fríggjadagur 13. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti 11
Jógvan Hansen gjørdist vinnari
í íslendsku sangkappingini X-
Factor fyrr í ár. Eitt ítøkiligt úrslit
er nýggja fløgan við Jógvani, sum
nú er útkomin og eisini fæst í
Føroyum.
Jógvan er í Føroyum í stóran
mun kendur sum poppari. Tað er
hann framvegis, men tað er, sum
hevur stílurin fingið annan dám.
Nýggja fløgan er á tremur við
vælljómandi sangum og vit kenna
fleiri teirra. T.d. Rooftop, sum
Jógvan á sinni sang saman við
Aria. Eisini eru onnur løg, sum
áhoyrarin ber kenslu á, t.d. It
Must Have Been Love og Hello.
Í Íslandi eru tað t.d. løgini I
Keep On Searching og Rooftop,
sum hava borið fløguna, sum
hevur ligið nummar eitt í Íslandi í
tvær vikur nú á listanum yvir mest
seldu fløgurnar.
Dámurin
Sum sagt, so er Jógvan við hesi
síni fyrstu solofløgu farin eitt fet
víðari. Kanska fleiri. Stílurin er
róligur og symfoniorkestur setur
eisini dám á.
Tónleikarar úr Nashville eru
eisini við og virdir framleiðarar
hava havt fingur við í spælinum.
Og hetta hoyrist, tí dygdin er í
hásæti.
Tað er ikki ov nógv sagt, at
maðurin, sum er kendur sum popp-
ari í Aria og sum sangari í Kulum
Rótum, nú meira tykist kunna
teljast millum teirra, ið vit vanliga
rópa entertainarar.
Her er meira botnur í og
sum heild er hendan íslendska
framleiðslan, har føroyskir, bret-
skir og íslendskir sangskrivarar
eru við, á høgum støði. Ella tað
sum á frammandamáli eitur
“professionell”.
Toppar við Rooftop
Hetta er ein popp/rock fløga, ið
eisini strekkir seg til tað meira
fólksliga ella singer/songwriter
kenda. Hetta tí, at dentur verður
lagdur á at hava sangaran fremst,
meðan tónleikurin er góða bak-
grundin, ið ongantíð buldrar, so
óljóð ella ov nógv ferð ger av við
heildarúrslitið.
Og tá Jógvan, og ikki minst
framleiðararnir, tora at seta
ferðina niður og geva lurtaranum
høvi at lurta og njóta, so ber tað
boð um, at her eru tónleikarar og
ein sangari, ið megna uppgávuna.
Ongum nýtist at káva útyvir
nakað, tí her er alt sum tað skal
vera.
Tað kann sjálvsagt vera
vandamikið at geva eitt so
vælkent og skjóttgangandi og
vælsvingandi lag, sum Rooftop,
út í Føroym, nú ferðin er mund-
andi sett niður og sangurin hevur
heilt annan dám. Vandin liggur
altíð í, at fólk hava vant seg við
gomlu útgávuna, og ikki vilja
kennast við hesa nýggju, og blaka
frá sær beinanveg.
Men hinvegin situr hendan
nýggja útgávan so væl, at ivamál
fána. Og tað er helst eisini orsøk-
in til, at lagið er á toppinum í
Íslandi.
Jógvan situr á takinum, á
toppinum, og er á toppinum
av tónleikaleið síni. Og nýggja
fløgan er veruliga ein fløga, ið
væl og virðilga ber Jógvan yvir
topparnar.
Í summar er Jógvan at hoyra
á Summarfestivalinum og
tað verður við júst tónleika-
úrmælingunum úr X-Factor,
ið gjørdist startskotið til
stjørnuleiðina í Íslandi og nú aftur
í Føroyum.
Jógvan
toppar
við
Rooftop
Jógvan Hansen er nú á marknaði
num við síni fyrstu fløgu, har hann
stendur á egnum beinum. Fløgan
er góð og ber brá av, at hetta er
ein búgvin sangari, ið meira er
vorðin entertainari, og tí hóska
tónleikarar úr Nashville og
symfoniorkestur væl
í ljóðmyndina
Jógvan situr á takinum, á toppinum, og er á toppinum av
tónleikaleið síni. Og nýggja fløgan er veruliga ein fløga, ið væl
og virðiliga ber Jógvan yvir topparnar
Umrøða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo