Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Eini tjúgu ella fleiri russiskir trolarar hava seinastu dag- arnar ligið í Nóls- oyarfirði og umskipa veiðuna, áðrenn teir halda leiðina fram at veiða svartkjaft vestanfyri Írland UMSKIPAN Stefan í Skorini Gráu og ofta illa rustaðu trolararnir hava verið ser- liga eyðsýndir hjá havnar- fólki og nólsoyingum sein- astu dagarnar. Árni Dam á Skipafelagnum heldur, at fleiri enn tjúgu russkiskir trolarar hava lagt leiðina í Nólsoyarfjørð um dagarnar. Trolararnir eru komnir higar at umskipa veiðuna. Teir flestu hava veitt lodnu í Barentshavinum, og hon verður nú umskipað um- borð á frystilastabátar. Eini fimm slíkir lastabát- ar hava verið í føroyskum sjógvi eftir lodnu frá russarum. Lastabátarnir, sum eru úr nógvum ym- iskum londum, fara við lodnuni til Kaliningrad í Russlandi, meðan nakrir fara til Afrika at selja veiðuna. Fara eftir svartkjafti Orsøkin til at russisku trolararnir ikki fara til lands at selja veiðuna er, at teir missa ov nógvar virðis- miklar fiskidagar. Tað tekur kanska eina góða viku at sigla, um teir sjálvir skulu selja veiðuna í Russlandi. Sosatt er tað ov dýrt at sigla veiðuna í land hjá russar- um, sum nú eru lidnir at royna eftir lodnu í Barents- havinum á hesum sinni. Hetta er tíðin, tá roynt verður eftir svartkjafti. Svartkjaftaveiðan byrjar vestanfyri Írland og við Rockall. So hvørt sum svartkjafturin ferðast norð- ureftir móti Føroyum fylgja skipini við. Teir føroysku bátarnir, sum veiða svartkjaft, landa vanliga í Fuglafirði, og tað gera fleiri íslendskir bátar eisini, alt eftir hvussu nógv virkið í Fuglafirði megnar at taka ímóti frá bátunum. Flestu russisku trolarar- nir fara nú at veiða svart- kjaft við Rockall. Arbeiðs- gevara- feløg hava aðalfund Havnar Arbeiðsgev- arafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag boða til aðalfundar mikudagin 18. apríl klokkan 14.00 á Hotel Hafnia. Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgev- arafelag verður klokkan 14, og aftaná verður aðalfundur í Havnar Arbeiðsgev- arafelag. Skrá sambært við- tøkum hjá feløgun- um. Russar umskipa lodnu í Nólsoyarfirði Fleiri enn tjúgu russiskir trolarar hava verið í Nólsoyarfirði seinastu dagarnar til at umskipa lodnu umborð á útlendskar frystilastabátar Mynd: Jens Kr. Vang Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn, heldur, at tað er torført hjá læknum forða fyri, at stuðulin til heilivág verður misnýttur. Ein broyting í kunn- gerðini ella lógini kann forða hesum, um myndugleikarnir vilja koma hesum til lívs STUÐUL TIL HEILIVÁG Stefan í Skorini Tað eru fleiri faktorar, sum gera seg galdandi, tá sjúk- lingar keypa sær heilivág til fleiri mánaðir í senn. Hetta sigur Sølvi Winther Olsen, ið er kommunulækni í Havn. – Til fleiri sjúklingar er tað neyðugt at skriva re- septir, sum kunnu brúkast fleiri ferðir. Hetta gera vit læknar fyri at lætta um hjá sjúklinginum, so teir sleppa frá at renna til læknan og á apoteki at fáa sær tann neyðuga heilivágin, sigur Sølvi Winther Olsen. Læknar hava møguleika skriva reseptir, sum kunnu brúkast tilsamans seks ferðir. T.v.s. at reseptirnar kunnu endurtakast fimm ferðir. Hetta gevur sjúk- linginum møguleika at keypa nógvan heilivág í senn. Sølvi Winther Olsen heldur, at tað sjálvandi er harmiligt, um tað er so, at fólk leggja heilivág undir seg við endan á hvørjum ársfjórðingi fyri at spara egingjaldið. Hinvegin heldur hann ikki, at tað kann áleggjast læknunum at skipa soleiðis fyri at hetta ikki skal kunna bera til. – Arbeiðshátturin í sambandi við reseptirnar er nóg torførur at fáast við sum er, sigur Sølvi, ið heldur, at um nakað skal gerast fyri at forða hesum, so skulu broytingar gerast í kunngerðini ella lógini. Frælsi hjá sjúklinginum Fleiri sjúklingar eru rættiliga tengdir at sínum heilivági. Tí mugu teir hava heilivágin liggandi á fleiri støðum, har teir ferðast dagliga. Heilivágurin skal vera tøkur á arbeiðspláss- inum, í bilinum, heima við hús og á støðum, har við- komandi ofta ferðast. Hetta kann vera í húsunum hjá børnunum o.s.fr. Tí er tað neyðugt hjá fleiri sjúklingum at hava stórar nøgdir av heilivági tøkar. Tað er eisini umráðandi hjá sjúklingum at hava eitt ávíst frælsi, so teir ikki eru bundnir at heilivági, apo- tekinum og sínum lækna allatíðina, vísir Sølvi á. Hann vísir í hesum sam- bandi á astmasjúklingar, sum mugu hava sín heilivág allastaðni kring seg í ger- andisdegnum. Tí kann tað vera neyðugt hjá fleiri at leggja nakað av heilivági undir seg. Sølvi Winther Olsen slær eisini fast, at tað lættir nógv um arbeiðsbyrðina hjá læknum, at teir kunnu skriva reseptir til sjúklingar og reiterera (endurtaka) tær. – Skipanin er ikki gjørd fyri at snýta, tað kunnu vit sláa fast, men um onkur mjólkar skipanina ov nógv, so er tað bara harmiligt, sigur Sølvi. Kommunulæknin slær tó fast, at tað er væl møguligt hjá einum sjúklingi at leypa ein ársfjórðing um og har- við spara egingjaldið tann ársfjórðingin. – Í hesum sambandi haldi eg ikki, at man skal leggja eftir útskrivingarpraksis, sum er nóg torfør at fáast við sum er, sigur Sølvi Winther Olsen at enda. Sølvi Winther Olsen, kommunulækni: Læknar kunnu ikki halda skil á Sølvi Winther Olsen heldur ikki, at læknarnir kunnu halda skil á, um nakar misnýtir sín stuðul til heilivágin, men hann heldur tað í fleiri førum vera neyðugt hjá teimum at útskriva reseptir, sum geva sjúklinginum møguleika at keypa heilivág til fleiri mánaðir Bátasmiðjan AWI Boats hjá Aðalsteini Anthoniussen í Runavík hevur fingið sáttmála upp á ein 33 fót ferðamannabát til eitt nýtt grønlendskt ferðamannafelag BÁTASMÍÐ Edvard Joensen Bátasmiðjan AWI Boats í Runavík hevur fingið sáttmála upp á ein ferða- mannabát til Suðurgrøn- lands. Báturin verður vænt- andi latin eigarunum eina- ferð tíðliga í komandi ári. Felagið Nanortalik Tou- rist Boats, sum samstarvar við ferðamannastovuna í Nanortalik, hevur gjørt sáttmála við AWI Boats um ger av einum 33 fót Aqua Star báti, sum skal brúkast til útferðir við ferðafólki í Suðurgrønlandi. Báturin skal vera inni- lokaður og hava pláss fyri 17 fólkum. Hann verður út- gjørdur við allari nútímans nautiskari útgerð og tveim- um maskinum. Samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 miliónir krónur. Enn eru allar avtalur ikki endaliga undirskrivaðar. Til dømis er ikki heilt greitt, hvat slag av maskinum, báturin skal hava, eins og ikki er avgreitt endaliga, nær báturin skal latast. Grønlendingar vildu fegnir havt bátin í ár, verður sagt av AWI Boats, men avtalan varð gjørd í so seint til, at tað kann lata seg gera. Til tess er stutt og greitt ov nógv at gera á bátasmiðjuni í Runavík. Umframt hendan ferða- fólkabátin hevur AWI tveir aðrar bátar í gerð til Grøn- lands. Talan er um fiskifør. Annar er ein 33 fót AWI, meðan hin er ein 39 fót bátur. Hesin størri báturin er tann fyrsti av teirri stødd- ini, sum gjørdur verður. Hann verður eisini útgjørd- ur eitt sindur eyka í mun til tað, sum annars verður van- ligt. Hann skal partvís yvir- dekkast, eins og kokka- húsið verður flutt aftur á dekkið, so liviligari verður í lugarinum. Tann báturin fer at kosta umleið hálvatriðju millión krónur. AWI hevur latið nógvar bátar til Grønlands. Saman- lagt sigla einir 60 AWI bát- ar í Grønlandi, verður sagt úr Runavík. Men tað eru ikki bara grønlendingar, sum lata bátar gera í Runavík. Í løt- uni hevur AWI Boats fýra sáttmálar við føroyingar um ger av bátum. Tann seinasti av hesum sáttmál- um varð gjørdur í gjár. Talan er í hesum føri um ein alibát. Eitt millumting millum teir vanligu AWI 27 og AWI 33, verður sagt. Hinir tríggir eru útróðrar- bátar. Ein AWI 27, ein Aqua Star 33 og ein av nýggja AWI 39 slagnum. Hesin stóri báturin fer at kosta tvær milliónir krónur, tá hann er liðugur, verður sagt úr Runavík. Tá er hann útgjørdur bæði við línu- spæli, snellum og allari vanligari nautiskari útgerð. Tað starvast i dag 14 fólk á bátasmiðjuni í Runavík. Umframt hevur AWI eisini eina bátasmiðju í Uumm- annaq í Grønlandi, sum eitt systurfelag hjá AWI Boats í Runavík stendur fyri. Tann fyrsti báturin av 39 fót slagnum frá AWI verður latin grønlendingum í næstum. Húsið skal flytast fram á dekkið, sum verður hálvt innilokað, eins og kokkahúsið eisini verður flutt úr lugarinum út á dekkið Mynd: Edvard Joensen Gera ferðafólkabát til Grønlands Gera parkerings- øki Tað er vorðið so trongligt á sandblás- ingarverkstaðnum við Ljósá, at neyðugt at hava goymslu uttandura ÍDNAÐUR Á verkstaðnum hjá Ragnari Poulsen við Ljósá sand- blása teir millum annað maskinur og bátaskrokkar. Men har er vorðið so trongligt, sigur Heðin Poulsen, at neyðugt er at víðka parkeringsøki uttan fyri, so teir fáa sett stór ting sum skrokkar til alibátar, bingjur og stórar maskinur frá sær. Men hann leggur aftrat, at tað hevur gingið í so seint at fingið arbeiðið gjørt. Og tað metir hann er tí, at byggivirkini hava so nógv at gera, at eitt so- vorðið smáting sum eitt parkeringspláss ikki verður raðfest so frammalaga. Tað er umleið eitt hálvt ár, síðan grivið varð oman av, men nústaðni verður sprongt og slættað. ej Nýtt parkeringsøki verður gjørt uttan fyri sandblásingarvirkið við Ljósá Mynd: Edvard Joensen 29 29 Í Tróndargøtu tel. 318200 kjólar niðurdeilar buksur sarongir blusur turriklæði Patenttroyggjur, Bumull Rundan háls. stuttan V-háls Langan V-háls í 8 litum Viscose/Hør Langur cardigan stuttur cardigan troyggja stuttur kjóli í natúr og svørtum floyalskjúrtur í 5 litum Hør sett (mynd) jakki 799,- buksur 699,- í natúr Japanskt silki Páskanýtt