mánadagur 16. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2007
11
tíðindi
Stutt Sagt
Nógvar
fosturtøkur
Á hvørjum ári verða
umleið hálv onnur mió.
børn fødd í Russlandi,
men hagtøl hjá tí almenna
vísa nú, at hvørt einasta ár
eru tvær mió. fosturtøkur,
og verða tær ólógligu
fosturtøkurnar
taldar
uppí, er talið helst tríggjar
mió. um árið. Við øðrum
orðum velja tvær av
trimum russiskum kvinn
um fosturtøku fram um at
eiga barnið. Norska blaðið
Aftenposten skrivaði um
vikuskiftið,
at
nógvar
russiskar
kvinnur
tora
ikki at brúka nakað fyri
byrgjandi, tí millum annað
fáa tær at vita, at P
bollarar kunnu elva til
krabbamein.
Kenna seg
sviknar
Marianne Jensen, sum er
grønlendskur
tinglimur,
heldur, at danir gera ov
lítið fyri grønlendingar,
sum búgva í Danmark.
Við grønlendska útvarpið
sigur hon, at í 1996
skrivaði Danmark undir
ein sáttmála, sum stað
festir, at grønlendingar
eru eitt serstakt fólk í
danska ríkinum, og at teir
skulu virðast sum eitt
fólk. Marianne Jensen
heldur ikki, at danir hava
hildið sáttmálan, og at teir
tí mugu átaka sær ein part
av ábyrgdini av, at nógvir
grønlendingar hava ilt við
at fóta sær í Danmark.
Flutt undan
regni
Tað er ikki á hvørjum
degi, at danskir ráðharrar
mugu flyta undan regni,
men
tað
hendi
um
vikuskiftið,
tá
Connie
Hedegaard,
umhvørvis
málaráðharri, mátti rýma
úr einum summarbústaði
í Svøríki, tí vandi var fyri,
at ein byrging fór at
skrædna eftir áhaldandi
regn.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Okkara eftirlitsmenn hava fingið vissu fyri, at norður-
koreanar hava stongt Yongbyon-kjarnorkuverkið
(Mohamed ElBaradei)
útlond
Aftur í morgun
fingu japanar
eina áminning
um, at teir búgva í
heimsins ringasta
jarðskjálvtaøki
Jarðskjálvtin í morgun var
so mikið harður, at fleiri
bygningar í høvuðsstaðnum
Tokyo skulvu, sjálvt um
miðdepilin í skjálvtanum
var 260 kilometrar frá
býnum.
Skjálvtin, sum var 6,6 á
Richterstiganum,
gjørdi
stóran skaða. Í dag vistu
myndugleikarnir um fýra
fólk, sum høvdu latið lív,
og at millum 300 og 400
onnur høvdu fingið skaða.
Nærhendis Niigatastrond
ini vórðu nógv hús oyðiløgd,
og á Kashiwazakikjarn
orkuverkinum fóru allir
ávaringarlúðrar í gongd, tá
eldur kom í eina avbrót
arastøð á verkinum. Tað
eydnaðist kortini at sløkkja
eldin, og í dag vóru eingi
tekin um geiðslavirknan
leka.
Eitt skifti stúrdu myndug
leikarnir fyri, at jarðskjálvtin
kundi elva til flóðeldur, og
fólk vórðu ávarað um tað.
Tað vísti seg, at nakrar
flóðaldur komu, men tær
vóru so mikið smáar, at tær
gjørdu ikki skaða.
Japan er eitt tað ringasta
jarðskjálvtaøki í heiminum.
Tann ringasti skjálvtin var í
Tokyo í 1923, tá umleið
140.000
fólk
doyðu.
Japanskir
jarðfrøðingar
siga, at tað er 90 prosent
sannlíki fyri, at ein harður
jarðskjálvti fer at raka býin
innan 50 ár.
30 druknað í Kina
Í grannalandinum Kina ger
náttúran eisini vart við seg í
hesum døgum.
Oysregn um vikuskiftið
hevur kostað minst 30
mannalív har eysturi í
landinum, og veðurmenninir
siga, at tað fer eisini at
regna teir næstu dagarnar.
Umleið 600.000 fólk eru
vorðin
heimleys,
og
myndugleikarnir hava sent
300.000 hermenn at hjálpa
teimum neyðstøddu. Higar
til í ár hevur gloprarregn
kostað 403 kinesarum lívið,
og umleið tríggjar mió. fólk
hava mist hús og heim.
Nógv hús vórðu oyðiløgd í tí harða skjálvtanum í morgun
Harður jarðskjálvti í Japan
Tænarin, sum setti
te á borðið hjá
Alexander Litvinenko,
heldur, at eitur var í
kannuni
Tá eg stoytti tað, sum var
eftir í kannuni, burtur, sá
eg, at tað var tjúkt og gult á
liti,
sigur
tænarin
á
matstovuni á Millenium
gistingarhúsinum í London
við blaðið The Sunday
Telegraph.
Kanningarnar hjá bretsku
løgregluni hava víst, at tað
er
væl
hugsandi,
at
fyrrverandi KGBmaðurin
Alexander Litvinenko bleiv
eitraður av onkrum, sum
hann át ella drakk á
Milleniumgistingarhúsi
num, og sum kostaði honum
lívið tríggjar vikur seinni.
Norberto Andrade, sum
var tænari hendan dagin,
sigur
við The
Sunday
Telegraph, at hann bleiv
órógvaður, tá hann skuldi
seta tekannuna á borðið hjá
Litvinenko, og at onkur
kann hava koyrt eitur í
kannuna tá.
Tað, sum var eftir í
kannuni, var gult á liti og
tjúkt,
sigur
Norberto
Andrade við blaðið.
Bretska
ákæruvaldið
heldur, at Alexander Litvi
nenko bleiv eitraður, tá
hann hitti tríggjar russarar á
Milleniumgistingarhúsi
num tann 1. november í
fjør. Tann 23. doyði hann.
Eitur í tekannuna
Alexander Litvinenko