Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 134 - 16. juli 2007 Sosialurin Hvønn umboðar Heðin Mortensen? Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Borgarstjórin í Havn reisir tankan um at krevja skatting í Havn av uttanbíggjafólki, sum arbeiða í Tórshavnar Kommunu. Hetta ger Heðin Mortensen sum reaktión upp á ætlanirnar um eina kommunala útjavningarskipan. Tá nú landið leggur øki út til kommunurnar, so má eitt javnt tænastustøði tryggjast kring landið so ella so. Um hetta ikki er møguligt, so eigur landið ikki at leggja nakað út til kommunurnar at umsita. Tankin um eina kommunala útjavningarskipan er ikki ókendur, og verða slíkar skipanir nýttar í fleiri av grannalondum okkara. Allir borgarar í Føroyum hava krav upp á sama støði, tá tað kemur til almennar tænastur, og er hetta ein landspolitisk ábyrgd at tryggja hetta støði. Ein máti at gera hetta, er ein kommunal útjavningarskipan. Ein slík skipan vil altíð merkja, at tað eru summar kommunur sum fáa, og summar sum lata. Talan er um eina solidariska skipan, sum burdi verið musikkur í oyrunum hjá flokkum við solidariskum stevnuskráum. Tað er sjálvandi altíð lætt at argumentera við “hví skal eg gjalda fyri onnur” argumentum, men tað er ikki altíð tað lætta, sum er tað rætta. Til dømis er fólkagrundarlagið so ymiskt, og tað er ringt hja smáum kommunum at fáa økonomi í tænasturnar, meðan størri kommunur kunnu lata hesar tænastur, uttan nakran trupulleika. Nú umboðar Heðin Mortensen Tórshavnar Kommunu, og sjónarringurin og ábyrgdarkenslan verða sjálvandi justerað hareftir. Landspolitikarar hava onnur atlit at taka, og kunnu tí ikki tilláta sær einans at taka atlit til ein einstakan part av landinum. Í einum máli sum ætlanin um eina kommunala útjavningarskipan, so krevst landspolitisk ábyrgd og ein hugsjón um javnað millum borgarar. Hesa hugsjón deila ikki allir politikarar, og m. a. tí hava vit ymiskar flokkar. Sjónarmiðið hjá Heðin Mortensen, har eingin kommunal útjavning skal vera, er vælkent. Man kundi kanska ynskt sær eitt meira virðiligt og minni ekskluderandi sjónarmið frá borgarstjóranum í okkara høvuðsstaði, men at borgarar bara skulu gjalda fyri seg sjálvan og ikki fyri tey, ið hava minni orku, er eitt rættiliga útbreitt sjónarmið, sum Heðin Mortensen eftir øllum at døma umboðar – spurningurin er bara, hvønn flokk hetta sjonarmið umboðar. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Dr. Jacob Jacobsen hevur skrivað bók, sum eitur “Færøeske folkesagn og eventyr”. Í innganginum til bókina sigur hann, at hann savnaði tilfarið til bókina úr m.a. Vágum í 1898. Í søgnini “Heini bóndi á Ryggi og húskallurin”, sum stendur á síðu 182 og 183, skrivar hann niðast á síðu 183 “Hann var seinnameira ørur í høvdinum, og ein dagin funnu menn hann druknaðan á Leitisvatni (í millum Miðvágs og Sørvágs). Í søgnini “Biskupsheyggjar”, sum stendur á síðu 191 og 192 verður navnið Leitisvatn eisini nýtt. Har stendur “gøtan liggur tøtt fram við Leitisvatni (í millum Miðvágs op Sørvágs). Biskupsheyggur liggur tætt við flúgvarabedingina. Søgnin “Nikurin í Leitisvatni “ sum stendur á síðu 192 og 193, byrjar soleiðis. “Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatn at spæla”. Í innganginum síðu XIV skrivar Dr. J. Jacobsen, at omanfyri sagnir stava “fra det 17 árh”. Á síðu 577 er listi yvir heimildarfólkini hjá Dr. J. Jacobsen í Vágum. Tey eru Birgitta Joensen, Sandavåg, Hans Kristoffersen, Midvåg, Jacob Jacobsen, Midvåg, Ole Rasmussen, Sørvåg, Hans Nicolaj Abrahamsen, Sørvåg, Isak Johansen, Sørvåg og Johannes Henriksen, Gåsedal. Dr, J. Jacobsen nevnir eisini hvat Hans Kristoffer Joensen hevur fortalt, og hvat Jacob Jacobsen hevur hjálpt honum við. Hesin J. Jacobsen var lærari í Miðvági, ættaður úr Havn, var seinni lærari á Tvøroyri. Allar tríggjar omanfyri nevndu sagnir metast at verða skrivaðar eftir heimildarfólki úr Sørvági . Í søgnini “Heini bóndi á Ryggi og húskallurin” sigur Dr. J. Jacobsen at keldan er úr Sørvági (Blaðsíða 509). Í viðmerking til staðarnøvn skrivar Mikkjal á Ryggi. Í Gàsadali 22 juli 1922. ” Ì Miðvági og Sørvági verður mest sagt vatnið. Tó siga einstakir gamlir menn Leitisvatn. Í Bø og Gásadali nevnist tað Leitisvatn bæði av gomlum og ungum. Hetta navnið nýtir eisini Dr. J. Jacobsen, (hygg F og Æ). Navnið Sørvágsvatn havi eg ikki hoyrt fyrr enn nú, ið føroyakortið er almanna kent”. Mikkjal á Ryggi var ikki heimildarmaður hjá Dr. J. Jacobsen. Hann var ein unglingi í 1898 um 17- 18 ár, og ikki høgt í metum sum seinni. J. Símun Hansen sigur í bókini Tey byggja land. “Ì Norðuroyggjum hevur bygdin verið kallað stutt og greitt Toftir eins og Oyri. Tá ið hesar bygdirnar hava fingið eitt Norð sett frammanfyri seg, so er tað komið frá umsitingini í Havn, men ongantíð blivið livandi fólkamál”. Og soleiðis hevur tað verði við vatninum. Niðurstøða: Á fólkamunni hevur vatnið verði kalla Leitisvatn síðan í 1600 talinum, um somu tíð, tá umsitingin í Havn skrivar, “Vandet mellem Midvåg og Sørvåg, “Det store Vand mellem” Søgnirnar vóru bornar fram gjøgnum tíðirnar á fólkamunni óávirkaðar av tí danska málinum. Hoyrdi nú ein dagin í útvarpinum at onkur kanning var gjørd av parkinson sjúku. Tað varð hildið, at Grind kundi vera ein stór orsøk til hesa sjúku. Eina aðru ferð søgdu læknarnir, at tað var so nógv kviksilvur í Grind, at fólk ikki mátti eta hana. Seinni las jeg í einum blað at onkrir granskarar høvdu funnið ein hval í ísinum onkrastaðni. Hann hevði ligið har í meir enn hundrað ár. Har var fleiri ferir so nógv kviksilvur í honum, enn tað er í grindini í dag. Jeg haldi, at tað er púrasta burturvið at blíva við at tosa um, hvussu vandamikil grind er, ella Føroyskur matur sum heild. Tá ið mann etur Føroyskan mat, so veit mann í minsta lagi, hvat man etur. Hvat vita okur um, hvat goymir seg í øllum hesum fremmanda matinum, sum floymir inn í landið. Burgarir, chips, pylsu, pizza og annað svans, sum nógv fólk í dag eta dagliga. Tað er bara at hyggja at Amerikanarum. Teir hava etið hetta svansið í nógv ár. Og hava harvið fingið stórar heilsutrupuleikar. Nei eg haldi, at tann Føroyski maturin er sunnur nokk. Fólk mugu bara røra seg meir. Leitisvatn Bøur ANdREAS PoULSEN Ósunnur matur RÚNI Í LÁgABø