fríggjadagur 13. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti
10
Jens Lisberg er aktuellur við
nýggjari fløgu, ið nevnist Hope.
Og tað skal sigast beinanvegin,
at her er ein dygdargóð fløga
og hetta er country av fyrstu
skuffu. Ikki lættisoppur, men
country, so sum tað einaferð var,
og sum gongur beint inn og rørir
okkurt í teim flestu. Antin teir
streingirnar, ið fegnir leika og
dansa við, ella meira sorgblíðu
hjartastreingirnar, ið meira eru til
sorgblíðar tónar.
Tað eru 12 løg á fløguni. Jens
eigur seks teirra og millum hini
finna vit slagarar og kenningar
sum t.d. Walk On By, men onnur
heiti eru t.d. My Jesus og Father
Along.
Her er bæði tað lætta og tað
álvarsliga.
Millum heitini á sangunum
hjá Jens er t.d. Hope, Undrandi
eg standi her og My Special
Woman.
Við øðrum orðum eru her bæði
kærleikssangir til Guð og lívið
og eisini kærleikssangir til hina
einasti einu.
Kramm
Birgir Kruse hevur skrivað
rámandi tekst í fløguhúsan, har
tónleikalív, lívsleið og lagna verða
stutt, men sera væl, lýst.
Jens Lisberg er maðurin, sum
hevur verið við í mong, mong ár,
og kvøðuljómahittini, ið hann
leggur rødd til, eru ikki so fá.
Tað var saman við bólkinum
Sputnik av Tvøroyri, at alt byrjaði
í 1975. Og hetta helt á til 1991.
Eftir hetta royndi Jens seg á
egnum beinum og tað gekk eisini.
Feigdin vildi tó, at støðgur
kom í. Jens misti ein son í
ferðsluvanlukku og hetta rakti
familjuna hart. Tey fluttu av
Tvøroyri til Havnar. Lítið hoyrdist
til Jens, til aftur bragdaði, og
so komu vældámdu gallakon
sertirnar, har hann og dótturin
Kristel bergtóku.
Fyri ikki so langari tíð síðani
kom so savnsfløga frá Jens og
nú er hann endiliga aftur í gongd
og er á gøtuni við nýggjum tilfari
– nýggjari fløgu.
Og hvat er tað ikki gleðiligt, tí
maðurin hevur eina sera góða
rødd og hon er eisini eyðkend og
føroyingar fara í hvussu er ikki
skeivir, tá teir hoyra Jens Lisberg.
Hann hevur ljómað í føroysku
stovunum sunnudagar – og aðrar
dagar – í áravís. Her er ein rødd,
sum vit kenna.
Og tað er eisini soleiðis við
Jens, at ein veit hvat ein fær.
Tað er country, ella okkurt sum
er í familju við hesa sjangru.
At seinnu árini so hava verið
troubadourkend merkir ikki, at
hann púra hevur skift stíl, tí
country er so mangt – tað er jú
fólkatónleikur úr Amerika. So
einfalt er tað.
Gott
Men Jens hevur fingið sær góðar
kreftir afturat sær, nú hann aftur
ger um seg av álvara. Tí tað er
veruliga álvari aftanfyri hesa
fløguna, tað ivast ein ikki í, tá
ein hoyrir hana og tá ein lesur í
húsanum.
Hetta er eitt valaverk í allar
endar og kantar. Og so kann tað
gera tað sama, um ein dámar
sjangruna, ella ikki. Seks egin
løg, fimm kendir útlendskir sangir
og ein fosturlandssangur. Hetta
er Jens á nýggju fløguni. Og tað
er ikki so stór broyting frá tí, ið vit
kenna hann fyri.
Broytingin liggur í, at tað
er gott at hoyra Jens aftur av
nýggjum og við nýggjum. Og við
so góðum undirlag, sum ein kann
ynskja sær, og sum góða røddin
eisini hevur uppiborið.
Her er vælspældur tónleikur
og røddin er hin sama. Góð og
eyðkend.
Jens telist heilt víst ikki bara
millum kendastu og royndastu
sangarar og troubadourar í Før
oyum. Hann telist eisini millum
teir bestu. Um vit í Føroyum
høvdu eitt harkalið, sum tey í
Amerika hava Willie Nelson og
teir, so hevði Jens Lisberg verið
sjálvskrivaður millum hesar og í
høll teirra kendu (Hall of Fame).
Men enn eru vit ikki komin
hagar, at eitt allstars band er
savnað, har teir ella tey roynd
astu, kendastu og bestu vísa
hvat tey duga og hví tey eru
millum stjørnurnar. Men kanska
er hetta á veg, nú vit hava havt
modernaðan tónleik og plátu
og fløguútgávu í eini 50 ár í
Føroyum.
Jens Lisberg prógvar við nýggju
fløguni, at hann er líka góður
sum altíð. Um ikki nógv betri, tí
góðskan á fløguni er so góð.
Fløgan er verd allar pengarnar.
Bæði vegna tónleikin, sangirnar,
høvuðsrøddina og húsan, ið er
áhugaverdur. Heitið á fløguni,
Hope, er sigandi, tí her er veru
liga vón. Jens er sutt sagt betri
enn nakrantíð.
Tað kann sigast stutt og greitt,
fyri ikki at møða lesaran: Jens is
Back!!!
Jens kann flokkast
millum teir fremstu
Um vit í Føroyum høvdu eitt harkalið, sum tey í Amerika hava
Willie Nelson og teir, so hevði Jens Lisberg verið sjálvskrivaður
millum hesar og í høll teirra kendu (Hall of Fame). Jens er á
marknaðinum við nýggjari fløgu og stutt sagt: Jens is back!!
Umrøða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jens Lisberg, nýggj fløga,
ið nevnist Hope
Aðrir tónleikarar:
Jákup Zachariassen
Ólavur Øster
Kim Hansen
Rógvi á Rógvu
Kristoffur Mørkøre
Sigga M. Hansen
Barbara á Tjaldrafløtti
Jákup Zacariassen
produseraði og Kristoffur
Mørkøre ljóðblandaði.
Upptikið í KrisStuff Studio.
Tekst: Birgir Kruse
Myndir: Fróði Sandoy
Húsi: John Dalsgarð, Gramar
Útgáva: Tutl
Fakta