mánadagur 16. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
Skip til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður M/TR Sancy, við fiskiloyvi, og M/TR
Sunbeam, uttan fiskiloyvi, seldir.
Áhugað kunnu ringja 225619
Sancy TG 519
Sunbeam LK 335
Gongst sum ætlað,
verður farið undir
sjálva byggingina
av nýggja ellis-og
røktarheiminum í
Vági í november
Ellis-og
røktarhEim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer rættilig gongd at
koma á arbeiðið at byggja
nýggja og nógv umrødda
ellis-og
røktarheimið
í
Vági.
Kirstin Strøm Bech, borg-
arstjóri í Vági og limur í
bygginevndini, sigur, at
gongst sum ætlað, verður
farið undir sjálva bygging-
ina í novembur.
Ætlanin er at bjóða verk-
ætlanina út í tveimum, so at
jørð og betong arbeiðið er í
einari útbjóðing og so at
restin er í einari útbjóðing.
Væntandi kann heimið so
takast í nýtslu í 2009.
Tíðin higartil er farin til
at fyrireika byggingina og
tað er kanska eitt sindur
fløktari enn vanligt, tí ein
depil fyri sinnisveik er
knýttur upp í ætlanina og
skal hava felags hentleikar
við ellis-og røktarheimið.
Tó at talan verður um tveir
ymsar og púra atskildar
stovnar.
Men heimið fyri sinnis-
veik er ein landsstovnur
burturav, sum kommunurnar
onki hava við at gera.
Og tað er ikki fyrrenn nú,
at greiða er fingin á, hvørjir
felags hentleikar vera og
sostatt er tað heldur ikki
fyrrenn nú, at arkitekturin
er sloppin ígongd at tekna,
so nú fer hann rættiliga til
verka.
Á heiminum fyri sinnis-
veik, eru pláss fyri átta
búfólkum, men pláss verður
eisini fyri tveimum plássum
til fólk, sum eru til umlætt-
ing.
Í ellis og røktarheiminum
er ætlanin at gera 24 pláss,
harav ætlanin er at átta
pláss skulu vera til minnis-
veik.
Sostatt er pláss fyri til-
samans 34 í verkætlanini í
Vági.
Men heimið verður bygt í
trimum eindum við átta
plássum í hvørjari eind og
tað gevur møguleikar at
skipa eindirnar ímillum
ellisheim, røktarheim, heim
til minnisveik o.s.fr., alt
eftir, sum tørvurin er.
Landsverk skal átaka sær
byggileiðsluna í sambandi
við heimið fyri sinnisveik
og tí er avtala gjørd við
Landsverk um at átaka sær
byggileiðsluna
av
allari
verkætlanini, so at alt er
undir somu leiðslu, tí so er
tað lættari at samskipa.
Tað eru framvegis tær
fýra kommunurnar í Suður-
oyar syðru helvt, altso
Sumbiar- Vágs-Porkeris og
Hovs Kommuna, sum eru
við í ætlanini.
Í bygginevndini sita Snæ-
bjørn
Vestergaard,
fyri
Sumbiar Kommunu, Sølvi
Andreasen og Kirstin Strøm
Bech fyri Vágs Kommunu,
Eli Frederiksen fyri Porkeris
Kommunu og Delmar Taus-
en fyri Hovs Kommunu.
Fyri Nærverkið er Jeannie í
Lágabø í nevndini.
Harafturat er ein faklig
nevnd vald. Hon er mannað
við
sjúkrarøktarfrøðingu-
num Honnu Ryggshamar í
Vági, Margreth Thomsen í
Sumba og Jonhild Bech í
Porkeri. Vigdis
Nolsøe,
ergoterapeutur, og fysiotera
peutarnir,Thurid kjærbo og
Kirstin Ludvig eru eisini
við í fakligu nevndini, sum
skulu ráðgeva í sambandi
við byggingina.
Nú kemur gongd á nýggja
ellis-og røktarheimið í Vági
Higartil er tíðin farin til fyrireiking, men nú verður skjót klárt at seta spakaan í til nýggja ellis-og
røktarheimið í Vági