fríggjadagur 13. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133- 13. juli 2007
11
tíðindi
Stutt Sagt
Bað um
umbering
Bretska kringvarpið BBC
hevur
biðið
Elizabeth
drotning og amerikanska
fotografin Annie Leibo
vitz um umbering fyri at
hava borið skeiv tíðindi
um tær báðar. BBC vildi
vera við, at drotningin
rýmdi frá einari mynda
tøku, tí Annie Libovitz
bað hanan taka krúnuna
av høvdinum. BBC vísti
eisini
myndir
av
drotningini á veg út úr
hølunum,
men
nú
viðgongur
støðin,
at
myndirnar vórðu tiknar
undan myndatøkuni, og at
tíðindini
sostatt
vóru
skeiv.
Tað var
rasisma
Í Fraklandi hevur lands
rætturin staðfest, at tann
heimskenda
fyritøkan
L'Oreal breyt lógina um
rasismu, tá hon søkti eftir
kvinnum til at marknaðar
føra hársápuna Fructis
Line. Í lýsingini eftir
kvinnunum stóð, at tær
skuldu vera tað, sum
fyritøkan kallar BRB. Tað
er ein stytting fyri Blanc
BleuRouge og er eitt
rasistiskt orðalag fyri eina
hvíta,
franska
kvinnu.
L'Oreal hevur fingið bót,
og nøkur starvsfólk fingu
treytaða fongsulsrevsing,
men fyritøkan sigur, at
hon frer at kæra dómin.
Søkja skjól
Fýra fólk úr Norðurkorea,
tvey vaksin og tvey børn,
hava leitað sær inn á
donsku sendistovuna í
vietnamska høvuðsstað
num Hanoi, har tey hava
biðið um hjálp til at sleppa
til
Suðurkorea.
Uttan
mríkisráðið í Keypmanna
havn hevur biðið flótta
fólkadeildina
hjá
ST
kanna, um fólkini kunnu
sleppa
til
Suðurkorea,
skrivar Ritzau.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Stendur amerikanska trýstið við, kunnu vit ikki
halda avtalurnar, sum vit nú hava gjørt við umheimin
(norðurkoreanskur talsmaður)
útlond
Fleiri flogfeløg,
sum danska
ferðaskrivstovur
brúka, standa á
svartalista hjá ES
Í síðstu viku almanna
kunngjærdu
ESmyndug
leikarnir
ein
lista
við
nøvnunum á teimum flog
feløgum,
sum
sambært
myndugleikunum eru so
vandamikil, at tey hava
fingið forboð fyri at flúgva
í evropeiskum loftrúmi.
Hetta er ikki tann fyrsti
listin av hesum slagnum,
men tað sermerkta við
honum var, at hesaferð vóru
øll flogfeløgini í Indonesia
komin á listan. Megin
orsøkin er, at trygdin í
flogførunum er ikki nóg
góð.
Men danskar ferðaskriv
stovur geva sær eftir øllum
at døma ikki far um, hvat
ESmyndugleikarnir siga.
Eitt nú veit Erhvervsbladet
at siga, at tann stóra
ferðaskrivstovan My Travel
brúkar indonesiska flog
felagið Garuda Indonesia
til at flyta síni ferðafólk
ímillum
høvuðsstaðin
Jakarta og frítíðarstaðið
Yogyakarta .
Garuda Indonesia stendur
á svartalista hjá ES, og
talsmaðurin hjá My Travel,
Torben Andersen, viðgong
ur fyri Erhvervsbladet, at
tey eiga ikki at brúka flogfør
hjá indonesiskum flogfeløg
um, og at tað samstarvið
steðgar alt fyri eitt.
Ein onnur donsk ferða
skrivstova,
InterTravel,
hevur
eisini
brúkt
eitt
indonesiskt flogfelag, men
hevur gjørt av at gevast við
tí, nú tað felagið eisini er
komið á svartalista hjá ES.
Flestu norðurlendsku ferða
fólkini, sum fara til Indonesia,
fara til Bali, og hagar flúgva
næstan øll við viðurkendum
teilendskum, japonskum ella
avstralskum
flogfeløgum,
skrivar Erhvervsbladet.
Danskar ferðaskrivstovur
brúka lívshættislig flogfør
11. september
í 2001 vóru
sløkkiliðsmenninir í
New York hetjurnar
hjá Rudolph Giuliani,
borgarstjóra, men nú
er vátt komið í reiðrið
Rudolph Giuliani er ikki
borgarstjóri í New York
longur. Tað merkir kortini
ikki, at hann hevur mist
hugin til at stýra. Heldur
tvørturímóti, tí nú ætlar
hann sær at sleppa at stilla
upp til forsetavalið næsta ár
sum valevni hjá republik
anarunum.
Men hann fær óvæntaða
mótstøðu,
tí
júst
sum
valstríðið er um at byrja,
hava hansara gomlu hetjur,
sløkkiliðsmenninir í New
York, sent út ein sjón
bandsfilm, har teir koma
við fleiri álopum á fyrr
verandi borgarstjóran.
Millum annað endurtaka
sløkkiliðsmenninir ta gom
lu ákæruna um, at sum
borgarstjóri hevði Rudolph
Giuliani ábyrgdina av, at
121 fólk doyðu, tí hann var
ov skjótur at geva boð um
at
steðga
bjargingar
arbeiðinum í leivdunum av
World Trade Center.
Sjálvur
vísir
Giuliani
skuldsetingunum
aftur.
Hann vil vera við, at
fakfelagið
hjá
teimum
amerikonsku
sløkkiliðs
monnunum
er
trúgvur
stuðul hjá demokratiska
flokkinum.
Álopin av sínum egnu
Rudolph Giuliani. 11. september í 2001 vóru sløkkiliðsmenninir hansara hetjur. Nú venda teir
honum bakið