mánadagur 16. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
- Heldur ágangurin
ímóti okkum fram,
mugu vit eisini
umhugsa at krevja,
at tey bygdafólk, sum
arbeiða í Havn eisini
gjalda skatt í Havn,
sigur borgarstjórin
Útjavning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú kann tað henda, at
Tórshavnar Býráð fer at
krevja, at tey bygdafólk,
sum arbeiða í Havnini,
eisini skulu betala skatt í
Havn.
Tað sigur Heðin Morten
sen, borgarstjóri.
Hann kallar tað, sum fer
fram íløtuni, fyri ágang
ímóti Havnini og tað ætlar
hann
ikki
skal
standa
ósvarað.
Heldur hesin ágangurin
ímóti Havnini fram, mugu
vit í Tórshavnar Býráð
umhugsa, hvørji móttrekk
vit kunnu hava.
Serliga
misnøgdur
er
hann um ætlanina um at
seta
eina
kommunala
útjavningarskipan í verk,
har tað líkasum liggur í
kortunum, at tað er Havnin,
sum skal betala til aðrar
kommunur í landinum.
Tað er landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, sum hevur
reist spurningin um eina
kommunala
útjavningar
skipan og hesum tekur
Føroya Kommunufelag fult
undir við.
Føroya
Kommunufelag
umboðar 27 kommunur,
sum fevna um 1/3 av
fólkatalinum.
Men
borgarstjórin
í
høvuðsstaðnum
vil
ikki
hoyra
talan
um
eina
kommunala
útjavningar
skipan.
Hann heldur fer ikki at
góðtaka, at Havnin nú skal
mjólkast og sostatt revsast
fyri
at
hava
ført
ein
ábyrgdarfullan fíggjarpoli
tikk, sum hevur ført við
sær, at øll skuld er goldin.
Hann heldur eisini, at
bygdirnar runt um í Havnini
njóta
eisini
gott
av
Havnini.
Í hesum sambandi vísir
hann á øll bygdafólkini,
sum arbeiða í Havn.
Veruleikin er, at bygdar
fólk fáa 1/3 av øllum
lønarútgjaldingum í Tórs
havnar Kommunu. Sostatt
er veruleikin eisini tann, at
1/3 av øllum skattakrónum
av lønum, sum eru forvunn
ar í Havn, enda í kommu
nukassunum á bygd.
Hann sigur, at hesum
hava
tey
í Tórshavnar
Kommunu als onki havt
ímóti.
Vit hava hildið, at tað er
bara positivt, at bygdafólk
koma til Havnar at arbeiða.
Hann vísir eisini á, at tað
er
ikki
ókeypis
fyri
Tórshavnar Kommunu at
nógv bygdafólk koma til
Havnar at arbeiða hvønn
dag. Eitt nú slítir tað
vegirnar illa og tað eru
útreiðslur, sum Tórshavnar
Kommuna ber einsamøll.
Men verður tað nú kravt,
at vit eisini skulu betala í
ein kommunalan útjavn
ingargrunn, taki eg hetta
sum ágang ímóti okkum.
Og so kann tað koma
hartil, at vit mugu umhugsa
at krevja, at fólk betala
skatt í teimum kommunum,
har tey arbeiða.
Hetta merkir so eisini,
at talan kann vera um, at vit
fara at krevja, at tey
hundraðtals ella túsundtals
bygdafólkini, sum hvønn
einasta dag koma til Havnar
at arbeiða, eisini skulu
betala
kommunuskatt
í
Tórshavnar
Kommunu,
sigur Heðin Mortensen.
Limirnir í Kommunu
samskipan
Føroya
eru
Tórshavn, Klaksvík, Runa
vík, Fuglafjørður, Vágur,
Tvøroyri og Sandur og tær
umboða
2/3
av
fólka
talinum.
ÚtBÚgving
Tíðindaskriv
MFS skipar fyri kjakkvøldi
í
Miðlahúsinum
miku
kvøldið 18. juli kl. 19.30.
Vit fara at kjakast um
vánaligu hølisumstøðurnar
og manglandi lestrarum
hvørvið hjá teimum les
andi á okkara hægsta
útbúgvingarstovni
Fróð
skaparsetrinum. Vit spyrja,
hví sømdirnar hjá okkara
universiteti ikki eru vorð
nar stórvegis betur síðan
Fróðskaparsetrið
varð
stovnað í 1965 og síðan
miðfyrisitingin varð um
skipað í ráð eitt nú
Mentamálaráðið,
sum
hevur ábyrgdina av okkara
universiteti. Eisini spyrja
vit, hví sømdirnar ikki
tykjast at fara at verða
betur,
eftirsum
okkara
universitet heldur ikki í ár
fekk
størri
játtan
á
fíggjarlógini. Eru vánaligu
umstøðurnar grundaðar á,
at politiska valdið ikki
hevur havt nakra heildar
ætlan við setrinum og
ongan
áhuga
hevur
í
setrinum, er tað sostatt
politikararnir og Menta
málaráðið,
sum
hava
ábyrgdina? Er tað kanska
heldur í setursleiðsluni at
ábyrgdin skal finnast, ella
eru tað studentarnir, sum
ikki gera nóg nógv vart
við seg?
Soleiðis spyr Meginfelag
Føroyskra
Studenta
í
tíðindaskrivi.
Hvørjir eru ábyrgdar
arnir, tá tað ræður um at
menna
eitt
universitet.
Finst nøkur haldbar loyst
upp á hølistrupulleikarnar
og sum heild menningina
av føroyska universitet
inum, sum hevur staðið í
stað í mong ár. Er tað
yvirhøvur tørvur á einum
góðum lestrarumhvørvi og
einum universiteti í Føroy
um og kann okkara lítla
samfelag yvirhøvur megna
at reka eitt universitet.
Á skránni vera framløgur
og síðan alment kjak.
Framløguhaldarar
eru
Rúni Rasmussen, sam
felagsfrøðingur,
fyrrver
andi skrivari í Stjórnar
skipanarnevndini og deild
arleiðari á Almannastov
uni, Durita L. Jóansdóttir
og Rúna Jacobsen lesandi
á setrinum og Jóan Pauli
Joensen
rektari
á
Fróðskaparsetri
Føroya.
Trubadururin Jákup Dam
syngur og spælir áðrenn
tiltakið byrjar.
Øll eru vælkomin og
allir politiskir flokkar eru
bjóðaðir til tiltakið, siga
tey frá MFS.
Kjakkvøld um umstøður teirra
lesandi í Føroyum
Bygdarfólk skulu gjalda
skatt í Havn
Heðin Mortensen kallar
tað, sum fer fram, fyri
ágang ímóti Havnini
og heldur hetta fram,
má Tórshavnar Býráð
umhugsa, hvørji
móttrekk, hon kann
hava, sigur hann
Bispaval í dag
Kirkjumálaráðið hevur í dag útskrivað bispaval í
Føroyum. Nýggjur bispur skal finnast eftir Hans
Jacob Joensen, sum eftir egnum ynski gevst síðst í
novembur. Valevnini skulu øll vera tilnevnd og
góðtikin við undirskrift frá minst hálvthundrað
fólkum við atkvøðurætti. Atkvøðutilfarið verður
sent heim til hús teirra, ið hava valrætt. Sjálv
bispavígslan fer fram í dómkirkjuni í Havn
sunnudagin 25. novembur 2007.07.16
MFS skipar fyri kjakkvøldi
Komandi mikukvøld fer MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, at skipa
fyri kjakkvøldi. Kjakast verður um hølisumstøðurnar og manglandi
lestrarumhvørvið hjá teimum lesandi á okkara hægsta útbúgvingarstovni,
Fróðskaparsetrinum. Á skránni vera framløgur og síðan alment kjak.
Framløguhaldarar eru Rúni Rasmussen, samfelagsfrøðingur, fyrrverandi
skrivari í Stjórnarskipanarnevndini og deildarleiðari á Almannastovuni,
Durita L. Jóansdóttir og Rúna Jacobsen lesandi á setrinum og Jóan Pauli
Joensen rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Trubadururin Jákup Dam
syngur og spælir áðrenn tiltakið byrjar, sum verður í Miðlahúsinum
mikukvøldið 18. juli kl. 19.30.