mánadagur 16. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
Fólk úr Suðuroy, sum
ætla sær við Norrönu
mánamorgun, mugu
úr oynni sunnukvøld.
Hetta hóast Smyril
er í Havn ein hálvan
tíma áðrenn fráferð
mánamorgun
FERÐING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Summarið er komið og fólk
fara í feriu. Fleiri leita sær
av landinum, til sól og
hvítar strendur. Fyrsta stig
á leiðini út í heim, er
annaðhvørt ein ferð við
Atlantsflog ella Norrönu.
Men áðrenn komið er so
langt, er neyðugt at chekka
inn – og tað tekur tíð. Skalt
tú við Norrönu verður kravt
av tær, at tú stendur klárur á
keiini hálvanannan tíma
áðrenn fráferð. Tað vil siga,
at í seinasta lagið kl. 7.00
sum skipið siglir kl. 8.30.
Gert tú ikki tað, kanst tú
rokna við at standa eftir –
so einfalt er tað.
»Ferðafólk við bili í
seinasta lagi 1 1⁄2 tíma og
við ongum bili 1 tíma fyri
fráferð.«, stendur í reglu
gerðunum um innskriving
hjá Smyril Line.
Rakar suðuroyingar
Tey flestu í meginøkinum
hava ongar trupulleikar av
hesum, men hjá suður
oyingum er tað problem
atiskt. Tí Smyril, sum fer av
Tvøroyri kl. 6.00, er ikki á
Havnini fyrr enn kl. 7.55
sum Norröna loysir kl.
8.30. Og tá Smyril Line
krevur, at ferðafólk bili á
Norrönu
standa
klár
hálvanannan tíma áðrenn
fráferð, uppfylla ferðandi
úr Suðuroy ikki hesar treytir
og sleppa ikki umborð.
Eisini hóast Norröna liggur
við kei og fer ongan veg
næsta hálva tíman eftir at
tey eru komin til Havnar.
Við øðrum orðum merkir
tað, at suðuroyingar sum
ætla sær við Norrönu ein
mánamorgun, mugu fara av
oynni kl. 17.30 sunnukvøld
og
gista
onkrastaðni
í
miðstaðarøkinum, soleiðis
at tey kunnu liva upp til
krøvini hjá Smyril Line.
Øll somu viðferð
Áður hevur annars borið til
hjá suðuroyingum at fara úr
Suðuroynni sama dag sum
Norrönu fer, men hetta ber
ikki til longur. Hví ikki,
hava vit spurt hjá Smyril
Line?
– Vit hava havt ein
trupulleika við, at Norröna
ikki kom avstað til tíðina og
tað kostar okkum nógv. Nú
hava vit so gjørt av, at øll
okkara ferðafólk skulu hava
somu viðferð, og skulu
møta
hálvanannan
tíma
áðrenn skipið fer. Tí var
Smyril ov seinur, so vóru
vit ov sein avstað. Tað
merkir, at vit vóru seinkað í
Danmark, og har skulu
onkur ferðandi náa aðrar
ferjur, sum tey so blíva ov
sein til, og soleiðis blívur
tað við.
Jákup Sverri Kass sigur,
at tað eisini kann tykjast
órættvíst hjá hinum ferð
andi, at tey skulu møta so
langt áðrenn fráferð, tá
onnur hava kunnað koyrt
beinleiðis
umborð
á
Norrönu.
– Men nú er ferðaætlanin
eisini broytt soleiðis, at tey
sum koma úr Suðuroy bara
hava ein hálvan tíma at geva
av, og ikki ein heilan tíma
sum fyrr. Og tað er ov lítið,
sigur Jákup Sverri Kass.
Tískil fáa suðuroyingar
nú boð um, at teir – eins og
øll onnur – skulu møta
hálvanannan tíma áðrenn
Norröna fer.
So nógv ferðandi
Eitt annað, sum eisini ger
seg galdandi nú, er av
ferðafólkatalið nógv økt
seinastu árini.
– Vit hava ongantíð áður
havt so nógv ferðandi. Og
tá orsøkin til, at ferðandi
við bili skulu møta hálvan
annan tíma áðrenn fráferð,
hevur nakað við stúving av
bilum at gera, so mugu allir
bilar standa klárir sam
stundis, sigur Jákup Sverri
Kass.
Hann vísir á, at fyri at
gagnnýta plássið umborð
sum best, er neyðugt at
ymsu bilastøddirnar fara
inn samstundis. Hetta so at
skilja, at stóru bilarnir fara
inn fyrst ella síðst, síðani
teir við viðføriskassa á
takinum og so framvegis.
– Og suðuroyingar hava
ymsar bilastøddir, og tískil
mugu teir møta klokkan
sjey sum øll onnur, sigur
Jákup Sverri Kass.
Betri næsta ár
Men ber tað ikki til at
tillaga ferðaætlanina soleið
is, at tað verður eitt sindur
lættari
hjá
teimum
úr
Suðuroy at ferðast við
Norrönu? Ikki í ár, sigur
Jákup Sverri Kass. Hann
vísir á, at ferðaætlanin er
pakkað, so har ber ikki til at
gera stórvegis broytingar.
– Men vit arbeiða við eini
ferðaætlan fyri komandi ár,
og har sær út til, at tað
verður nakað høgligari hjá
ferðandi úr Suðuroynni,
sum ætla sær við Norrönu,
sigur Jákup Sverri Kass.
Tryggari ferðsla við brúnna
Alsamt økta ferðslan um brúnna um Streymin hevur nú við sær,
at ein undirføring verður gjørd millum báðar bygdirnar norðan
fyri og sunnanfyri brúnna Eysturoyarmegin – altso Norðskála
og Oyrarbakka. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sín
ari. Plássið, har verandi undirføring er, verður nýtt til endamál
ið. Tað merkir, at tá arbeiðið er liðugt, sleppur øll ferðsla mill
um Norðskála og Oyrarbakka undir vegin, og ferðslan tvørtur
um brúnna verður sostatt ikki órógvað av hesum. Eftir ætlan
verður farið í gongd við arbeiðið sum skjótast, so ferðslan við
brúnna verður tryggari innan stutta tíð.
66 handtikin fyri barnaporno
Spanska løgreglan hevur handtikið 66 persónar og lagt hald á
milliónavís av myndum og videobrotum, nú ein barnapornoringur
er avdúkaður. Tilsamans er talan um 48 milliónir myndir og
videoklipp, spreitt út á 89 harddiskar, 16 farteldur og 1200 fløgur.
Millum tey handtiknu vóru bæði lærarar, sakførarar, arkitektar og
læknar, og hevði ein teirra 21 harddiskar við barnaporno. Tað er,
sambært sponsku løgregluni, tað mesta, sum nakar einstakur
persónur er handtikin við.
Norrøna trupul hjá suðuroyingum
Ferðafólk úr Suðuroynni mugu til Havnar sunnukvøld, fyri at kunna liva upp til boðini frá Smyril Line um, at ferðandi við bili skulu standa klár á keiini
hálvanannan tíma áðrenn fráferð
savnsmynd