mánadagur 16. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
Tað verður ógvuliga
torført at semjast
um fiskidagarnar
og toskafiskiskapin
næsta ár, men í næstu
viku fer samgongn at
royna at finna semju
Fiskidagaskipan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er ongin semja í sam
gonguni um fiskidagaskip
anina næsta ár.
Longu um knappar 14
dagar, á ólavsøku, skal
landsstýrismaðurin leggja
uppskot fyri Løgtingið talið
á fiskidøgum næsta fiskiár,
sum byrjar 1. september.
Men
samstundis
skal
støða
eisini
takast
til,
hvussu verður við toska
fiskiskapinum næsta ár,
eftir at fakligu tilmælini
hava mælt til mestsum at
halda uppat at fiska tosk.
Tað er kanska ikki so løg
ið, at ongin semja er fingin
í samgonguni enn, tí enn
eru ongar royndir gjørdar at
finna semju.
Men tað verður eitt ar
beiðið, sum samgongan fer
undir nú í vikuni, sum kem
ur.
Fólk vóru so smátt farin í
summerferiu, tá ið fakligu
tilmælini komu og tí hevur
ikki borið til at savna tropp
arnar aftur, fyrrenn nú.
Henrik Old, formaður í
vinnunevndini staðfestir, at
tilmælini frá sakkunnleikan
um um skerjingar, eru so
mikið víttgangandi, at hann
væntar, at tað verður ógvu
liga torført at finna semju.
Uppgávan verður serliga
torfør í ár, tí tilmælini um
skerjingar eru víðgongdar,
heldur hann. Tað ger tað
ikki minni torført, at valár
er, tí tá kunnu politikarar
vera serliga varnir við at
skerja.
Mugu vísa styrki
Hinvegin heldur hann, at
tað er neyðugt, at samgong
an nú vísir styrki og finnur
eina semju um ein hóskandi
niðurskurð.
Tað hevði verið eitt gott
tekin at víst úteftir, at vit
megnaðu at finna eina for
svarlig semju, hóast uppgáv
an er torfør, sigur hann.
Men tað er í eini støðu
sum hesari, við víðgongdum
tilmælum
og
vali
fyri
framman, at vit eiga at vís
okkara styrki. Vit mugu
ásanna, at tað er neyðugt at
gera nakað og lata vit standa
til, er tað eitt øgiligt veik
leikatekin og so hevur fiski
dagaskipanin fingið eitt
rættiligt skot fyri bógvin,
sigur Henrik Old.
Fær formaðurin í
vinnunevndini hjá
Løgtinginum sín vilja,
verða fiskidagarnir
næsta ár skerdir upp í
5%, samstundis sum
Føroya Banki verður
fullkomiliga friðaður
Fiskidagaskipan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit eiga bæði at skerja
fiskidagarnar og at friða
Føroya Banka fyri øllum
fiskiskapi.
Tað heldur Henrik Old,
formaður í vinnunevndini
hjá Løgtinginum.
Hann
sigur,
at
tað
avgerðandi neyðugt at fara
væl um Føroya Banka, tí tá
ið hann er á væl fyri, er
hann eitt rættiligt gullnám
hjá samfelagsbúskapinum.
Men nú er hann illa fyri
og tí eiga vit at friða hann,
sigur Henrik Old.
Hann sigur, at verður
Føroya Banki friðaður í ár,
ber til at lata onkrar smáar
snellubátar
gera
nakrar
royndir á Bankanum fyri at
vita, hvussu til stendur. Í so
máta ber til at fylgja við
gongdini. Eftir tað, kann so
støða takast til framhaldandi
friðingar.
Afturmeldingar, vit fáa,
eru tær, at tann fiskur, sum
er, er í góðum standi og enn
tá í betri standi enn í fjør.
Sostatt er tað ikki føði
sum manglar. Tað er bara
ov lítið til, sigur formaðurin
í vinnunevndini.
Skerja 2%-5%
Annars sigur hann, at hann
hevur altíð verið talsmaður
fyri at gera leypandi, men
smáar tillagingar í fiski
dagaskipanini.
Og í ár heldur hann, at vit
eiga at skerja fiskidagarnar
eini 2%3% og um skerj
ingin so verður 5% er tað
eisini til at liva við.
Hinvegin er verður ikki
mælt til at gera nakað við
upsan og so er ongin orsøk
at skerja tann fiskiskapin.
At gera kollveltandi
broytingar í einum, hevði
verið ein vanlukka, tí tað
fer at raka virki og arbeiðs
pláss hart
Høpisleyst tvætl
Men tilmælið um at nokta
fólki at fara í fjørðin at fáa
sær eitt kók, kallar hann
skilaleyst og meiningsleyst.
Tað er púra onki høpi í
slíkum, so tað tilmæli frá
sakkunnleikanum
hevur
ongan livandi møguleika at
vinna frama, sigur hann.
Tað sum, hesir bátarnir
fiska, er ikki meir enn tað,
eitt skip fiskar ein fyrrapart.
Men vit mugu ikki gloyma,
at rætturin at fara í fjørðin
at fáa sær eitt kók, er ein av
fyrimununum, vit hava við
at búgva her, tí avmarking
arnar eru nógvar við at
liggja mitt í Atlantshavi.
Taka vit fyrimunirnar hjá
vanligum
fólki
burtur,
kunnu tey akkurát tað sama
bara rýma og so er lítið
vunnið.
Tí skulu vit heldur hugsa
um at brúka kreftirnar upp
á teir veruligu trupulleik
arnar, heldur enn upp á slíkt
tvætl, sigur Henrik Old.
Minka flotan
Henrik Old heldur, at vit eiga at umhugsa
at gera eina skipan, so at tað ber til hjá
vinnulívsfólki at sleppa av við skip á ein
virðiligan hátt
UpphøggingarstUðUl
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sum tað sæst í aðrari grein, heldur Henrik Old, at tað er
neyðugt at skerja fiskidagarnar.
Men samstundis staðfestir hann, at ein stórur trupul
leiki er, at nøkur stór línuskip sluppu inn í flotan
umvegis útróðrarflotan.
Tað hevur verið ein stórur trupulleiki síðani.
Henrik Old heldur, at vit eiga at finna eina skipan fyri
at minka um línuflotan aftur, so at hann kemur niður
aftur á eitt passaligt støði. Tað eigur serliga at verða
gjørt, verður skerjingin næsta ár 5%, ella okkurt
sovorðið.
Vilja vit minka ávísar skipabólkar, eru ymsir mátar.
Ein máti er at skerja fiskidagarnar, tí so tvingar tað
bátar at keypa aðrar bátar og sostatt hvørja teir úr flota
num
Men tað er avgjørt ein loysn at keypa skip úr flotanum.
Tað kann gerast við at allur flotin betalir eitt ávíst serligt
gjald upp á 510 oyru fyri kilo, tey avreiða, í ein grunn,
sum síðani kann brúkast at keypa bátar úr flotanum.
Fáa vit minka flotan eitt ella tvey skip um árið, er
tað eitt stórt framstig og tað er væl trúligt, at reiðarar
høvdu sæð hetta sum ein máta at sleppa burturúr vinnuni
upp á. Ein stórur trupulleiki er nevniliga at gera skipanir,
so at reiðarar sleppa burturúr vinnuni á ein virðiligan
hátt, sigur Henrik Old og soleiðis kundi tað borið til at
minka flotan í góðum samstarvi.
Skulu vit skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu 5%,
mugu vit eisini finna onkra skipan, sum hesa, fyri at
minka um flotan, so at vit sleppa undan, at tað pínur ov
illa.
Hinvegin útihýsir hann møguleikanum at skipa fyri
einum almennum upphøggingarstuðuli einaferð aftur
at.
Mugu bæði skerja og friða
Leita eftir semu
í næstu viku
Sjáldsamur fuglur
Bara tríggjar ferðir er hann sæddur í Føroyum áður. Hesar seinastu dagar
nar er ein øssvartur lómur, ein Gavia arctica á fakmáli, sæddur á Sands
vatni, skrivar www.faroenature.net. Hesin er eitt annað slag enn okkara
vanligi lómur, sum eitur Gavia stellata, og hann er sera sjáldsamur í
Føroyum. Við vissu er hann bara eina einans ferð sæddur í Føroyum fyri
1950 og tvær ferðir eftir 1950. Øssvartur lómur líkist nógv lómi, men er
nakað størri. Í summarbúna er hann týðiligari svart og hvítur, meðan
lómur er meira gráur. Bæði í vetrar og summarbúna er hann hvítur
aftarlaga upp í liðirnar. Men vit hava onga mynd av sjáldsama gestinum,
so vil nakar síggja hann, er bara at skunda sær á Sandsvatn.
Fólkatónleikur kring landið
Í ár fevnir fólkatónleikastevnan um konsertir og dansikvøld við Gjógv,
í Hósvík, Kirkju, Hattarvík, Runavík, Mykinesi og í Havn. Eisini er
samstarv við G!festivalin, so at nakrir bólkar úr fólkatónleikastevnuni
eisini spæla har. Luttakandi bólkar og solistar eru: Dánjal á Neystabø,
Kiezelmayer, Katrina Petersen,Ingun Simonsen, Markamót, Kvonn,
Guðrið Hansdóttirog Budam. Eisini eru Folk Sessions í Hafnia
Lounge sunnudagar í summar. Tað er Føroya Fólkatónleikarafelag,
sum stílar fyri stevnuni. Fólkatónleikastevnan, ið heldur fram til 23.
juli, varð fyrstu ferð hildin í 1984.
Upsan eiga vit at lata fáa
frið, men serliga toskurin má
skerjast og verjast, heldur
formaðurin í vinnunevndini
hjá Løgtinginum
Tað er nú, at vit skulu vísa
styrki, heldur Henrik Old,
formaður í vinnunevndini hjá
Løgtinginum.