fríggjadagur 6. apríl 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 6. apríl 2001
9
gult9 cyan9 magenta9 svart9
8
Nr. 68 - 6. apríl 2001
gult8 cyan8 magenta8 svart8
– Tá ið dagstovnar
verða settir á stovn
uttan at leiðsluviður-
skiftini eru í lagi,
kunnu vit seta spurn-
artekin við trygdina
og hvør hevur dagligu
ábyrgdina, sum
dagstovnalógin fyri-
skrivar. Og tá ið hesi
viðurskifti ikki eru í
lagi, kunnu vit spyrja,
um onnur krøv verða
fylgd, sigur Carita
Björklund, forkvinna
í Føroya Pedagogfelag
Turið Kjølbro
Áðrenn kommunurnar 1.
juli í fjør yvirtóku dag-
stovnaøkið, skuldu allir
barnagarðar sambært lóg
góðkennast á hægsta stað,
nevniliga í Almanna- og
heilsumálastýrinum. Í dag
eru tað tær einstøku komm-
unurnar, sum skulu góð-
kenna stovnarnar, ið eru í
teirra egnu kommunu sam-
bært nýggju dagstovna-
lógini. Henda lógin setir
kortini krøv og treytir eins
og tann gamla til karmar,
innihald og mannagongdir,
sum stovnarnir skulu lúka.
Men hetta lítla árið síðani
kommunurnar yvirtóku øk-
ið ber til at vísa á kommun-
ur, sum ikki fylgja lógini og
sum stovna og skipa dag-
stovnar uttan at lýsa størv
leys og sum ikki seta leið-
ara. Meðan dagstovnalógin
var í umbúna og til við-
gerðar á tingi, setti for-
kvinnan í Føroya Pedagog-
felag, Carita Björklund,
spurnartekin við, í hvønn
mun kommunurnar fóru at
fylgja lógini og hon bar ótta
fyri, at vit fóru at fáa ym-
iskar stovnar við ymiskum
innihaldi.
– Dagstovnalógin er nóg
góð. Í henni stendur bæði,
hvussu
arbeiðast
skal,
mannagongdir,
normer-
ingslykil og so framvegis.
Lógin er gjørd við tí fyri
eyga at tryggja børn,
foreldur og starvsfólk. Men
tíverri síggja vit í dag, at
fleiri kommunur ikki fylgja
lógini, og ivaleyst hendir
ymiskt vit ikki eru vitandi
um, sigur Carita Björklund.
Her sipar Carita Björk-
lund serliga til útibarna-
garðar, sum er vorðin ein
væl umtókt loysn nógvar
kommunur velja, tí úti-
barnagarðar eru bíligir í
rakstri og skjótir at seta í
verk.
– Vit síggja, at útibarna-
garðar verða settir á stovn
eitt nú í Tórshavnar komm-
unu uttan at leiðslan er í
lagi, og vit vita, at hetta
hendir aðra staðni eisini.
Tað vanliga er og hevur
altíð verið at søkja eftir
leiðara og síðani eftir
starvsfólkum,
men
nú
síggja vit, at stovnar verða
settir á stovn uttan at seta
leiðara, og tá kunnu vit seta
spurnartekin við trygdina
og hvør hevur dagligu á-
byrgdina, sum dagstovna-
lógin fyriskrivar. Og tá ið
hesi viðurskifti ikki eru í
lagi, kunnu vit spyrja,
hvussu er við brunatrygd,
arbeiðsumhvørvi, heilsu-
og hølisviðurskiftum og
øðrum, sigur Carita Björk-
lund.
Avleiðing av yvirtøku
At kommunurnar á henda
hátt ganga uttan um lógina
er ein avleiðing av, at
kommunurnar hava yvir-
tikið dagstovnaøkið. Áðr-
enn kundi eingin stovnur
lata upp áðrenn endaliga
góðkenningin var komin
frá Almanna- og heilsu-
málastýrinum.
– Vit mugu ganga út frá,
at hesir stovnar, sum ganga
uttan um tað sum lógin
fyriskrivar, eru góðkendir
av kommununi á staðnum.
Og tá ið kommunan skal
hava eftirlit við egnum
stovnum og samstundis er
áhugað í at hava bíligar
stovnar, kunnu vit spyrja,
um hetta hongur saman.
Samstundis vita vit, at
smærru kommunurnar ikki
hava umsiting til at røkja
ábyrgdina nóg væl, og tí er
tað ein stórur biti hjá nógv-
um at gloypa at yvirtaka
eitt so stórt øki. Hinvegin
fegnast vit um, at síðani
nýggja
dagstovnalógin
kom, eru nógvir nýggir
stovnar komnir, stovnar
sum eru góðkendir viðvíkj-
andi øllum krøvum, sum
verða sett. So tað ber til at
stovna
barnagarðar
og
halda seg til lógina, sigur
Carita Björklund.
Endaliga eftirlitið við at
dagstovnalógin verður hild-
in hevur Almanna- og
heilsumálastýrið, og fær
aðalstýrið at vita, at alt ikki
er farið rætt fram, vendir
tað sær til kommunurnar.
– Eftirlitið verður tí
ógvuliga tilvildarligt, sigur
Carita Björklund.
Við í lógarsmíði
Føroya Pedagogfelag fylgir
ógvuliga væl við, hvat
hendir innan lógarsmíð, tá
ið tað snýr seg um børn og
viðurskifti hjá børnum.
Ætlanin er at gera eina
nýggja barnaforsorgarlóg,
og innan hetta økið arbeiða
eitt nú pedagogar innan
serstovnaøkið.
– Málið hjá okkum er at
koma í nevndina, ið fyri-
reikar lógarsmíðið, soleiðis
at lógin verður so góð sum
møguligt. Hetta royndu vit
eisini, tá ið dagstovnalógin
varð gjørd, men tað eydn-
aðist ikki. Í tí førinum var
eingin
serfrøðinganevnd
sett, og tað ber lógin brá av.
Eitt nú at dagrøktarlógin og
dagstovnalógin
vórðu
tvinnaðar saman. Tað er
ógvuliga óheppið, tí tað ber
ongantíð til at seta somu
krøv til eina dagrøkt sum til
ein dagstovn. Annars eru
vit ógvuliga fegin um at
hava fingið eina góða dag-
stovnalóg og ikki minst, at
hendan lógin, sum tryggjar
børnini, varð gjørd sam-
stundis sum kommunurnar
yvirtóku
dagstovnaøkið,
sigur Carita Björklund.
Kommunur bróta dagstovnalógina
– Vit fegnast um, at síðani nýggja dagstovnalógin kom, eru nógvir nýggir stovnar komnir, stovnar sum eru góðkendir viðvíkjandi øllum krøvum, sum verða sett.
Samstundis royna kommunur eisini við bíligum loysnum, sum ikki fylgja lógini og tað er ógvuliga óheppið, sigur Carita Björklund
Savnsmynd
Birita Andreasen
– Árið hevur verið gott og
spennadi, við framgongd
og vøkstri á nærum øllum
økjum.
Soleiðis ljóðar tað frá
Felagnum Tórshavn, sum
hevði ársaðalfund tann 25.
februar.
Formaðurin í felagnum,
Thordur
Thorsteinsson,
legði fram ársfrágreið-
ingina fyri 2000. Saman-
umdrigið so vísti úrslitið
hjá felagnum og Kunning-
arstovuni, eitt samla avlop
upp á knappar 24.000 kr.
Ferðavinnan er í menn-
ing, og tað merkist eisini
hjá á Kunningarstovuni.
Hetta sæst aftur bæði í
roknskapinum eins og stati-
stikkinum. Á Kunnigar-
stovuni telja tey vitjanirnar,
og teirra tøl vísa eina fitta
hækking av viðskiftafólkið
frá 1999 til 2000. Tá tað
kemur til føroyingar, fevna
teir um 41 posent av teimun
vitjandi, sum er ein mun-
andi vøkstur frá í fjør. Hetta
heldur stjórin á Kunningar-
stovuni, Ingigerð á Trøðni,
kemst av teimun mongu
tiltøkunum sum eru í bý-
num.
Eisini
atgongu-
merkjasølan
er
hækka
nógv.
Nevnast skal eisini, at ein
nógv sakna Kunnigarstova
lat upp á Sandi í 2000.
Gongutúrar
Felagið Tórshavn skipar
eisini fyri gongutúrum. Í
2000 vóru tilsamans gjørdir
37 túrar. Í miðal vóru 30
luttakarir til hvønn túrin, so
tað má sigast at vera ein
góð undirtøka. Fyrst í juli
varð skipað fyri einum
millenium túri úr Akrabyrgi
í Enniberg. Hóast at veðrið
ikki var av tí besta allan
túrin, so vóru fólk stak væl
nøgd við útferðina. Tað er
longu avgjørt at skipa fyri
einum
líknandi
túri
komandi summar.
Felagið hevur tætt sam-
starv við handlarnar í mið-
býnum, og hetta hevur
eyðnast sera væl. Tiltøk
sum Jól í Miðbýnum, móta-
sýningar, langir leygardag-
ar og tónleikur í býnum er
komin í eina fasta legu. Og
hesi tiltøk draga eisini nógv
fólk inn í býin.
Felagið Tórshavn ársaðalfund
Gongst alt sum æltað
verður ein endalig
loysn á
viðurskiftunum í
Atlantis góðkend av
Klaksvíkar býráði um
tríggjar vikur
MENTAN
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Mentanarhúsið
Atlantis skal fyri á býráðs-
fundi í Klaksvík 24. apríl,
og
góðkennir
býráðið
loysnina, sum partarnir í
málinum eru komnir fram
til, kann húsið fara rættiliga
í gongd aftur.
Mentanarnenvdin
hjá
Klaksvíkar býráði hevur ar-
beitt við málinum í nógvar
mánaðir, og nú er komið so
langt, at formaðurin í
nevndini kann leggja málið
fyri býráðið.
Síðani Atlantis var um-
bygt og lat upp aftur, hevur
húsið bara riggað sum ætl-
að part av tíðini. Seinastu
tíðina hevur lítið og einki
virksemi – annað enn sjón-
leikur – verið í húsinum, og
tað var ikki ætlanin.
Ein partur av trupulleik-
unum eru fíggjarligu viður-
skiftini og møguleikarnir at
reka húsið. Norðoya Spari-
kassi, Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag
og
Klaksvíkar
kommuna eru høvuðsleik-
ararnir í hesum leiki, og tey
eru vorðin samd um eina
loysn, sum skal fáa mentan-
arhúsið at virka aftur.
Nýggja nevnd
Ætlanin fyri Atlantis er ikki
almenn enn, men hon snýr
seg um at gera húsið til ein
sjálvsognarstovn við eini
sjálvstøðugari nevnd.
Hendan nevndin skal síð-
ani leggja virksemið í hús-
inum til rættis, og nevndin
skal eisini avgera, um húsið
skal hava dagligan leiðara.
Hvussu umfatandi virk-
semið í húsinum kann
verða, veldst millum annað
um fíggjarligu karmarnar,
sum húsið fær at virka und-
ir.
Ætlanin er, at biografurin
skal byrja aftur og mentan-
arlig tilboð av ymsum slagi
skulu verða í húsinum.
Formaðurin í mentanar-
nevndini hjá Klaksvíkar
býráði, Jórun Høgnesen,
sigur, at nevndin verður
klár at leggja málið fyri bý-
ráðsfundin 24. apríl, og so-
statt kann hol setast á eitt
nýtt tíðarskeið í Atlantis
flaggdagin.
Atlantis fyri á býráðsfundi
Møguleiki verður at flagga fyri mentanarhúsinum Atlantis flaggdagin
PENSJÓNSMÁLIÐ
John Johannessen
Fyrrverandi stjórin á Al-
mannastovuni, Maria Jac-
obsen, fekk valið ímillum
at bróta lógina ella siga
upp. Ti fór hon so skjótt úr
starvinum sum stjóri á
Almannastovuni.
Hetta veit Dimmalætting
fyri í gjár at siga.
Dimmalætting skrivar, at
tað var nógv umrødda pen-
sjónsmálið, sum fekk aðal-
stýrið at geva Almanna-
stovuni kravboð.
Fyrrverandi landsstýris-
kvinnan í almanna- og
heilsumálum vildi hava, at
pensjónistar fingu meira
útgoldið, eftir at tað vísti
seg, at nýggja pensjónslóg-
in gjørdi, at nakrir pensjón-
istar fingu minni útgoldið.
Tí varð álagt Almanna-
stovuni at gjalda út eina
skattafría
upphædd
til
pensjónistarnar
–
eina
viðbót. Hetta hevði Al-
mannastovan ikki heimild
til. Almannastjórin kundi
ikki liva við at bróta lógina,
og segði seg tí úr starvin-
um.
Varð hótt úr starvinum
Leggur ikki pensjónistar
undir at snýta
AVSANNAN
Stefan í Skorini
Sosialurin bar í gjár tey
tíðindi, at lógin um stuðul
til heilivág varð misnýtt
av pensjónistum. Í tí
sambandi varð Petur Oluf
Joensen,
apotekari
á
Tjaldurs Apoteki í Havn,
endurgivin fyri at siga, at
tey á apotekinum hava
meira
at
gera
um
ársfjórðingsskiftið.
Av tí at fleiri hava
fingið ta fatan, at tað er
Petur Oluf Joensen, sum
leggur pensjónistar undir
at misnýta stuðulin, vil
Sosialurin sláa fast, at
hetta er ikki so.
Petur Oluf Joensen av-
sannar sostatt, at hann
sjálvur leggur nakran
undir at misnýta stuðulin
til heilivág.
Innihaldið
og
niðurstøðan í greinini eru
hinvegin orð blaðsins.