mánadagur 16. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
tíðindi
Verður fiskimanna
frádrátturin rørdur,
soleiðis, sum lands
stýrismaðurin í
fíggjarmálum vil,
fara vit at seta tiltøk í
verk við brestin og ein
avleiðing kann verða,
at flotin verður lagdur
frádráttur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður skattalættin hjá fiski
monnum skerdur, fara vit at
seta tiltøk í verk við brest
in.
Tað staðfestir Jan Høj
gaard, formaður í Føroya
Fiskimannafelag.
Á miðdegi fríggjadagin
staðfesti Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður í fíggjar
málum í Útvarpinum, at
hann fer at mæla samgong
uni til at lækka skattafrá
dráttin hjá fiskimonnum.
Men tað fer Fiskimanna
felagið
undir
ongum
umstøðum at góðtaka.
Hvørji tiltøk, vit fara at
seta í verk, ber ikki til at
siga nú, tí tað mugu vit tosa
um. Men tað kann so væl
henda, at flotin verður lagd
ur, sigur hann.
Hann leggur kortini aft
urat, at hann bæði vónar og
væntar, at politisku kreftir
nar í samgonguni, sum
hugsa um trivnaðin og
korini hjá fiskimonnum,
eru so mikið sterkar, at ætl
anin hjá landsstýrismanni
num í fíggjarmálum, verður
kvald í føðingini.
Men skuldi tað hent, at
hann fær undirtøku, fara vit
at svara aftur við brestin,
endurtekur hann.
Flýggja av landinum
Hann sigur, at tað gongur
so striltið at manna fiskiskip
ini, at verður frádrátturin
skerdur, fer tað at vera ein
stórur trupulleiki hjá flota
num.
Hann ivast ikki í, at verð
ur frádrátturin skerdur, fer
at tað verða ein alvorligur
trupulleiki at manna skip
ini.
Fiskimenn fáa nógv beri
sømdir í øllum okkara
grannalondum og tí leita
okkara fiskimenn í stórum
tali við útlendskum skip
um.
So verða umstøðurnar í
Føroyum skerdar, fara fiski
menn at flýggja av landinum
og tað verður til óbótaligan
skaða fyri okkara høvuðs
vinnu.
Hann sigur, at tað eru ser
liga teir royndu menninir,
sum fara.
Hetta er ein stórur
trupulleiki, tí tað tekur eini
sjey ár at útbúgva ein full
kønan trolmann. Tí stendur
eisini á hjá skipunum at fáa
roynt fólk. Hinvegin er
roynt fólk ein fortreyt fyri
at vit kunnu varðveita okk
ara høvuðsvinnu sum eina
sterka vinnu.
Skerji heldur á landi
Hann mælir heldur til, at
virksemið á landið verður
skert, so at tað verður lætt
ari at fáa manning til skip
ini, so at okkara høvuðs
vinna ikki verður amputer
að, tí so fer tað at raka alt
landið.
Tað er ikki í fiskiflot
anum, at búskapurin er ov
heitur. Tað er tað nógva
virksemið á landið, sum er í
ferð við at hita búskapin so
nógv, at vandi er fyri, at
hann kollsiglur.
Men arbeiðið á landið er
ikki líka umráðandi sum
arbeiðið í okkara høvuðs
vinnu. Tí mæli eg til, at virk
semið á landið verður skert,
so at tað verður lættari at
fáa fólk til skipini.
Í hesum sambandi mælir
hann til, at ætlanin at gera
Stórutjørn verður steðgað,
tí tað er ein so stór verk
ætlan, at tað er til stóran
vanda fyri okkara búskap,
nú hann er so heitur framm
anundan.
Verður virksemið á land
ið skert, sleppa vit eisini
undan at innflyta útlendska
arbeiðsmegi, tí tað kann
verða til stóran skaða.
Úr okkara grannalondum
vita vit, at tað er so skjótt,
at hetta kann enda við tí,
sum líkist trælahandli og
tað eiga vit ikki at lata um
okkum ganga í Føroyum. Tí
eiga vit ikki at fáa ov nógv
fremmanda
arbeiðsmegi,
men heldur at minka virk
semið, so at vit klára okkum
við okkara egna fólk.
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag
hevur ein dreym um,
at fiskimannafelagið
fær sítt egna vaktar
skip
fiskiveiðieftirlit
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg droymi um, at vit í
Føroya Fiskimannafelag,
fáa okkara egna vaktar
skip.
Tað sigur Jan Højgaard,
formaður í felagnum.
Hann sigur kortini, at
tað eru ongar ítøkiligar
ætlanir um hetta.
Men hetta er bara nakrir
dreymar eg havi, at tað
hevði ikki verið so býtt, at
vit høvdu okkara egna
vaktarskip.
Hann ásannar, at tað ein
trupulleiki hevði verið, at
eitt slíkt vaktarskip hevði
ongan myndugleika havt.
Men so kundu vit í
øllum førum boða Fiski
veiðieftirlitinum frá, tá ið
við komu fram á ólógligan
fiskiskap.
Hann sigur, at søgur
ganga um ólógligan fiski
skap av ymsum slagi uttan
tó, at hann veit nøkur ítøki
lig dømi um tað.
Men at vit hava kunn
leika til slíkar søgur, kundi
havt tað úrslit, at vit
kanska høvdu havt eitt
betri eftirlit enn Vaktar
og
Bjargingartænastan
hevur havt.
Eg veit ikki, hvussu
nógv er í hesum søgum,
men høvdu vit okkara
egna vaktarskip, høvdu vit
kannað tær søgur, vit
hoyra.
Men er tú ikki bangin
fyri at ganga tínum egnum
limum ov nær, fáa tit tykk
um tykkara egna vaktar
skip at halda eyguni við
fiskiskapinum?
Fiskimenn eru góðir
við stovnarnar og hava all
ar størsta áhugan í, at teir
verða varðveittir og tí
kann ólógligur fiskiskapur
ikki
góðtakast,
sigur
hann.
Men, hvussu hevði Fiski
mannafelagið hugsa sær
at fíggja eitt slíkt vaktar
skip?
Sjávandi er tað dýrt,
men tað er als ikki óhugs
andi, at vit kundu fingið
Green Peace, ella onkran
annan umhvørvisfelags
skap at fíggja tað.
Hann leggur afturat, at
talan hevði ikki verið um
ein serliga stóran bát, tí
hann hugsar um ein glas
trevjabát upp á nakrar og
tríati, ella fýrati føtur.
Fiskimenn skulu
ikki rørast
Burturfluttir hermenn liva
Tveir ísraelskir hermenn, sum vórðu burturfluttir seinasta
summar, eru framvegis á lívi. Tað var Hizbollah, sum burturflutti
teir báðar hermenninar, og burturflytingarnar vóru byrjanin til
kríggið í Suðurlibanon millum Ísrael og Hizbollah. Um
vikuskiftið var franski uttanríkisráðharrin í Libanon, og har fekk
hann at vita, at teir báðir hermenninir eru á lívi. Eg fekk vissu
fyri, at samráðingarnar um at lata hermenninar leysar halda fram,
og at tær ganga tann rætta vegin, sigur Bernard Koucher við BBC.
Droymir um
egið vaktar-
skip
Verður frádrátturin hjá fiskimonnum skerdur, er tað væl
hugsandi, at flotin verður lagdur, sigur formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag
Gongur, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum droymir
um, fær hesin kapping -ella kanska hjálp- frá einum
privatum vaktarskipi hjá Fiskimannafelagnum
Eldur kom í bilin
Klokkan tvey leygarnáttina ringdi fólk av Skála til
løgregluna og boðaðu frá, at tey høvdu sæð ein bil við
nógvari ferð eftir vegnum, tá ið brádliga ljósglæma
stóð frá honum. Løgreglan sendi sjúkrabilin avstað,
men tá ið boðini komu um, at bilførarin varð sloppin
óskalaður. Samstundis vísti tað seg, at eldur var
komin í bilin. Sostatt varð sjúkrabilurin kallaður heim
aftur og sløkkiliðið sent á staðið ístaðin. Men har var
onki at gera og bilurin kolaðist upp. Annars hevur tað
verið sera friðarligt hjá løgregluni nú leygarnáttina.