Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 133 - 13. juli 2007 Stevna um barna­ ans­ing 12. september verður landsleið­ arastevna hildin á Hotel Føroyum, har leiðarar frá øll­ um dagstovnum og dagrøktum í Føroy­ um møtast Barnaansing tíðindaskriv Evnið hesa fer er tikið úr kunngerðini nr. 32 frá 4. mai 2006, um virksemi o.a. á dagstovnum og dag­ røkt. Serliga verður hugt eftir kapittul 3 grein 3 um námsfrøðilig mál. Hetta er eitt evni, sum hevur og verður nógv tos­ að um og sum summi eru farin til verka við. Skráin er løgd til rættis soleiðis, at evni verður lýst á ymiskan hátt og vónin er, at bæði leiðararnir og Før­ oya Pedagogfelag fáa nøkur amboð at arbeiða víðari við. Hans Pauli Strøm kem­ ur at seta stevnuna. Fyri­ lestrarhaldarnir vera Jes­ per Roos, leiðari og Gun­ rid á Plógv, varaleiðari, sum koma at tosa um hvussu tey eru farin til verka. Daniela Cecchin frá BUPL í Danmark kemur at greiða frá um hennara royndir úr Dan­ mark. Óla Jákup Joensen, skúlastjóri kemur at tosa um hvat hann væntar av børnum, sum koma av barnagarði í skúla. Og Rógvi Thomsen og Hans Mourits Foldbo koma at tosa um at gera sína egnu ætlan. Sjálvt um ein sokallað marknastøð í eina tíð hevur staðið klár at kanna innflutt djór, so mugu ross úr Íslandi framvegis allan umvegin til Danmarkar, áðrenn tey kunnu koma til Føroya. Orsøkin er, at skrivstovuveldið í ES setir forðingar í veg, sigur landsstýrismað­ urin í vinnumálum influtningur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sum við so nógvum øðrum, ið hevur við ferðavinnu at gera, so er summarið tann árstíðin, har inntøkurnar skulu tryggjast hjá felagnum Berghestar, ið bjóðar ross út til leigu. Felagið hevur í alt 22 hestar, harav 16 verða brúktir til at leiga út til útlendsk ferðafólk. Áhugin er vaksandi, men virksemið hjá felagnum er darvað av, at tað er so trupult at fáa ross flutt inn úr Íslandi, hað­ ani Berghestar keypir síni ross. ­ Umframt at kosta okk­ um eini 12 til 14 túsund krónur – ella næstan helv­ tarprís – meiri fyri hvørt ross, so er hetta á markinum til djórapínslu, at tey skulu allan vegin til Danmarkar, áðrenn tey koma til Føroya. Flutningurin tekur væl meiri enn eina viku, ístaðin fyri eitt døgn um tey komu beinleiðis úr Íslandi til Før­ oya, sigur Leif Berg, sum stendur aftanfyri Berghest­ ar. Felagið hevur keypt tvey ross og bílagt fimm onnur, sum standa í Íslandi og ong­ an veg sleppa, uttan fyrst at verða send til Danmarkar. ­ Sesongin hjá okkum er bert trýggjar mánaðir, og nú eru vit komin so langt inn í summarið, at tað verð­ ur ov seint at fáa hendur á rossunum í nóg góðari tíð og hartil ov kostnaðarmikið, sigur Leif Berg, ið hevði sæð fram til, at málið um marknastøðina var loyst lon­ gu í vár. Sama er við hoyggi úr Íslandi, sum eisini skal góð­ kennast eftir ES­reglum, men av tí, at tað fyrst skal umvegis eina marknastøð í Danmark, verður tað mun­ andi dýrari. Leif Berg hevði vónað, at Íslandssáttmálin fór at skun­ da undir loysnina av málin­ um, men kennir seg vón­ brotnan av, at onki er hent í so máta. ES í vegin Sosialurin hevur spurt av­ varðandi landsstýrismann, Bjarna Djurholm, um, hví góðkenningin av føroysku marknastøðini dregur út. ­ Málið er fyri langari tíð síðani avgreitt frá okkum, men tað koma alla tíðina nýggj krøv ella forðingar frá ES í vegin, sum vit ikki hava nakra ávirkan á. Okk­ ara maður í Brüssel, Hákun Djurhuus, sendimaður, hev­ ur eisini gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri at loysa málið, men tíverri er hetta ikki eyd­ nast enn, sigur Bjarni Djur­ holm. Sambært landsstýrisman­ nin í vinnumálum er seinas­ ta forðingin, at embætisfólk í ES hava sett fram nýggj løgfrøðislig krøv, sum tað verður arbeitt við at avgreiða. ­ Mann kann siga, at hetta er byrokratiið ella skrivsto­ vuveldið í ES, sum stendur í vegin fyri at loysa málið. Eg havi tó fingið at vita frá sendimanni okkara har nið­ ri, at góð útlit eru fyri, at málið verður endaliga loyst í heyst, sigur Bjarni Djur­ holm. Hann vísir á, at tað eru tvey og eitt hálvt ár síðani, at Vinnumálaráðið saman við Løgmannskrivstovuni fór í gongd við at fáa stovn­ sett eina marknastøð ella bipp­støð, sum hon eisini verður nevnd, men tað hev­ ur verið sum at sláa í eina dýnu hjá ES­veldinum. Men, leggur Bjarni Djur­ holm afturat, málið skuldi altso verðið endaliga loyst í heyst. Ros­s­ framvegis­ ein tupulleiki Felagið Berghestar livir av at selja leigutúrar til serliga útlendsk ferðafólk, men hevur í ár ov fá ross at leiga út. Trupulleikar eru við innflutninginum úr Íslandi, ið orsakað av ES-krøvum er bæði kostnaðarmikil og langdrigin Mynd: Álvur Danielsen Fáa s­ild norðanfyri Jupiter var í gjár á Kollafirði við 200 tonsum av sild, sum vórðu landað til virkið hjá Kollafjord Pelagic. Hetta er triði sildatúrurin hjá Jupiter, og hesaferð royndu teir í føroyskum sjógvi. Hinar báðar túrarnar vóru teir í íslendskum sjógvi. Íslendska útvarpið visti í dag at siga, at tvey íslendsk skip høvdu landað ávikavist 1.300 og 900 tons av sild á Eysturlandinum. Reiðaríið hjá Jupiter skrivar á heimasíðuni, at meðalvektin á sildini hjá Jupiter hendan túrin var millum 335 og 340 gram. Mis­ti milliónir Ein norskur lottospælari vann herfyri saman við damuni 9,6 mió. kr. Dan Roger Kjennerud og daman vóru sum vera man ovurfegin, men gleðin var stokkut hjá manninum. Av tilvild var tað daman, ið ringdi til norsku lottotænastuna, og tískil fekk hon allan peningin. Hon hevði sjálvsagt avtalu við sjeikin um at býta peningin, men hon gjørdi ikki mætari enn at stinga av frá honum. Hann fór í rættin við damuni, men her gjørdist tað enn verri. Av tí at avtalan bara var munnlig, hevði hon løgrøðiliga rættin at taka allan peningin, og hann skuldi gjalda 62.500 kr. í endurgjaldi og sakarmálskostnaði. – Vit høvdu tað gott saman, og høvdu verið saman í fimm ár. Men tá ið hon fekk peningin, stakk hon bara av. Eg havi mist alt, segði ein ikki sørt ólukkuligur Dan Roger Kjennerud við norska VG.