Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • 13. juli 2007 Vikuskifti 9 filmar Last Day in the Universe er ein japanskur/ thailenskur filmur. Hann er um ein japanskan mann í Bangkok, sum vil taka lívið av sær. Hann arbeðiir sum bókavørður um dagin og lesur tunglyntar bøkur um dagin. Ein super originalur kærleiksfilmur, verulig filmlist. X-Files Season 1 1993-1994. Onkur heldur at røðin er kult, og onnur hata hana. Her eru so teir fyrstu 24 partarnir av røðini. Øll tey, sum dyrka UFO, samansvørjingar og Agent Scully og Mulder og para- og pseudovísund, fara at elska hendan pakkan, eg geri ikki. Sex, Lies and Murder er um Mini, ein rík forkelað yvirstætta- genta, sum keðir seg. Hon er eisini órein og eitt rotið menniskja, hon fær mammuna, sum eisini er ein óbehagelig ”sigurstekin” (trophy wife), til at bróta saman. Alec Baldwin endar í einum tølandi ”Lolita forhol- di” til sjúkdøtrina, men hesin filmurin er alt ov vánaligur. Ein standardvøra, puha lortur. Even Money er ein løgin filmur, ið er rokaður av stjørnum sum Kim Basinger, Ray Liotta, Danny DeVito, Tim Roth. Hann er um høvundan Carol, sum er ein ludomanur. Hon møtir fleiri falleraðum typum, so sum kasionhávinum Walter (DeVito) og Clyde (Forest Whitaker). Ein beinharður løgin spenningsfilmur. Exit er ein svenskur filmur við danska Mads Mikkelsen í høvuðs- leiklutinum sum danski vinnulívsmaðurin Thomas Skepphult, ið verður forfylgdur av russisku mafiuni og einari gamlari skuld. Við eitt er familjan í lívsvanda, men hesin Skepphult dugir at verja seg og síni. Ein myrkur actionthrillari, sum er betur enn man skuldi trúð. Í Onglandi elska tey Jane Austin- sa dramatisku søgur um ungar kvinnur, sum skulu forlovast móti teirra vilja, og hvussu hesar somu kvinnur vilja hava onkran annan, sum ikki er nóg ríkur. Hetta er upp- skriftin til stættarintrigiuna sum søgugongd gjøgnum 1000 ár. Tað er, sum um tað at vera bret- skur, er tað sama sum at kenna sína Jane Austin. Vit kenna hesar nógvu filmatiseringarnar av Aus- tenbókum, so sum røðin hjá BBC Pride & Prejudice frá 1995. Peningur, tryggleiki ella kærleiki? Altíð er tað gamla søgan um pening og kærleika, um at fylgja sínum hjarta ella fornuft. Í 1795 var tað ikki soleiðis at koma frá ensku yvirstættini. Giftarmál var um pening og stat- us, og eingin helt tað vera løgið, men Jane vil giftast av kærleika. Foreldrini finna henni eitt gott ”partí”, so hon kann verða ”væl” gift, men hon vil hava Tom, sum er vakur, klókur og ja, sjálvandi fátækur sum gamla kirkjurottan. Hann kann siga henni frá um bók- mentir, og alt sum hon ikki veit, ja, hon gerst meiri og meiri góð við hann, jú, meiri hann provoker- ar hana. Hetta er gamla søgan um Trist- an og Isolde, um Romeo og Juliet og um Noru frá Dukkuheim seinni hjá Ibsen. Søgan um leiklutin hjá kvinnum, sum vit síggja hann enn í triða heiminum, har ættin heldur seg eiga kvinnuna og vil gifta hana burtur. Ættin hjá Jane vil ikki vita av, at hon skal giftast við einum, sum enn ikki er ríkur ella aðalborðin. Tora tey at gera seg leys av tíðari- nnar stættarskipan? Becoming Jane Austen Øll tey, sum elskaðu Fornuft og følelse, Emma og ikki minst Stolthed og fordom, fara at taka Becoming Jane til teirra hjarta. Hesin ummælarin er ikki nóg konservativur ella anglofilur til at rádyrka Austen, kanska eri eg av skeivum kyni eisini, men eg má siga meg undirhildnan væl gjøgn- um allan filmin. At gerast Jane Austen Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Becoming Jane Leikandi: Anne Hathaway Jane Austen James McAvoy Tom Lefroy Julie Walters Mrs. Austen Leikstjóri er Julian Jarrold. Framførdur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 6. juli