Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 KVØLDSKÚLI Eirikur Lindenskov Í morgin og sunnudagin – pálmasunnudag, skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli fyri árligu framsýningini, har fólk, ið hava gingið á handaligu linjum kvøldskúlans, sýna fram tað, tey hava gjørt hendan veturin. Hetta er 26. ferðin, at kvøldskúlin í Havn skipar fyri framsýning á henda hátt. – Kvøldskúlin er eldri enn so, men tað var í 1975, at vit fóru undir hetta slagið av framsýning, sum fyrstu tíðina var á Læraraskúl- anum. Síðani Eysturskúlin kom, hevur framsýningin verið har, sigur Napoleon Nólsoy, leiðari skúlans. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur fleiri enn teir umleið 70 handa- ligu flokkarnar. Tilsamans hevur skúlin um 275 flokk- ar. Í skúlanum ganga um 3.000 næmingar, sum halda til á 36 ymiskum støðum í Havnini. Lærararnir eru 170 í tali. Av handaligu lærugrein- unum kann nevnast, at skúlin skipar fyri undir- vísing í seyming, smíð, bókbinding, maskinbind- ing, vevnaði. Eisini hevur kvøldskúlin ein listarskúla, Tórshavnar Listarskúla, sum heldur til í gomlu húsunum hjá Kaj Petersen í Kongagøtu 7 í Havn. Har verður undirvíst í ymsum listarligum greinum, so sum modelltekning, mál- ing, fotolæru, videolæru o. ø.. Í vóru um 7.000 fólk og vitjaðu framsýningina, sum er vorðin fastur táttur vikuskiftið fyri páskir. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tíverri hava vit ta skomm at dragast við, at fleiri limir í okkara lóggevandi tingi, leggja sektin á íbúðaviðurskifti okkara. Hetta kom greitt til sjóndar, tá uppskotið til samtyktar frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, var til 1. viðgerð. Menn høvdu hug at smírast, gera gjøldur burtur úr uppskotinum og hildu tað vera ov lítið ítøkiligt. Gamaní. Men talan var um eitt uppskot til sam- tyktar, har heitt verður á landsstýrið um at skipa so fyri, at vit fáa ein meiri skipaðan íbúðapoli- tikk, við m.a. alternativum loysnum, og við íbúðamøgulekum fyri fólk við serligum tørvi. Er tað nakað, sum veruliga vantar í føroyskum politikki, so er tað ein veruligur íbúðapoli- tikkur, sum gevur fólki møguleikar at velja, og sum gevur øllum møguleika at fáa ein bústað, líka mikið, hvussu høg ella lág inntøkan er. Vit kunnu ásanna, at vit eru rokin langt at byggja upp eitt vælferðarsamfelag, har pláss er fyri øllum. Men tá tað snýr seg um ein íbúðapolitikk, eru vit komin stutt áleið, hóast Íbúðagrunnurin hevur gjørt nakrar royndir og er uppi í nøkrum ætlanum. Vit mugu gera okkum greitt, at skulu vit byggja íbúðir, t.d. at leiga út, so er neyðugt, at tað al- menna letur ein part av eginpeninginum, t.d. umvegis Íbúðagrunnin, tí annars verður leigu- gjaldið so høgt, at eingin megnar at leiga eina slíka íbúð. Øðrvísi er, um talan er um eigara- íbúðir. Eina slíka eiga fólk, tey gjalda rentur og avdrøg, fáa rentustuðul, sum lækkar mánaðar- ligagjaldið, og tey kunu selja hana fyrr ella seinri og fáa avlopið. Tað er einki annað enn ein stór skomm, at før- oyska samfelagið ikki hevur ymsar íbúðamøgu- leikar at bjóða fólki, t.d. einligum við børnum. Hesi hava ikki møguleika, sum er, at útvega sær hús, tí ein inntøka ber bara eini 600.000 krónur í láni. Men tey, sum koma í eina slíka støðu ikki at hava tak yvir høvdið, eru latin upp til skutils hjá teimum, sum leiga út kjallara ella lofts- íbúðir, ofta fyri eina høga leigu, og uttan leigu- sáttmála. Á hesum øki er anarki, lógarloysi, og tí mugu vit vóna, at tingfólk okkara taka henda spurn- ing í nógv størri álvara enn 1. viðgerð sýndi. Hóast samhaldsfesti ikki eyðkennir verandi meirilutan á tingi, fær hetta uppskot vónandi dygga undirtøku! Annars er skommin full- komin. DAGSINS MEINING Sosialurin Líkasæla á íbúðaøkinum NØVN Í VIKUNI 20 ár í FK Tøkk Øllum tykkum, ið mintust okkum á diamantbrúdleypsdegnum, takka vit hjartaliga. Kærar heilsanir Greta og Carl 7.000 fólk vitja framsýningina hjá kvøldskúlanum Bókbinding hevur verið ein rættuliga vældámdur partur av kvøldskúlaundirvísingini í Havn Savnsmynd Tað var eingin aprílsøga, tá Astrid Svøðstein sunnu- dagin kundi halda ein rundan dag sum starvsfólk í Keypsamtøkuni í Klaksvík. 1. apríl hevði Astrid starvast 20 ár hjá FK í Klaksvík. Viðskiftafólk í Keypsamtøkuni munnu mangan hava avgreitt síni ørindi umvegis kassan hjá Astrid,og tað koma tey eisini at gera framyvir, tí Astrid heldur sjálvandi fram í arbeiði sínum í FK.