Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 11 gult11 cyan11 magenta11 svart11 10 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 Tónleikagrunnurin hjá Norðoya Spari- kassa játtaði í fyrsta ári sínum stuðul til fýra umsøknir TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Nýggi tónleika- grunnurin hjá Norðoya Sparikassa játtaði í fjør stuðul til fýra umsøknir, sum grunnurin fekk. Tónleikagrunnurin varð avdúkaður á 80 ára degnum hjá Norðoya Sparikassa og fór at virka frá ársbyrjan í fjør. Ætlanin við grunninum er at stuðla føroyskum tón- leiki, sum ætlar sær meiri enn bert at gera vart við seg á heimamarknaðinum. Sparikassin í Norðoyggj- um gjørdi frá byrjan greitt, at grunnurin fór at lata fáar, men størri upphæddir til teirra, sum søktu um stuðul frá hesum grunninum. Einki alment enn Politikkurin hjá Tónleika- grunninum er, at einki verður sagt um tann stuðul, sum verður latin, fyrr enn tey, sum hava fingið stuðul- in, eru tilreiðar at stíga fram. Enn er eingin av latnu stuðulsupphæddunum vorðnar almennar enn, men tað verður helst okkurt at frætta um hetta í ár. Treytirnar fyri at søkja um stuðul frá Tónleika- grunninum hjá Norðoya Sparikassa finnast á heima- síðuni hjá sparikassanum. – Afturgongur er eingin lættisoppi, men tað er ein stórur og spennandi leikur, sum setir spurnar- tekin við partar av lívinum, sigur Laura Joensen, leikstjóri hjá Klaksvíkar Sjónleik- arfelag SJÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Hóast tað ikki var hon, sum setti hol á arbeiðið, hevur Laura Joensen seinastu vik- urnar verið leikstjóri hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum fer at spæla Ibsen-leik- in Afturgongur. Frumsýningin av leikin- um verður í kvøld, og und- an hesum kvøldinum hava verið vikur við venjingum og eisini onkrum óvæntað- um tilburði. Hollendskur leikstjóri kom til Klaksvíkar at leik- stjórna leikinum, men hon fór av landinum aftur fyri nøkrum vikum síðani, tí hon helt ikki, at samstarvið riggaði. Men Klaksvíkar Sjón- leikarfelag gav ikki upp av teirri orsøk. Laura Joensen tók yvir sum leikstjóri, og hon hevur tikið um endan. – Tá tú kemur uppí ein leik soleiðis mitt í tí heila, verður tú noydd at gera nøkur kompromis, tí venj- ingarnar vóru komnar væl ávegis, sigur hon. Hildu fram Tá Laura tók yvir sum leik- stjóri var valið at byrja full- komiliga av nýggjum ella at byggja á tað grundina, sum varð løgd. – Høvdu vit byrjað av nýggjum, hevði leikurin ikki verið frumsýndur nú. Vit valdu at halda fast um grundina sum varð løgd, men onkrar broytingar eru sjálvandi gjørdar, sigur Laura Joensen. – Sum leikstjóri ynskir tú sjálvandi at verða við frá byrjan, men tað hevur ikki latið seg gjørt í hesum føri. Men eg vóni, at eg havi sett míni fingramerki á leikin- um, og tað er kanska serliga galdandi fyri sjálvt spælið, sigur hon. Klassikari Henrik Ibsen verður skýrd- ur at verða mætasti dramat- ikari í 19. øld. Leikir hans- ara vunnu stóra viðurkenn- ing, og teir vórðu ikki bert framførdir á øllum teimum týðandi pallunum í Europa, men eisini í USA og í Japan. Leikurin Afturgongur er ein av kendastu leikunum hjá Ibsen. Leikurin, sum varð skrivaður í 1881, verð- ur framvegis spældur, og nú eru tørnið komið til Klaks- víkar Sjónleikarfelag. Afturgongur er eitt fam- iljudrama, ið gongur fyri seg á einum norskum harragarði. Múgvandi kam- arharrin, Alving, er deyður 10 ár áðrenn leikbyrjan, og einkja hansara ger av at reisa manni sínum heiðurs- minni. Sonurin Osvald, ið er listamálari og býr í Paris, kemur heim til vígsluna, og hann kennir einki til ólevn- aðin hjá pápanum, sum øll í leikinum onkursvegna eru knýtt at. Eingi lættisoppi – Afturgongur er eingin lættisoppi, men tað er ein stórur og spennandi leikur, sum setir spurnartekin við partar av lívinum, sigur Laura Joensen. – Leikurin er skrivaður fyri meiri enn 100 árum síðani, men hann verður framvegis spældur kring heimin. Tað er ikki tilvild- arligt. Leikurin viðger nøk- ur ting, sum framvegis eru aktuell og sum eisini verða tað í framtíðini. Afturgongur er ein øðr- vísi leikur, tá hugsað verður um Klaksvíkar Sjónleikar- felag. Felagið hevur spælt nógvar frálíkar skemtileik- ir, men álvarsleikirnir sum hesin hava verið fáir. – Eg eri sera spent at vita, hvussu klaksvíkingar fara at taka ímóti leikinum. Hetta er spennandi leikur, sum eisini er ein stór av- bjóðing hjá leikarunum at spæla, sigur Larua Joensen. Fimm leikarar eru í leik- inum, og talan er um roynd- ar leikarar hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Adelborg Linklett hevur leiklutin sum einkjan Helena Alving. Hini í leikinum eru Bjarni Ziska Dahl, Súni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen og Eyð Mat- ras. Allir leikararnir hava drúgvar royndir á palli – bæði í Klaksvík og aðra- staðni. Leikurin verður frum- sýndur í Atlantis í kvøld klokkan 20.00. Afturgongur í Atlantis Fýra fingið stuðul Tónleikagrunnurin hjá Norðoya Sparikassa játtaði í farna ári fyrstu fýra umsóknirnar um stuðul – Tað hevur verið ein avbjóðing at vera sor- inskrivari í Føroyum, sigur Joen H. Andreasen. Miku- dagin hevði hann sín síðsta arbeiðsdag á dómaraskrivstovuni FARVÆL Áki Bertholdsen – Tað hevur spennandi at vera í Føroyum. Men nú eru árini blivin so mong, at tað er tíð at leggja frá sær. Mikudagin hevði Joen H. Andreasen sín síðsta ar- beiðsdag sum sorinskrivari í Føroyum. Henda dagin varð mót- tøka í sambandi við at hann legði frá sær og har nýtti nógv fólk høvi til at støkka inn á gólvið at biðja honum farvæl. Hósdagurin var fyrsti dagur, hann ikki var á skrivstovuni og tá fingu vit eitt lítið orð á hann. Dómarin, sum hann van- liga verður nevndur, varð tilnevndur sorinskrivari í Føroyum tann 1. desember í 1977, tá ið hann tók við eftir tann vælkenda Opper- man. Sostatt hevur hann havt embætið í gott 23 ár og nú er hann eisini komin í ein aldur, har hann heldur, at tað er tíð at leggja frá sær. – Hesi árini, sum sorin- skrivari, hava verið ein spennandi avbjóðing, sigur hann. Hetta er eitt lítið sam- felag og onkur kundi hildið, at tað var óheppið at seta ein føroying í eitt slíkt starv, tí viðurskiftini eru so smá. Men tað heldur Jógvan Andreasen ikki. – At eg havi verið sorin- skrivari í Føroyum er væl ikki øðrvísi enn tað er hjá einum dana at vera dómari í einum lítlum, donskum býi. Hjá báðum kann tað henda, at vit møta fólki, vit hava dømt, á gøtuni. Tann, sum hevur verið leingi í einum slíkum starvi, kemur eisini óivað at kenna nógv fólk. Men eg kann ikki siga, at hetta hevur volt mær trupulleikar. Tvørturímóti heldur hann, at tað hevur verið ein fyrimunur at vit hava havt ein sorinskrivara, sum er føddur og uppvaksin í Føroyum, tí tað gevur honum eyðvitað betri innlit í serlig, føroysk viðurskifti. – Tað, at ein føroingur varð settur í hetta starvið, var nakað nýtt, tá ið eg tók við. Men eg havi eg sæð mítt starv sum eina avbjóðing og kanska eisini sum fyrsta stigi til at broyta gongdina, so at eisini hetta verður eitt øki, har før- oyingar skulu kunna brúk- ast, sigur Jógvan Andrea- sen. Men hann sigur eisini, at eitt, sum hevur verið rætti- liga avgerandi, er tað máls- liga. – Hóast allarflestu føroy- ingar duga væl danskt, haldi eg, at tað er næstan neyðugt, at dómarin í minsta lagi skilir føroyskt fyri at kunna røkja starvið til fulnar. – Hjá nógvum fólki, sum skulu møta í rættinum, er tað fyrstu og einastu ferð í lívinum, at tey koma í tað støðuna. Og hjá summum stendur rættiliga nógv á ímeðan tey eru í rættinum, og tá haldi eg at tað er ein fyrimunur at dómarin tosar, ella í hvussu so er skilir, føroyskt. Ikki tann stóri trupulleikin Hann sigur, at hesi síðstu árini, hann hevur verið sorinskrivarin, er arbeiðs- byrðan ógvuliga nógv vaksin. Serliga í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, vaks arbeiðsbyrðan óhugnaliga nógv. – Ein stórur partur av vinnulívinum fór á heysin og tað vóru nógv, slík mál, eitt nú nógv trotabúgv, at gera upp o.s.fr. So hóast nógv mál vóru innkrevjing- armál burturav, vóru eisini nógv mál, sum skuldu í rættin. Men tey málini eru síðani fallin nógv í tali síðani. Hinvegin heldur hann ikki, at kriminaliteturin vaks í kreppuárunum Yvirhøvur heldur hann, at kriminaliteturin er ikki tann stóri trupulleikin í Føroyum. – Vit hava ikki tann kriminalitetir, sum tey hava í øðrum londum. Tann kriminaliteturin, sum hevur verið, er sum heild ikki av so álvarsligum slagi. Eitt nú er ikki so nógvur harðskap- ur í Føroyum. Sjálvandi eru mong mál við harð- skapi í rættinum, men tað eru mest mál, har fólk eru komin til ilnar í fyllskapi og hvørt av sínum . Men hetta, at friðalig fólk, brád- liga verða álopin á gøtuni, hava vit ikki havt nógv av æi Føroyum. Tó vísir dómarin á, at siðamisbrotini eru blivin væl fleiri í tali hesi seinastu árini. – Men tað er ikki vist, at tað er tí, at hetta slagið av kriminaliteti er so nógv økt í seinastuni. Hann kann eisini hava verið fyrr. Orsøkin til at sakarmálini eru so nógv vaksin, kann vera tí, at fyrr komu hesi málini ikki fram í ljósið. Jógvan Andreasen sigur, at hesa tíðina, hann hevur verið sorinskrivari, hevur hann havt trý drápsmál. – Saman við málunum um siðamisbrot, eru dráps- málini tey ringastu málini eg havi havt og tey, sum vóru truplast at taka støðu til. Men tað var so eisini eitt arbeiði, sum skuldi gerast. Harðari revsingar Í Føroyum fylgja vit før- oyskari rættarsiðvenju. Tað vil so eisini siga, at í Før- oyum er sama revsing fyri ymsum lógarbrot, sum í Danmark. Men tað er eitt undantak, og tað er narkotikakrimi- nalitetur. – Í slíkum málum havi eg frá fyrsta degi lagt eina linju, sum eitt sindur harð- ari enn rætturin í Danmark hevur lagt. Mín áskoðan er, at eisini rættarskipanin eig- ur at gera, hvat hon kann, fyri at vit skulu sleppa undan hesum trupulleikan- um í Føroyum. Mál, sum verða avgjørd í Føroya Rætti, kunnu kærast fyri landsrættinum. Men, Jógvan Andreasen sigur, at hvat narkotikamálum við- víkur, hevur landsrætturin góðtikið, at dómarnir í Føroyum eru harðari, enn teir eru i Danmark. - - - - Nú Jógvan Andreasen er farin frá sum sorinskrivari, fer hann at halda feriu. Men 1. mai tekur hann við einum øðrum starvi, sum helst ikki verður minni avbjóðandi enn tað at vera sorinskrivari. Tá byrjar hann nevniliga í starvinum sum løgtingsins umboðsmaður. Tað er ein nýggur stovnur og tað kemur sostatt at verða hansara lutur at byggja hann upp. Kriminalitetur er ikki tann stóri trupulleikin í Føroyum Joen H. Andreassen lurtar eftir avloysaranum Mynd: Jens K. Vang Joen H. Andreassen og frú Mynd: Jens K. Vang