rendi tað eftir
Balduri, ið doyði á staðnum.
Øll Valhøll syrgdi. Og
norðurlendingar hava her
eftir mett 13 til borðs verða
óeydnu.
Eisini í Bíbliuni verður
talið 13 nevnt. Tað vóru 13
til borðs seinastu kvøld
máltíðina, og sum vit øll
vita, sveik ein teirra, Judas,
Jesus. Eisini er vert at
nevna, at Jesus bleiv kross
festur ein fríggjadag.
Óhepni fríggjadagur
Ikki at byrja nakað ein
fríggjadag er vælkent. Hetta
vildi
enski
kongurin
mótprógva einaferð með
alla. So hann læt HMS
Friday
byggja.
Kjølurin
varð strektur ein fríggjadag,
skipið fór av bakkastokki
ein fríggjadag, manningin
mynstraði ein fríggjadag,
og hann setti enntá ein
mann, nevndan Jim Friday,
sum skipara. Skipið fór sína
jomfrúferð ein fríggjadag –
og síðani hvørki hoyrdi ella
sá nakar nakað til skipið
aftur.
Óhepni fríggjadagur gon
gur annnars alla leiðina
aftur í Edens Hava. Tað skal
hava verið ein fríggjadag,
at Eva freistaði Adam við
súreplinum.
Syndaflóðin
byrjaði ein fríggjadag, Guð
skilti
tungumálini
hjá
monnunum,
ið
bygdu
Bábelstornið, ein fríggja
dag, templið hjá Sálomon
kongi var lagt í oyðu ein
fríggjadag, og fríggjadagur
var eisini dagurin, tá Jesus
varð krossfestur.
At enda kunnu vit eisini
nevna, at fleiri filmar eru
gjørdir um hetta temaið,
nevniliga ein røð av »Friday
the 13th« við fyrst Freddy
Krueger og síðani Jason
Voorhees.
Eisini
kunnu
nevnast »A Nightmare on
Elm Street«filmarnir.
Hví fríggjadagur tann 13. er óheppin
Charles Manson er ein av kendastu hópdrápsmonnunum í heiminum. Sjálvur myrdi hann ongan, men fekk sínar
»disiplar« at drepa fyri seg. Serliga kent er morðið á Sharon Tate, ið var við barn og gift við Roman Polanski, kenda
filmsleikstjóranum
Skelkað av funnum líki
Foreldrini hjá teirri rændu smágentuni Madelaine McCann,
(myndin) fingu ein rættiligan skelk, tá ein blaðmaður frá einum
kendum dagblaði í Portugal tiðliga í morgun ringdi fyri at vita,
hvat foreldrini høvdu frætt um funnað líkið. Hetta varð funnið í
einari havn skamt harfrá, sum Madelaine varð rænd. Av tí at tað
var so tíðliga á morgni, hevði portugisiska løgreglan ikki latið
foreldrini vita nakað um líkið, sum kortini vísti seg at vera ein
enskur maður og ikki ein genta. Hetta vistu foreldrini tó ikki, tá
blaðmaðurin ringdi og tí vórðu tey so skelkað.
Rænd og hópneyðtikin
Ein 22ára gomul kvinna kom ongantíð heim frá Vordingborg
Festuge í gjárkvøldið. Hon bíðaði eftir nøkrum vinkonum við
jarnbreytarstøðina í Vordingborg, tá ein hvítur Toyota kassabilur
koyrdi yvir til hana og ein maður á vánaligum enskum spurdi um
veg. Tá kvinnan fór yvir til bilin leyp ein maður út og skumpaði
hana inn í bilin. Teir koyrdu eitt stutt petti og steðgaðu síðani og
neyðtóku kvinnuna upp á skift. Talan var um tríggjar mans. Kvinnan
varð seinni slept av í býnum.