mánadagur 16. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2007
13
Fjølmiðlafólk hava brúk
fyri tilboðum um førleika
gevandi útbúgvingar. At
yrkislærd fjølmiðlafólk
skulu lúka serlig málslig
krøv fyri at fáa starv, er
lóggivin mismunur, og
slíkum er tíðin langt síðani
farin frá
Eg eri púra samdur við
Árna Dahl, sum heldur, at
fjølmiðlafólk eiga at duga
betur føroyskt. Men eg eri
ósamdur, tá hann á heima
síðuni hjá Lærarafelagnum
sigur, at tað skal setast sum
krav, at tey skulu taka ser
ligt eykaprógv í føroyskum
fyri at fáa fast starv í
føroysku fjølmiðlunum.
Mær hevði dámt betur,
um fjølmiðlafólk heldur
fingu tilboð enn krøv. Eg
havi t.d. leingi hildið, at
fjølmiðlafólk – og onnur
áttu at fingið tilboð um
eina útbúgving í føroysk
um máli, mentan og sam
felagsviðurskiftum.
Útbúgvingin kundi verið
í stigum, og eitt tilboð frá
arbeiðsplássinum, sum
pláss er fyri í arbeiðstíðini.
Sleppið fólki undan at
renna aftan á klokkuni og
evstamørkum, meðan tey
skulu ogna sær ta vitan, ið
hildið verður, at teimum
tørvar.
Eg ivist í um fólk, sum
annars eru væl útbúgvin
innan fjølmiðlayrkið, fara
at tíma at koma aftur til
Føroyar, fara myndugleikar
nir at standa fyri teimum
við lógini í hondini og
krevja eina málsliga
útbúgving uttan at rinda
fyri hana. Framman undan
er lønin innan fjølmiðla
yrkið nógv lægri í Føroy
um enn t.d. í Danmark, har
flestu fjølmiðlafólk verða
útbúgvin.
Við kravinum um longri
útbúgving fylgir sjálvsagt
krav um hægri løn.
Programmedarbeiðarar
eru bæði í útvarpi og
sjónvarpi við fullari
akademiskari útbúgving,
men einki sæst til, at
Fíggjarmálaráðið og
kringvarpsleiðslan eru at
vika frá kravinum um, at
allir programmedarbeiðarar
skulu hava somu lágu løn,
sum Starvsmannafelags
sáttmálin hevur at bjóða,
annaðhvørt fólk hava nakra
útbúgving ella onga.
Eitt hjálparloysi og annað
Fjølmiðlarnir og kanska
serliga bløðini – hava ilt
við at útvega fólk við
fjølmiðlaútbúgving. Fólk
sessast á redaktiónunum
við teimum journalistisku
evnum, tey hava fingið í
vøggugávu og tí málsliga
førleika, tey hava fingið á
einum miðnámsskúla. Hesi
fólk hava lært meira
føroyskt enn journalistikk
og tað sæst aftur á tí
journalistiska støðinum.
Fyri fjølmiðlarnar og tey,
ið gjalda fyri hjálparloysið,
lesarar, lurtarar og hyggj
arar, er tað minst líka
álvarsligt sum tann vant
andi málsligi førleikin.
Heldur enn at seta fólki
krøv, fari eg at heita á Árna
Dahl og ta nevnd, hann er
formaður fyri um at kanna
møguleikarnar fyri at fáa
skipað eina útbúgving í
føroyskum máli, mentan
og samfelagsviðurskiftum,
ið er soleiðis háttað, at hon
kann leggjast oman á ta
bachelorútbúgving, ið fólk
koma av Journalistháskúla
num við.
Er eitt undirvísingarum
hvørvi skipað, har fjøl
miðlafólk kenna seg
heima, og sum virðir teirra
vitanartørv, so er gaman í
eisini at bjóða fólki styttri
skeið í málførleika. Men
innihaldsliga skal annað og
meira til enn ein fremsti
fingur á lofti.
Trúvirðið má liggja í
tilboðnum um eina
førleikagevandi útbúgving
á universitetsstigi til teirra,
sum vilja hava hana. Og
ikki bert eitt eiti av einum
lógarkravdum málsligum
koyrikorti til teirra, sum
ikki tímdu at terpa
rætttskrivingarreglurnar,
meðan tey gingu í barna
skúla.
Eg veit ikki um nakran,
sum hevur fingið tilboð
um styttri ella longri
málsliga eftirútbúgving,
alla ta tíð eg havi arbeitt í
útvarpi og sjónvarpi. Og
tað hevur mangan undrað
meg. Men uppaftur meira
undrar tað meg, at
formaðurin í málstevnu
nevndini ætlar sær at loysa
trupulleikarnar við
krøvum. Krøv til fólk, sum
í 1213 ár í fólkaskúla og
miðnámsskúla hava fingið
kravið: at tey skulu duga
føroyskt.
Árni Dahl er lærari á
Læraraskúlanum, og eg
skjóti upp, at hann og
Læraraskúlin leggja botn í
Pisaprátið og kanna, hví
tað gongur so illa at læra
føroyingar føroyskt í
føroysku skúlunum. Ta
kanningina haldi eg, at
málstevnunevndin skal
skjóta upp at fáa gjørda,
áðrenn hon fer at orða krøv
um førleikar, ið skuldu
verið sjálvsagdir, áðrenn
fólk eru komin so langt, at
tey standa við eini
yrkisútbúgving í hondini.
Eini yrkisútbúgving í
hesum føri eini fjølmiðla
útbúgving sum teimum
skal noktast at brúka, fyrr
enn tey hava lært tað, ið
tey longu skuldu dugað.
Krav ella tilboð
Journalistur
Bogi
godtfred
Lat sjómannin fáa
frið, Magni Laksáfoss
Størsta vinnan hjá okkum eigur at verða stuðlað fult
út. Skal tann meinigi borgarin, og skulu privatar
fyritøkur klára seg í framtíðini, eiga vit at halda fæst
við høvuðsvinnuna sum hevur stóran týdning fyri land
okkara.
Fyri at borgara skulu trívast sum sjómenn, eiga vit
ikki at tosað um at skerja ella taka burtur tann
skattafrádrátt teir fáa í dag, heldur skulu vit halda fram
við hesum, og virða okkara sjómenn fyri tað, ið teir
eru fyri land okkara.
Vit áttu at sæð hetta sum ein góðan stuðul fyri
landið, og heldur roynt at hildið fast við manningina á
skipunum, og fingið áhugan upp hjá ungum røskum
monnum fyri sjólívinum.
Landið hevur brúk fyri hesari vinnu, og sjálvandi
skal tað hava sín fyrimun fyri tann, sum váðar lív sítt á
havinum og er burtur frá familju stóran part av árinum.
Eg haldi at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum veit
ikki hvat tað er at verða sjómaður, og hvønn týdning
tað hevur at teir fáa hendan skattafrádrátt. Tað er lætt
at síggja reytt á pappírinum, men í praksis er nakað
annað.
Bátar fara undir veiðu í dag undirmannaðir av tí, at
arbeiðsmegi ikki er til vinnuna. At taka frádráttin frá
hesari vinnu fer ikki at hjálpa til at finna vantandi
arbeiðsmegi.
Eg haldi at Magni átti at kunna seg meira um tann
praktiska partin av vinnuni og ikki bert teoretiska
partin, aðrenn hann úttalar seg um slík mál.
Føroyar hava brúk fyri sjómanninum, Og sjómaðurin
hevur uppiborið góða virðing frá lóggevandi valdinum.
Lat sjómannin fáa skattafrádráttin í frið, og hygg
heldur eftir tí almanna sektorinum, sum er alt ov
stórur.
Rædda Maria
Henda yvirskrift er ætlað til allar tær rappkjaftaðuu
kvinnurnar, sum siga seg vilja javnstøðu, líkarætt og
umboðan á tingi.
Hvar eru hesar, tá tað kemur til uppstilling til
komandi løgtingsval? Tær halda seg burtur. Kjafturin
er læstur. Hví vísa tær seg ikki? Hví bjóða tær seg ikki
fram?
Jú, spurningarnir eru nógvir.
Ongi mannfólk fara at forða tykkum í hesum. Tit eru
hinvegin meira enn vælkomnar á lista. So vita tit tað.
Vónandi finst ongin rædda Maria aftan á hetta
lesarabræv.
Hetta er galdandi fyri allar kvinnur, líka frá uttasta
høgra og longst til vinstru.
Runavík
dia
ellindsson
Varamaður á løgtingi
Vinjard
johansen
Fríggjadagin
seinnapart legði
ein grind beinini á
Gøtusandi
GRINDADRÁP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fríggjadagin stutt eftir døg
urða var ein grind funnin út
fyri Borðoyavík. Hon varð
rikin suðureftir og inn á
Gøtuvík, har hon varð hild
in til út á seinnapartin.
Mett var, at grindin taldi
um 100 hval, men tá talt
varð upp, vóru heilir 142
hvalir merktir til 1358
skinn.
35 bátar vóru við í
rakstrinum og umborð á
teimum vóru 106 mans, og
saman við bátspartunum
gevur tað 141 partar. Á
landi vóru ikki færri enn
321 mans, so samlaðu dráps
partarnir gjørdust 462. Har
blivu tríkvart skinn í part.
Haraftrat varð skift til
Gøtu, Leirvík og Fuglafjørð,
har heimapartarnir vórðu
0,2 skinn.
Reglurnar siga, at býtt
verður bert upp til átta part
ar upp á bátin, uttan mun til
um fólkið telur meiri enn
so á bátin.
Hetta er triðja grindin
sum leggur beinini eftir ein
ari viku.
142 hval løgdu beinini á Gøtusandi fríggjadagin
Mynd: Jonhard Hammer
Grind á Gøtusandi