Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 6. apríl 2001 13 gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Á fundi í NAFO, millum- tjóða felagsskapurin, sum skal verja og umsita fiski- stovnarnar í útnyrðings- partinum av Atlantshavi, sum varð hildin í Keyp- mannahavn í døgunum 27.- 30. mars vóru røddir frammi um at avmarkað veiðuna á Flemmish Cap. Eisini eru røddir frammi um at seta kvotuskipan í staðin fyri fiskidagaskipan- ina, sum nú er galdandi. Ætlanin er at lækka fiski- talið fyri øll lond sum royna á leiðini við 15 pros- entum, skrivar íslendska vevsíðan Interseafood.com. Flemmish Cap er fiski- banki, sum siggur einar 300 fjóðringar úr New Found- landi og liggur beint uttan- fyri landgrunnin í New Foundlandi. Tað vóru port- ugisiskir fiskimenn, sum funnu bankan síðan tá hev- ur verið fiskað uttan slit á hesum fongríka banka. Toskurin er so hart troyttur, at stovnurin er heilt niður undirkomin og tí er ongin toskaveiða longur á Flem- mish Cap. Í seksti, sjeyti og áttati árunum var Flemmish Cap álitið hjá føroysku salt- fiskalínubátunum, men síðan seinastu í áttatiár- unum hevur ikki loyst seg at royan eftir toski har. Rækjuveiðan er ikki meira enn eini 10 ára gom- ul á Flemmish Cap og teir stóru verksmiðjutrolararnir hjá føroyingum plaga at royna eitt skifti eftir konga- fiski á Flemmish Cap. Hetta meðan toskurin í Barentshavinum flytir seg úr norskum sjógvi og eyst- ur í russiska partin av Bar- entshavinum, tað vil siga júst hesa tíðina av árinum. – Peningaligur stuðul til fiskivinnuna heldur lands- stýrið seg langt burtur frá, tað er ein farin tíð. Stuðulin var upp á eini 500 milliónir krónur, tá hann var hægstur. Síðan er hann minkaður niður í einki. Tað seinasta sum nú verður gjørt fyri at beina heilt fyri hesi leivd í føroyskum vinnulívi er, at eg havi borið 11 lógir um studning niðan í tingið. Hesar skulu nú avtakast, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri í sam- band við at Sosialurin hev- ur skrivað um endurnýgg- ing af fiskiflotanum. – Studningur til skip er stigvíst minknaður. John Petersen, sum tá var lands- stýrismaður byrjaði hetta arbeiðið fyrst í nítiárunum og nú er tað lokið. Tá studningurin var í hæddini, vóru 500 milliónir avsettar á fíggjarlógini til hetta endamál, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. – Okkara uppgáva í landsstýrinum er at skipa politikkin soleiðis, at tað ber til at reka fiskivinnu. Vit eru komnir hartil í dag, at stuðulin er burtur. Vit hava sæð á langfaraflotan- um, at teir klára sjálvir at endurnýggja seg. Rækju- flotin er eisini byrjaður at endurnýggja seg sjálvur, eisini nótaflotin og nú byrj- ar heimaflotin eisini at síggja onkran glotta, sigur Jørgen Niclasen. – Uttan almennar pengar er vinnan sunn og tá roynir hon at gera tað sum betalir seg best og ikki tað sum gevur mesta stuðulin. Við at stuðla, so er neyðugt at gera nakrar reglur, sum gera tað at íløgurnar verða gjørdar eftir stuðlinum og ikki eftir rakstrinum. Landsstýrisins setningur er púra greiður, stuðulsfrí vinna, sum sjálv megnar at fíggja seg, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Leygardagin fer Dorete Bloch frá Djórasavninum og Kristian Luftson at halda fyrilestur um ávika- vist royndirnar at merkja føroyskan grindahval við fylgisveinasendara og um komandi íslendska hvala- veiðu á burðardyggum støði. Tiltakið verður hildið í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19:30 í sam- band við at Grindamanna- felagið hevur ársaðalfund. Á hvørjum ári hevur fel- agið havt útlendskar og før- oyskar gestarøðarar við. Doreta fer at greiða frá um fylgissveinagrindina, sum ikki bara vit, men fólk nógvastaðni kring knøttin fylgdu við áhuga. Nakað av tilfarinum, fingið varð til vega tá, er nú viðgjørt og kann verða almannakunn- gjørt, men tað er enn nógv tilfar at fara í gjøgnum. Líka so áhugaverd sum kanningin er, líka so áhuga- verdir eru filmar, sum vóru tiknir upp, tá ið tey merktu grindina. Vit eru von við at síggja útvaldar ógvisligar myndir burtur úr einum grindadrápi. Her á filmi sæst grind so spøk, so spøk. Eru grindir so spakar, gerst alt við tær. Eisini fer Doreta at greiða frá, hvørjar ætlanir savnið hevur komandi árið. Kristian Loftson úr Ís- landi kennir ikki so nógv til grind og grindadráp. Hann fer at tosa um tað, hann kennir til: hvalaveiðu í Ís- landi, Poul Watson og hans- ara herverk á hvalabátarnar og um Íslendska hvalaveiðu framyvir. Sum flestum kunnugt, so hava íslendskir myndugleikar sagt, at teir fara at skjóta hval aftur – burðardygt. Kristian fer at greiða frá øllum hesum. Kristian eigur sjálvur hvalabátar, hevur verið á hvalaveiðu fyri árum síð- ani, og hann bíðar spentur eftir at aftur verður loyvt at skjóta hval í Íslandi. Verður tað í summar ella næsta summar ella nær? Beint hinumegin markið skjóta norðmenn, so tað tykist løgið, at teir, sum teir ein- astu í hesum økinum, gera tað. IWC sigur nei, NAMMCO sigur, at tað tol- ir stovnurin. Livst so spyrst. Kristian er ikki í iva. Og hann er heitur talsmaður fyri, at NAMMCO eigur at umsita hvalastovnin í Norð- urhøvum. Skráin fyri aðalfundin er henda: 1. Frágreiðing um virki felagsins farna árið 2. Framløga av grann- skoðaðum roknskapi 3. Val av tveimum nevnd- arlimum og trimum eykalimum 4. Val av grannskoðara 5. Ásetan av limagjaldi 6. Innkomin mál 7. Ymiskt Fylgisveinagrind og komandi hvalaveiða Fiskidagarnir á Flemmish Cap fækka Nýggj skip, ikki ein almenn uppgáva Nú er rættuliga vátt í reiðrinum millum Felagið Rækjuskip og fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen. Stríðið stendst av broytta politikkinum hjá landsstýrinum, har landstyrið hevur givið fyribils fiski- loyvi til nýggj skip at fiska av ónýttu fiski- døgunum, serliga við Svalbard Jústinus Leivsson Eidesgaard Ætlanin var at halda eitt rækjuseminar í Føroyum í apríl, men nú hevur felagið Rækjuskip avlýst hetta. hetta kemst av at felagið Rækjuskip heldur tað vera so langt ímillum tað sum felagið heldur vera eina skilagóða tilrættalegging av framtíð rækjuflotans og nýggja poilitikkin hjá landsstýrinum.. Í einum skrivi til fjøl- miðlarnar sigur felagið: »Felagið Rækjuskip av- gjørdi tó av at bíðja við at taka nakra støðu til málið um broyttu politisku kósini viðv. rækjuloyvum á Fle- mish Cap, fyrrenn eftir NAFO-fundin síðst í mars, tá tað kundi staðfestast ná- greinliga hvat kom at henda á Flemish Cap. Fiskimála- ráðharrin er ivaleyst kunn- aður um, at tað endaði við eini samtykt um eina 25% skerjing av fiskidøgunum beinanvegin, og síðani verður spurningurin um antin eina uppaftur størri skerjing av dagatalinum ella eina kvotuskipan tikin uppaftur á NAFO-ársfund- inum í sept. 2001. Hetta merkir at føroyska dagatal- ið minkar úr 1607 niður 1334 dagar beinanvegin, og møguliga uppaftur meira komandi ár, um ikki ein kvotuskipan kemur í staðin fyri fiskidagaskipanina. Úrslitið av broytingunum á Flemish Cap eru sostatt blivnar stórt sæð soleiðis sum Felagið Rækjuskip hevði roknað við, og sum vit fleiri ferðir hava gjørt Fiskimálastýrið varugt við. Felagið metir seg eisini longu nú, við framrokning- um grundaðar á miðaldaga- nýtsluna fyri hvørt skip undanfarnu árini, kunna staðfesta, at longu umleið miðjan sept. verða teir 1334 fiskidagarnir á Fle- mish Cap uppbrúktir. Á hesum grundarlagið hevur Felagið Rækjuskip tí nú tikið tí støðu, fyribils at avlýsað rækjuseminarið sum eftir ætlan skuldi verða í apríl 2001. Felagið harm- ast um hesa støðu, men metir, at tað er so langt millum tey sjónarmið sum verandi rækjufloti hevur um eina skilagóða tilrætta- legging av framtíð rækju- flotans og so tann broytta loyvispolitikkin hjá fiski- málaráðharranum, at tað tænir ongum endamálið at hava eitt slíkt rækjuseminar nú. Felagið fer tó at takað spurningin um eitt slíkt rækjuseminar uppaftur, um so er at felagið sær nøkur tekin um ein vilja at fremja eina felags tilrættalegging av framtíð rækjuflotans, ella um ein nýggj politisk kós verður stungin út í kort- ið av antin sitandi ella eini aðrari samgongu.” Avlýsir rækjuseminar sum mótmæli – Vit hava ikki giv- ið nakað varandi rækjuloyvi og gerst ov trongligt hjá verandi rækjuskip- unum, so fara nýggju skipini úr aftur flotanum, sig- ur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri Jústinus Leivsson Eidesgaard Grundgevingin frá landsstýrinum at geva rækjuloyvi til nýgg skip er bert grundað á at ver- andi rækjuskip ikki megna at útnytta teir fiskidagar, sum vit eiga á teimum ymisku leið- unum og bara tí. – Virði fyri umleið 100 milliónir eru farin fyri skeyti hvørt ár í mong ár, tí rækjuflotin ikki hevur megnað at út- nytta teir fiskidagar, sum føroyingar hava ognað sær við søgu- ligum rættindum. Eg kann sum landsstýris- maður ikki lata slíkt fara aftur við borðinum. Áðrenn nýggju loyvini vóru givin, royndu við staðiliga at fáa verandi rækjuvinnu at útnytta dagarnar betri. Við bjóðaðu teimum enntá varandi fiskiloyvir, men teir tóku ikki av. Tí hava vit valt at geva nýggjum monnum fyribilsloyvir, sigur Jørgen Niclasen. -Eg harmist stórliga, at rækjuseminarið,sum júst kundi ført partarnir enn tættari saman, verðu avlýst av hesi ørsøk, sigur fiskimálaráðharrin Harmiligt at útseta rækjuseminarið Rækjur ( dagar og kvotur ) Við Svalbard eiga vit 1317 dagar Yvirlit yvir brúktar dagar. 1996 218 1997 373 1998 414 1999 509 2000 481 Á Flemish Cape eiga vit í alt 1606 dagar. Yvirlit yvir brúktar dagar. Tilluta Veitt 1996 1606 1835 1997 1606 1250 1998 1606 1292 1999 1606 1051 2000 1606 934 Russiskt øki Tillutað Veitt 1998 3000 213 1999 3000 879 2000 2500 860 Talvan sýnir hvussu lítið føroyingar hava nýtt av fiskidøg- unum á rækjumiðjunum FISKIVINNUTÍÐINDI TÍÐINDASKRIV Felagið Rækjuskip Sum kunnugt setti Felagið Rækjuskip sær í fjør fyri, at skipað fyri einum rækjusemi- narið, sum partvíst skuldi lýsa ymsu tættirnar innan føroyska rækjuvinnu á sjógvi og landi, og partvíst skuldi skapað støði undir eini skipaðari langtíðar tilrættalegging av karmunum fyri rækjuvinnuna - serliga við atliðið at væntaðum broyting- um í veiðurættindum. Ætlanin um hetta tiltak kom, sum liður í royndum felagsins at fáa eitt neyvt samstarv í lag við fiski- vinnupolitiska myndugleikan, um eina felags tilrættalegging av framtíðini fyri rækjuflotan. Men ætlanin var eisini, at bjóða umboðum fyri allar flokkar á tingið, umframt aðrar avvarðandi landsstýris- limir við á seminarið. Limir felagsins vóru m.a. ørkymlaðir av útmeldingum frá fiskimála- ráðharranum, Jørgen Niclasen, um, at hann metti at rúm var fyri í hvussu so er tveimum varandi rækjuloyvum afturat, umframt tað at einhvør føroy- ingur sum søkti um rækjuloyvi fekk eitt slíkt - ikki minst tí hetta var ein fullkomin broyt- ing av støðuni hjá bæði undan- farnu og sitandi landsstýris- samgongu, sum ikki vildu broyta loyvispolitikkin fyrr enn føroysk veiðurættindi á Flemish Cap kundu metast at verða komin í eina fasta legu, og ósemjan við Noreg um fiskidagarnar við Svalbard var loystur so ella so. Fiskimálaráðharrin og Fiskimálastýrið vístu ein positivan vilja til at umrøða rækjuvinnupolitikkin á einum slíkum seminarið, og væntaði Felagið Rækjuskip tí ikki, at nakrar broytingar vóru framd- ar viðv. loyvispolitikkinum fyrrenn málið um gagnnýtsl- una og onnur sjónarmið vóru løgd fram og viðgjørd á ætlaða rækjuseminarinum. Tað undraði tí Felagið Rækjuskip, tá tað í nov./dec. frættist, at Fiskimálastýrið hevði útskrivað nøkur og tríati tíðaravmarkaði rækjuloyvir. Felagið valdi tó at halda fast við avgerðina um at skipað fyri einum rækjuseminarið, av tí at tað greitt og týðiliga var sagt í teim givnu tilsøgnunum, at hetta vóru tíðaravmarkað loyvi sum høvdu til endamáls at betra um gagnnýtsluna av rækjudøgunum við Svalbard og kvotuna í russiskum sjógvi, meðan Fiskimálastýrið helt fast við, at ongi loyvir vóru latin afturat á Flemish Cap, tí bæði Fiskimálastýrið og vinn- an vóru vitandi um, at broyt- ingar vóru á veg á Flemish Cap á serliga NAFO-fundin- um um rækjur, sum í sept. 2000 varð ásettur til at verða í mars 2001. Greitt var, at broytingin kom at viðføra, at antin kom ein kvotaskipan í staðin fyri verandi fiskidaga- skipan, ella fór fiskidagatalið at verða munandi skert.. Tá so Felagið Rækjuskip fyrst í hesum árinum frætti frá fleiri keldum, at eitt rækjuskip var á veg í flotan, og at hesir søgdu seg hava fingið lyfti um varandi loyvi, og loyvi til at veiða á Flemish Cap, bað Felagið Rækjuskip í skrivi frá 24. jan. 2001 um alment innlit í tær tilsøgnir um fiski- og/ella veiðuloyvi til rækjuveiðu, sum Fiskimálastýrið hevði latið. Felagið Rækjuskip dugdi ikki at ímynda sær annað enn, at um hesi tíðindi vóru røtt, so mátti einhvør broyting verða hend viðv. Flemish Cap í tíðar- skeiðnum síðani Fiskimála- stýrið veitti tilsøgnirnar um mánaðarskifti nov./dec 2000, har týðiliga varð grundgivið fyri hví loyvir ikki vóru latin til Flemish Cap, til hesi tíðindi frættust um miðjan jan. 2001. Felagið Rækjuskip var tó ikki vitandi um nakrar broytingar sum góvu nakra orsøk til, at fiskimálaráðharrin so brádliga kundi broyta loyvispolitikk sín viðv. Flemish Cap, bert 3 mánaðir áðrenn avgerðandi NAFO-fundin um rækjur. Í skrivið dagfest 02. febr. 2001 svarar Fiskimálastýrið umbøn felagsins um alment innlit, og har fekk felagið váttan fyri, at Fiskimálastýrið veruliga hevði broytt støðu viðv. rækjuloyvum á Flemish Cap, hóast at ongin broyting var hend sum grundaði eina slíka broyting. Endamálið við og grundgevingin fyri teim tíðaravmarkaðu loyvum, sum upprunaliga var at gagnnýta fiskidagarnar við Svalbard og kvotuna í russiskum sjógvi betur, tyktist nú ikki at verða tað primerað í førda loyvis- politikkinum, men tað primer- að politiska málið tyktist nú at verða, at fáa fleiri rækjuskip í flotan, uttan mun til um hetta fekk avleiðingarnar fyri ver- andi rækjuflota.. Henda nýggja støða stað- festi, at tað var sera langt ímillum tí politisku kós sum nú var stungin út í kortið, og tað upplegg til samstarv um framtíð rækjuflotans, sum Felagið Rækjuskip hevur talað fyri. Hetta fekk nevnd felag- sins at umhugsað, um tað veruliga tænti nøkrum enda- málið at skipað fyri einum rækjuseminarið fyri at koma nærri hvørjum øðrum hvat viðvíkur tilrættaleggingini av framtíð rækjuflotans. Hetta komst ikki minst av tí veru- leika, at í øllum teim fiskirætt- indaavtalum sum Fiskimála- stýrið hevði gjørt við onnur lond um hetta sama mundið, beint áðrenn og eftir ársskifti, var tað ikki í einum einasta føri talan um, at Fiskimála- stýrið hevði útvega føroyska rækjuflotanum økt veiðu- rættindi. Tá tað harnæst hevur verið greitt líka síðani í sept. 2000, at NAFO í mars 2001 skuldi hava ein fund sum antin kom at samtykkja eina kvotuskipan fyri Flemish Cap, ella eina munandi skerjing av fiskidagatalinum, so tyktist tað fyri Felagið Rækjuskip óskiljandi og uttan ítøkiligar grundgevingar, at fiskimála- ráðharrin hevði broytt loyvis- politikkin viðv. Flemish Cap. Eitt annað mál sum eisini ørkymlaði felagið var, at Fiskimálastýrið onga játtan hevur sett av á fíggjarlógini til framhald av rækjukanning- unum á Flemish Cap og Grand Bank, og sum vit hava skilt á leiðsluni í Fiskirannsóknar- stovuni, so hevur stovnurin heldur ikki fingið pening til at fiskifrøðingurin kann halda áfram við arbeiði sínum við rækjunum á NAFO-økinum. Felagið hevur heldur ikki fingið nakað svar frá Fiski- málastýrinum uppá áheitanina frá 04. Jan. 2001 um at halda áfram við rækjukanningunum. Hetta setir Føroyar í eina sera óhepna støðu innan NAFO, har Føroyar ikki vilja seta pen- ing av til vísindaligt arbeiði, hóast at føroysk rækjuskip eru millum teirra við størstu rækjuveiðuni á økinum, og kann ikki takast sum annað enn at rækjuflotin hevur ein lágan prioritet hjá Fiskimála- stýrinum. Annars kann nevn- ast, at júst føroysku rækju- kanningarnar vóru umrøddar á NAFO fundinum í mars 2001, av formanninum fyri Scienti- fic Council (Vísindaliga Nevndin), sum ein av bestu keldunum til vísindaligt tilfar um rækjustovnin á Flemish Cap, samstundis sum sagt var, at hendan røðin av royndum fær uppaftur størri virði tá tær hava verið gjørdar í nøkur ár afturat teim 4 árunum sum føroysku royndirnar higartil eru gjørdar. Til samanberingar kann nevnast, at ES hevur gjørt eina røð av kanningum av botnfiskastovnum á NAFO- økinum líka síðani 1988. Felagið Rækjuskip saknar tí, at fiskimálaráðharrin og Fiski- málastýrið eisini á hesum økið vísir ábyrgd mótvegis luttøk- uni í NAFO-felagsskapinum og ikki minst mótvegis før- oyska rækjuflotanum. Felagið Rækjuskip avgjørdi tó av at bíðja við at takað nakra støðu til málið um broyttu politisku kósini viðv. rækjuloyvum á Flemish Cap, fyrrenn eftir NAFO-fundin síðst í mars, tá tað kundi stað- festast nágreinliga hvat kom at henda á Flemish Cap. Fiski- málaráharrin er ivaleyst kunn- aður um, at tað endaði við eini samtykt um eina 25% skerjing av fiskidøgunum beinanvegin, og síðani verður spurningurin um antin eina uppaftur størri skerjing av dagatalinum ella eina kvotuskipan tikin upp- aftur á NAFO-ársfundinum í sept. 2001. Hetta merkir at føroyska dagatalið minkar úr 1607 niður 1334 dagar bein- anvegin, og møguliga uppaftur meira komandi ár, um ikki ein kvotuskipan kemur í staðin fyri fiskidagaskipanina. Úrslitið av broytingunum á Flemish Cap eru sostatt blivn- ar stórt sæð soleiðis sum Fe- lagið Rækjuskip hevði roknað við, og sum vit fleiri ferðir hava gjørt Fiskimálastýrið varugt við. Felagið metir seg eisini longu nú, við framrokn- ingum grundaðar á miðaldaga- nýtsluna fyri hvørt skip und- anfarnu árini, kunna staðfesta, at longu umleið miðjan sept. verða teir 1334 fiskidagarnir á Flemish Cap uppbrúktir. Á hesum grundarlagið hevur Felagið Rækjuskip tí nú tikið tí støðu, fyribils at avlýsað rækjuseminarið sum eftir ætlan skuldi verða í apríl 2001. Felagið harmast um hesa støðu, men metir, at tað er so langt millum tey sjónarmið sum verandi rækjufloti hevur um eina skilagóða tilrætta- legging av framtíð rækjuflot- ans og so tann broytta loyvis- politikkin hjá fiskimálaráð- harranum, at tað tænir ongum endamálið at hava eitt slíkt rækjuseminar nú. Felagið fer tó at takað spurningin um eitt slíkt rækjuseminar uppaftur, um so er at felagið sær nøkur tekin um ein vilja at fremja eina felags tilrættalegging av framtíð rækjuflotans, ella um ein nýggj politisk kós verður stungin út í kortið av antin sitandi ella eini aðrari samgongu. Rækjuseminar fyribils avlýst