Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. apríl 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heilsa, Trygd og Umhvørvi - HTU Modul 2: Leiðsla og stýring av Heilsu, Trygd og Umhvørvi í oljuvirkseminum Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum innlit í mest týðandi partarnar av leiðslu og stýring av heilsu, trygd og umhvørvi í kolvetnisvinnuni. Nomið verður við samspælið ímillum krøvini, sum myndugleikar seta til HTU og eginkrøvini, ið oljufeløgini seta, og hvussu hesi krøv eisini gerast galdandi fyri veitararnar hjá oljufeløgunum. Skeiðið er skipað í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Handilsskúlan BI í Stavanger. Innihald: • HTU- leiðsla í virkishøpi • HTU- leiðsla og heildargóðska • HTU- í samband við fyriskipanarligar broytingar • HTU- amboð og -hættir • HTU- mátingar og -eftirmetingar Dagar: 18.,19.,20. og 21. apríl 2001. Allar dagar: kl. 09.00-16.45 Skeiðleiðari: Bjarne Arvidsen Kostnaður: 2.000,00 kr. fyri hvønn, íroknað frálæru, tilfar og mat. Tilmelding: Í seinasta lagi 11. apríl 2001 Skeiðið er ætlað øllum, ið ætla sær at starvast í frálandavinnuni og teimum í starvast í vinnum, ið ætla sær at veita tænastur til frálandavinnuna. Vert er at geva gætur, at eitt av 5 krøvum til virkir, sum ætla sær í oljuvinnuna, er at tey skulu hava eina skipan við atliti at heilsu, trygd og umhvørvi. SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo STH Útbúgvingarskrá í 5 modulum. ViÝ Landavegin T—rshavn ¥ Tel. 31 60 66 PÁSKA TILBOÐ Ahorn Plank II Wicanders Parkett 19m2 ’alt bert 4.900,- · Vinyl · Linolium · Flísar · Teppir · Veggir Tygum eru vælkomin at ringja og fáa eitt óbindandi tilboð. DVEYLAN Gólv- og vegg vask J.C. Svabosgøta 50 100 Tórshavn Tlf. 31 41 75 Í Býin - Hvønn hósdag Sosialurin - 311820 Tel. 310 600 CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar CARNIVAL Sosialurin - 311820 Tel. 310 600 gult15 cyan15 magenta15 svart15 14 Nr. 68 - 6. apríl 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Eitt starv í Føroya Skúlabókagrunni verður lýst til setanar sum skjótast og ikki seinni enn 1. august 2001. Starvið fevnir í høvuðsheitum um praktiskt út- gávuvirksemi, ráðgeving og vegleiðing í sambandi við at geva út fjølbroyttar undirvísingarmiðlar til føroyska skúlaverkið. Ein partur í starvinum verð- ur at kunna seg við tørv á tíðarbærum undir- vísingarmiðlum, lærugreinum og undirvísingar- evnum, eina helst í fólkaskúlanum, eisini í teld og teldutøkum útgávum. Upplæring kann verða neyðug. Til starvið krevst útbúgving sum fólkaskúlalær- ari, í minsta lagi 5 ára undirvísingarroyndir, dygg- ur fakligur førleiki, hollur kunnleiki í føroyskum og kunnleiki í teld. Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag og við góðkenning Fíggjar- málastýrisins. Royndartíðin er eitt ár. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera skúlabókanevnd- ini í hendi ikki seinni enn 8. mai 2001. Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá skrivaranum í skúlabókanevndini, Heðini M. Klein, telefon 316100. Tórshavn, 29. mars 2001 Føroya Skúlabókagrunnur Skúlabókanevndin Lützenstrøð 4 · FO-100 Tórshavn Telefon 316100 Starv í Føroya Skúlabókagrunni Frá fríggjadegi 6. apríl til hósdagin 12. apríl Frímerki – ein góð søluvøra Leygarkvøldið kl. 20.00 The Patriot Mumi Alt fleiri knýta kærleiksbond gjøgnum internetið. Tað er ein farin tíð, tá lýsingar um samband bara vóru frá einligum kvinnum, sum eru omanfyri tey fjøruti árini. Í dag er tað stjórin, karrierukvinnan og hondverkarin, sum søkja samband gjøgnum internetið. Í Pernilles Univers verður hugt nærri at hesum fyribrigdinum, sum hevur tikið seg upp við internetinum seinastu árini. Fótbólturin hevur sett sín dám á flestu sendingar í útvarpinum. Undanfarnu viku var tað serliga landsliðið, sum setti sín dám á sendingarnar. Nú eru vit aftur farin at hóma verðinsmeistara- skapin fyri framman. Eg eri eis- ini glað um úrslitið, men eg kann ikki lata vera við at hugsa um tann velduga møguleika, tað má vera hjá tíðindafólki at sleppa til Moskva, og so ikki at brúka hann til at greiða okkum eitt sindur frá, hvussu har er. Ok, vit fingu at vita, at gistingarhúsið, sum fótbóltsfólkið var á, var øg- iliga stórt, og tað tók langa tíð at kjekka inn, og at alt gekk so seint, og at man skal gjalda seg burtur úr øllum, men eg hugsaði nú meira um, at stuttligt hevði verið at fingið nakrar løtumynd- ir úr Moskva, sum ikki høvdu við fótbólt at gera. Møguleikin var til staðar, tí tey høvdu tolk, sum tosaði flótandi føroyskt, men tað kanska kemur okkurt seinni. Føroyar hava ongan uttanrík- ispolitikk, tí tað ornar Danmark fyri okkum, men tað forðar so ikki Fólkaflokkinum at reka eitt slag av uttanríkispolitiskum virksemi. Óli Breckmann hevur gjørt seg sjálvan til talsmann fyri Føroya fólki. Maðurin hevur gudhjálpi okkum skrivað bræv til Ariel Sharon og sagt, hvussu keddur hann er av, at ísraelsfólk ikki sleppur at hava tað lovaða landið í frið, og tað er ikki nóg mikið at siga, hvat hann og Fólkaflokkurin meina, men hann hevur haraftrat greitt Sharon frá, at næstan alt Føroya fólk hevur somu áskoðanir sum Óli Breck- mann. Nú veit eg hvørja áskoðan før- oyski Fólkaflokkurin hevur og at døma eftir, hvussu føroyski tíð- indaheimurin viðger ella rættari letur vera at viðgera kreppuna í Miðeystri, so er ikki løgið, at Óli Breckmann heldur at alt Føroya fólk tekur undir við honum. Eg eri tó so tilkomin, at eg minnist, hvussu Óli Breckmann hálovaði rasistiska stýrinum í Suðurafrika og Pinochet í Chile, so tað undrar ikki meg, at hann eisini tekur undir við krígsgreð- inginum Sharon. Eg vóni tó, at føroyingar brúka sítt vit og skil og hyggja at søguni hjá Mið- eystri, heldur enn at brúka Gamla Testamentið sum áhaldsi at buka í høvdið á palestinarum. Føroyski tíðindaheimurin brúkar ikki nógva orku at lýsa sakina frá báðum síðum. Eg haldi ikki tað er nóg mikið, at vit í nærum hvørjari tíðindasending fáa at vita um ein steinkastandi pale- stina ella ein skjótandi ísraelitt, tað vera vit ikki klókari av. Sum rosinan í pylsuendanum komu tíðindi frá Bjarna Djur- holm í Vinnumálastýrinum um, at Ísrael skal vera bjargingin í føroyskari KT-vinnu. Tíanverri var hetta áðrenn 1. apríl, so hetta er, so ófatuligt tað ljóðar: sann- leiki. Fólkaflokkurin rekur rein- an provokatiónspolitikk í løtuni, og alt fer aftur við borðinum, havi bert sæð eittans lesarabræv, har skrivarin setur spurnartekin við ta áskoðan, ið kemur fram í skrivaðu fjølmiðlunum. Ótrúligt at hugsa sær, at hóast ísraelsku búsetingarnar á pale- stinskum øki eru í stríð við fólkarættin, Genevesáttmálan og ST-samtyktir, so tora vit ikki at taka hetta uppá tungu, tí set nú fyri, at onkur fer at kalla okkum jødahatarar. Eg havi eitt uppskot til Armgarð Arge: ger eina send- ing um Ísmael, um hann segði Gud við Hágar: ”Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí eg skal gera hann til mikla tjóð”. Men lat okkum ikki ov leingi dvølja við sorg og trega, men hugna okkum við einari av teim- um túsundvís av tónleikasend- ingunum, ið eru at hoyra í Út- varpi Føroya. Her var serliga ein, sum eg lurtaði eftir, tað var tann hjá Hans Egholm mánakvøldið, sum eitur Tónasláttur. Sendingin kundi saktans havt eitt framhald, mær dámdi væl at vera sett aftur í tíðina, tá ið eg var ung, tað er jú mangan ein rúsandi kensla. Vit vórðu so dyggiliga send apríl í Basalt mánakvøldið, tað hava tey flestu funnið útav nú. Eg fekk tíanverri ikki við, um út- varpið sendi okkum apríl, har havi eg hoyrt so nógv undarlig tíðindi hesa seinastu vikuna, at eg haldi meg vera senda apríl í heilum. Apríl- apríl! Pernilles Univers Týskvøldið kl. 20.55 Felicity Týskvøldið kl. 20.00 Marna Jakobsen ummælir: Mikukvøldið kl. 18.30 Mánakvøldið kl. 20.00 Lesið -tað loysir seg -har tað hendir