fríggjadagur 6. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 6. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 68 - 6. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Við minkandi upplag
og árligum undirskoti
upp á 60 milliónir er
130 ára gamla
arbeiðarablaðið,
Aktuelt, komið í
truplastu støðuna
nakrantíð
BLAÐDEYÐI
Eirikur Lindenskov
Tað seinasta blaðið hjá A-
pressuni í Danmark, Aktu-
elt, er aftur komið í álvar-
samar trupulleikar. Eftir at
upplagið seinastu árini er
minkað niður í helvt, sam-
stundis sum LO hevur
stuðlað blaðnum við meiri
enn einari milliard krónum,
fór leiðslan seinnapartin í
gjár, hósdagin, á fund at
gera av lagnu blaðsins, sum
hevur 130 ár á baki, upp-
runaliga sum málgagn hjá
donsku javnaðar- og ar-
beiðararørsluni.
Tað er einki nýtt sum so í
tí, at Aktuelt er í trupulleik-
um, tí tað hevur blaðið
verið so ofta seinastu árini.
Fleiri ferðir eru royndir
gjørdar at broyta blaðið. Í
1987 varð ein roynd gjørt at
loysa blaðið frá fakfelags-
rørsluni, og varð blaðið
umdoypt til Det Fri Aktuelt.
Sum blaðstjórar vóru settir
teir báðir kendu sjónvarps-
menninir, Jørgen Flindt
Pedersen og Erik Stephen-
sen.
Men hendan royndin
eydaðist ikki. Upplagið hjá
Aktuelt í 1987 var upp á
60.000 bløð. Men tað er
bara minkað síðani, og
seinastu tølini frá De
Danske Dagblades Foren-
ing siga, at talið nú er niðri
á 25.300 eintøkum.
Hesaferð tykist kreppan
koritni meiri álvarsom enn
fyrr. Hans Jensen, for-
maður í LO og nevndarfor-
maður í Aktuelt hevur fyrr
sagt, at pínumarkið hjá
Aktuelt er 25.000 eintøk.
Aktuelt
heldur
til
í
nýggju og supermodernaðu
miðlahúsinum hjá Fag-
pressuni á Kalvbod Brygge
í miðbýnum í Keyp-manna-
havn.
Blaðið, sum upprunaliga
var málgagn arbeiðaranna,
hevur í dag ikki so stóran
lesaraskara millum limirnar
í LO. Kanningar vísa, at tað
serliga eru akademikara-
heim við inntøkum oman
fyir 600.000, sum lesa
blaðið.
Hvørja
støðu
leiðsla
blaðsins fór at taka, visti
eingin at siga fyri fundin.
Men røddir hava verið
frammi um at skipa blaðið
sum eitt vikuskiftisblað ella
bara sum eitt internetblað.
BMW 316
Árg 1990, kr 55.000. Bilurin er í góðum standi. Útgjald 18.000
kroónur. Restin kann fíggjast heilt niður til 1.400
Bilfríðkan tel 317300
MITSUBISHI L 200 4X4 LASTVOGNUR
Árg. 92, koyrt 104.000 km. Bilurin er í góðum standi. Selist um
hóskandi boð fæst
Tel 373376 ella 210376
Seinasta arbeiðarablaðið
hongur í klønum tráð
130 ára gamla arbeiðarablaðið, sum onkuntíð var størsta blað
í Danmark, hongur í klønum tráð. Allar royndir at endurreisa
blaðið eru higartil miseydnaðar - og tað eru serliga
vælbjargaðir akademikarar, sum lesa blaðið
veitst tú ikki tað?
BENETTON
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • T
el. 317661
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Smart og gott til skúlabørnini
Børnini á myndin ganga í 4. fl. í Adventistaskúlanum
Eilif
Buksur 229,-
Blus 179,-
T-Shirt 129,-
Skógvar 299,-
Beinta
Blus 169,-
Sweat 149,-
Buksur 299,-
Høgni
Buksir 349,-
Sweat 199,-
Løgmaður fer í dag,
fríggjadagin, at biðja
Høgna Hoydal koma
á fund at gera sær
greitt, hvat hann vil
við samgongusam-
starvinum
SAMGONGUSTRÍÐ
John Johannessen
Løgmaður er framvegis í
øðini inn á Tjóðveldis-
flokkin. Orøskin er brævið,
sum týsdagin fór út til fjøl-
miðlarnar við hørðum at-
finningum móti Fólka-
flokkinum.
Anfinn Kallsberg hevur
ikki tosað við Høgna Hoy-
dal síðani brævið fór út,
men í dag, fríggjadagin,
ætlar hann at geva for-
manni Tjóðveldisfloksins
fundarboð til ein álvarsam-
an fund um samgongusam-
starvið.
Undir fýra eygum
Høgni Hoydal hevur verið
burturstaddur seinastu dag-
arnar. Og orsakað av, at
løgmaður hevur ynskt at
tosa við hann undir fýra
eygum, hevði enn einki
samband verið teirra mill-
um, tá Sosialurin tosaði við
løgmann fyrrapartin í gjár.
Høgni Hoydal kom aftur
til
landið
seinnapartin
mikudagin. Men orsakað
av, at løgmaður var nógv
upptikin uttan fyri høvuðs-
staðin í gjár, fingu teir ikki
høvi at tosa saman um sam-
gongustríðið hósdagin.
Løgmaður
segði
við
Sosialin í gjár, at hann ætlar
sær at fáa at vita frá Høgna
Hoydal, um hann ætlar sær
at halda samgonguskjalið
ella ikki. Fólkaflokkurin
sigur seg nevniliga vilja
hava samgonguna at ar-
beiða við øðrum málum í
samgonguskjalinum, enn
bert
fullveldismálinum,
sum stendur á síðu 1.
Slitnar ikki
Hóast løgmaður er ógvu-
liga argur inn á brævið frá
Tjóðveldisflokkinum
og
kemur við bersøgnum út-
sagnum í fjølmiðlunum, er
ikki væntandi, at samgong-
an fer at slitna. Í hørðum
aftursvari til brævið frá
Tjóðveldisflokkinum,
skrivar Óli Breckmann, for-
maður Fólkafloksins, at
flokkur hansara fer at halda
fast um hesa samgonguna í
minsta lagi til 30. apríl
2002.
Løgmaður segði tó við
Sosialin í gjár, at hann fer
at krevja at fáa at vita frá
Høgna Hoydal, um hann er
sinnaður at halda fram við
samgongusamstarvinum
við
samgonguskjalinum
sum grundarlag, ella um
hann ætlar at halda fram
bert fyri at markera seg í
fjølmiðlunum.
– Ætlar Høgni bara at
markera seg í fjølmiðlun-
um, verður ikki neyðugt at
fundast á nátt, fyri at bjarga
samgonguni, eins og fyri
einum mánað síðani, segði
løgmaður.
Høgni Hoydal hevur sagt,
at brævið til Fólkaflokkin
bert var ein vinarlig áheit-
an.
Brævið var hvassorðað.
Men tað er ikki vist, at ætl-
anin var, at tað skuldi koma
út til fjølmiðlarnar og
skapa slíkt rok, sum tað
gjørdi.
Tað var landsstýrismað-
urin í mentamálum, Tór-
bjørn Jacobsen, ið sendi
brævið út. Hesin er kendur
fyri at vera ógvuliga bráð-
lyntur, og tí kann tað vera,
at hann hevur sent brævið
út í eini skjótari vend uttan
at hava ráðført seg við
flokkin fyrst.
Men hóast andstøðan
helst heldur ikki hesaferð
sleppur at frøast um, at
samgongan slitnar, kann
hon kortini fegnast um, at
áhaldandi samgonguorrust-
urnar skapa vánligt stev í
samgonguni og einki álit
millum landsins leiðslu og
landsins borgarar.
Høgni skal standa
skúlarætt í dag
Anfinn Kallsberg fer í dag at krevja at fáa greit at vita frá
Høgna Hoydal, um samgongusamstarvið skal vera veruligt
samstarv, ella um tað skal snúgva seg um at markera seg í
fjølmiðlunum
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, hevur
skotið upp fyri
ísraelska vinnumála-
stýrinum, at gjørd
verður ein fríhandils-
avtala millum londini
bæði. Hesum ynskja
ísraelittar at arbeiða
víðari við
FRÍHANDILSAVTALA
John Johannessen
Hol er sett á politisku ting-
ingarnar um eina fríhand-
ilsavtalu millum Føroyar og
Ísrael.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
er í hesum døgum á ar-
beiðsferð í Ísrael, har hann
kannar
ísraelskan
KT-
vinnupolitikk við atliti til,
at ein føroyskur KT-vinnu-
politikkur skal orðast og
leggjast fyri løgtingið á
ólavsøku.
Í hesum sambandi vitjaði
Bjarni Djurholm fyrradag-
in ísraelska vinnumálastýr-
ið.
Bjarni Djurholm nevndi
fyri ísraelska vinnumála-
stýrinum møguleikan at
gera eina fríhandilsavtalu
millum Føroyar og Ísrael.
Hesum tók ísraelska vinnu-
málastýrið væl ímóti og
segði seg ynskja at fara víð-
ari við fyrireikingunum av
einari
fríhandilsavtalu,
boðar Bjarni Djurholm frá í
tíðindaskrivi úr Ísrael.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at Føroyar í dag keypa
nógvar hátøknivørur úr
Ísrael, og tí kunnu fáa fyri-
mun av einari fríhandils-
avtalu.
Skal leggja lag á
fjarskiftislóg
Føroyski landsstýrismaður-
in í vinnumálum hevur eis-
ini vitjað ísraelska sam-
skiftismálaráðharran.
Umframt, at hesi tosaðu
saman um meira samtarv
og samvinnu millum Før-
oyar og Ísrael innan sam-
skiftisøkið, vildi ísraelski
ráðharrin
hava
Bjarna
Djurholm at kunna seg um
fyrireikingarnar til nýggja
føroyska fjarskiftislóg.
Ísraelska samskiftismála-
ráðið heitti á Bjarna Djur-
holm um at fáa upplýsingar
um, hvussu viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark verða skipað í sam-
bandi við radiofjarskifti.
Hetta heldur ísraelska
stjórnin vera viðkomandi í
sambandi við serligu um-
støðurnar millum Ísrael og
palestinar.
Føra valstríð
Samstundis, sum Bjarni
Djurholm er í Ísrael og tos-
ar við stjórnina um viðkað
samstarv við Føroyar, finst
meginparturin av vestur-
heiminum at Ísrael fyri
hørðu viðferðina av palest-
inum í sambandi við ófrið-
in millum Ísrael og palest-
inar.
Somuleiðis hevur for-
maður Fólkafloksins, Óli
Breckmann, sent ísraleska
forsetanum, Ariel Sharon,
bræv, har hann sigur, at ein
ovurstórur meiriluti av før-
oyingum fult út stuðlar
Ísrael.
Hetta kann fatast, sum at
Fólkaflokkurin veruliga er
farin at føra valstríð. Ein
partur av veljarafjøldini hjá
Fólkaflokkinum er nevni-
liga vinarliga sinnaður móti
Ísrael.
Samgongufelagarnir hjá
Fólkaflokkinum
fingu
einki at vita um ísraelsferð-
ina hjá Bjarna Djurholm
fyrr enn á landsstýrisfundi
fríggjadagin áðrenn frá-
ferðina
mánadagin. Tá
høvdu fjølmiðlarnir longu
fingið at vita um ferðina í
tíðindaskrivi.
Bjarni Djurholm í Ísrael:
Arbeiðir fyri fríhandli við Ísrael
Landsstýrismaðuri
n í mentamálum
fær mánadagin
álitið, sum skal
vera grundarlag
undir einum før-
oyskum økismenn-
igarpolitikki
ØKISMENNING
John Johannessen
Økismenningarálitið,
sum skal vera grundar-
lag undir einum økis-
menningarpolitikki fyri
alt landið, verður al-
mannakunngjørt mána-
dagin.
Álitið verður handað
landsstýrismanninum í
mentamálum, Tórbjørn
Jacobsen, á almennum
fundi í VB-húsinum í
Vági komandi mána-
kvøld klokkan 19.
Ætlanin er, at talan
skal vera um ein eitt
sindur drúgvan, men
innihaldsríkan
fund.
Fyrst fer umboð fyri
økismenningarbólkin at
leggja fram álitið og
handa landsstýrismann-
inum tað.
Eftir tað verður panel-
fundur,
har
Hergeir
Nielsen og Hendrik Old
spyrja Anfinn Kallsberg,
Høgna Hoydal, Helenu
Dam á Neystabø, Lis-
beth L. Petersen, Jóann-
es Eidesgaard og Jenis
av Rana viðkomandi
spurningar um økis-
menning.
Ætlanin er, at fundurin
skal enda við einum
opnum kjaki, har øll í
salinum, umframt fjøl-
miðlarnar, fáa høvi at
seta politisku umboð-
unum og serfrøðingun-
um spurningar og siga
sína hugsan.
Økismenningarálitið
skal nú handast